Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 3 Stóra oljufundið hin- umegin markið kann vera ein risastórur elefantur og kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar leiting við markið OLJURÁðSTEVNA Jan Müller jan@sosialurin.fo Stórur spenningur og bjart- skygni merkti oljuráðstevn- una »Offshore Faroes«, sum varð sett í Norðurland- ahúsinum í morgun. Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur setti ráðstevnuna og segði seg vóna, at oljufel- øgini fóru at halda fram við at vísa Føroyaøkinum ans, tí fyrr ella seinni fór hetta at geva úrslit. Tungvektarin á oljuráð- stevnuni frá føroyskari síðu var Heri Ziska frá Oljufyri- stingini. Hansara meting var, at føroyska olju-ævin- týrið er ikki meira enn júst byrjað, hóast vit hava borað fýra og vísti við hesum til, at meginparturin av før- oyska landgrunninum er als ikki kannður. Frá at hava start okkum »blind« upp á eitt evarska lítið øki av landgrunninum, sum var eitt lutvíst feilskot, so hava nógv og stór olju- feløg nú sett kikaran á ein nógv størri og helst eisini meira áhugverdan part av landgrunninum. Við hesum sipaði Heri Ziska til tey mongu økini, sum oljufel- øgini eru farin at vísa á- huga. Hann helt eisini, at høgi oljuprísurin gevur okkum tvs. oljuleitingini vind í seglini. Hesum positivu útmeld- ingum frá einum av gløgg- astu heilunum í føroysku oljuumsitingini kundi sjálvur leitistjórin hjá Stat- oil, Garreth Allinson taka undir við, hóast hann eisini gjørdi vart við, at talan er um stóran váða, nú oljufel- øg fara at bora á basaltinum inni á landgrunninum. Stat- oilstjórin segði, at møgu- leikin at gera eitt fund í ár og sipaði her til komandi dýra Brugdubrunnin, er 23% ella 1 til 4 ella 5, sum hann málbar seg. Hann vísti á, at tey nú síggja nógv betri gjøgnum basaltið enn áður, og tað ger støðuna uppaftur betri. Allinson duldi annars ikki fyri, hvussu stórar vónir oljufeløgini, sum hava funnið Rosebankkel- duna hinumegin markið, hava til hesa keldu. -Um jarðfrøðin er tann rætta og tann, sum man vónar hon er, so kann talan vera um eina risastóra oljukeldu. Um tveir mánaðir verður farið undir at bora 3 brunn- ar, sum skulu staðfesta hetta risastóra fundið. Eitt gott úrslit her kann fáa stór- an týdning fyri komandi oljuleiting í føroyskum øki. Oljuráðstevna í Norðurlandahúsinum: Oljuævintýrið júst byrjað Heri Ziska metti at tað nústaðni verður sett hol á føroyska oljuævintýrið. Mynd: Álvur Haraldsen Bjarni Djurholm setti ráðstevnuna Mynd: Álvur Haraldsen