Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2006 5 Óli Breckmann hevur í fyrispurningi til Bárð Nielsen skotið upp, at Landsstýrið við lóg skal tryggja øllum føroyingum, at um teir vilja keypa fyri upp til 25.000 krónur árliga í partabrøvum, so skal bera til hjá teimum at draga hesa upphædd frá í skatti. Uppskotið verður tó havnað av tinglimum úr flestu flokkum á Løgtingi BÚSKAPUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Óli Breckmann vísir í fyri­ spurninginum á, at tann stóri handil, sum seinastu tíðina hevur verið við partafeløg­ um og partabrøvum, bert er ein viðfáningur móti teimum virðum, sum fara at skifta eigara, um Landsstýrið fer at einskilja almennar fyri­ tøkur fyri millum 4 og 5 milli­ardir. Bárður Nielsen segði við Sosialin í gjár, at hóast hann metir tankan at vera áhugaverdan, so er hetta ein spurningur, sum hvørki er viðgjørdur í Sambandsflokkinum ella í samgonguni. Hann segði seg sum so einki hava ímóti uppskotinum, tí hann metir tað vera eina áeggjan til at fáa fólk at gera íløgur. Hann metti kortini ikki hetta uppskotið at vera egnað sum ein varandi skipan, men heldur sum eina skipan, ið skuldi verið í gildi í eini trý ár. Bárður Nielsen gjørdi kort­ini vart við, at upp­ skot til broytingar í kapital­ vinnu­skattalógini eru á veg frá hansara síðu, sum innibera, at um fólk hava kapitalútreiðslur av íløg­ um, skulu tey kunna drag­a rentuútreiðslur frá kapi­ talvinninginum, men hetta uppskotið er tó ikki líka víttfevnandi sum uppskotið hjá Óla Breckmann. Kaj Leo: Skattasnildir Men hóast fíggjar­ mála­ráðharrin, ið skal svara fyrispuringinum um­leið hálvan februar í Løgtinginum, ikki beinleiðis vísti uppskotinum frá sær, tykist tað ikki at vera sann­ líkt, at Óli Breckmann fer at fáa undirtøku fyri sínum uppskoti. Sunnukvøldið sendi Mið­ flokkurin út yvirlýsing, har tinglimir floksins, Jenis av Rana og Bill Justinussen, funn­ust at uppskotinum, og í lesarabrævi í dag sigur formaður Sambandsfloksins og partamaður fíggj­ar­ mála­ráðharrans, Kaj Leo Johannesen, m.a., at »allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum eiga at verða einskildar, men at øll almenn partabrøv skulu verða seld á einum fríum marknaði, har øll skulu hava sama møguleika at keypa. Talan skal vera um keyp og sølu, og ikki um skattasnildir«. Kristian Magnussen, for­maður í tingbólki Javn­aðarfloksins, er sam­gongufelagi hjá Óla Breck­mann, men í hesum førinum tykist tað ikki, sum talan er um nakra semja, sum samgonguskjalið hjá nú­verandi samgongu annars leggur upp til. Kristian Magnussen sigur seg bara kenna uppskotið hjá Óla Breckmann úr fjøl­ miðlunum, men í fyrstu at­løgu heldur hann seg kunna siga, at hetta minnir um eitt uppskot, har tey, sum ikki hava ráð til slíkt, ikki hava møguleika at vera við, og tí hevur hetta absolutt ikki hansara raðfesting, slær Kristian Magnussen fast. – Hetta er ein stuðul til tey, sum hava ráð at keypa, sigur javnaðarmaðurin, og sigur seg taka undir við Kaj Leo Johannesen, tá hann sigur, at talan ikki skal vera um skattasnildir. Hallið veksur Karsten Hansen er fram­ søgumaður hjá Tjóð­ veldisflokkinum í fíggj­ armálum, og hann kall­ar uppskotið hjá Óla Breck­ mann eitt framhald av tí politikki, sum hann sigur Fólkaflokkin hava ført í nógv ár, har landskassin er nakað, tú tekur úr, sigur Karsten Hansen. – Landskassin hevur sum er 200-300 milliónir í halli, so tað skal ikki nógv hugflog til at ímynda sær, at um 25.000 verða drigin frá skattinum hjá fólki, fer tað at kosta hálva milliard, og so kann hallið á fíggjarlógini koma at upp á eina milliard, vil Karsten Hansen vera við, sum kallar uppskotið óðamannaverk, tí hetta er at spæla við vælferðina. – Fólkaflokkurin byrj­ aði við uppskotinum um olju­kekk, og Jóannes Eides­gaard kom síðani við einum líknandi uppskoti um bankan, sigur Karsen Hansen og fortelur, at hann á kunningarferð í Alaska frætti haðani, at slíkur máti at geva partabrøv til fólk elur letingar. Spurdur, um tað ikki er júst tað, Óli Breckmann vísir á, tá fólkafloksmaðurin í uppskoti sínum vísr á, at »slík gávubrøv broyta neyv­an tann ráðandi lø­n­ tak­arahugburðin«, sigur Karst­en Hansen, at hann metir at uppskotið hjá Óla Breckmann gongur út upp á tað sama sum at geva partabrøv til fólk, tí sum so er tað jú ókeypis at keypa partabrøv fyri td. 25.000 krón­ur, tá tú kanst draga hetta frá í skatti. Privatkommunisma Karsten Hansen svarar somuleiðis neiliga, tá hann verður spurdur um virkishugurin ikki fer at verða stimbraður av einum síkum uppskoti. – Hetta hevur einki við virkishug at gera, tí um eg fái 25.000 krónur inn gjøgnum brævrivuna, so merkir hetta, at eg kann sova tveir tímar longri um morgunin, virkisfýsnu, sigur Karsten Hansen, sum hinvegin kallar virkisfýsni, at arbeiðsfør fara tíðliga upp og gera okkur til nyttu. Tjóðveldismaður­in sam­anber hetta eisini við blokkstuðulin, sum hann sigur vit fáa uttan at gera nakað fyri hann. Karsten Hansen er sera hvas­s­orðaður í sín­um orð­ingum hjá sam­gongu­ tingliminum, Óla Breck­ mann, og kallar uppskotið asosialt, og endurgevur Finnboga Ísakson, sála, fyri at hava brúkt hugtakið »privatkommunisma«. – Tey veiku verða veikari, og tey sterku sterkari. Landið skal brúka pengar upp á væl­ferð og gransking, og hetta hevur einki við visión 2015 at gera, metir Karsten Hansen. – Samgongan hevur sagt, at peningurin frá ein­ skiljingum skal brúkast til at gjalda skuld, men lækka vit skattin, fáa vit ikki goldið skuldina, og hallið veksur, sigur tann fyrrverandi fíggj­ armálaráðharrin, ið neyvan hevði givið uppskotinum hjá Óla Breckmann, og núverandi fíggjarmálaáðharri gav tí í blaðnum í gjár. Sostatt hava tinglimir úr Javnaðarflokkinum, Sam­­bandsflokkinum, Tjóð­ veldisflokkinum og Mið­ flokkinum higartil ikki giv­ið uppskotinum um at Landsstýrið við lóg skal tryggja øllum føroyskum skatt­gjaldarum, møguleikan at velja, antin tey vilja keypa árliga upp til eitt nú 25.000 kr í partabrøvum við skattafrádrátti ta hampiliga jaligu móttøku, sum Bárður Nielsen annars gav tí í blaðn­ um í gjár. Óli fær onga undirtøku – Mínir málingar skulu geva áskoðaranum møguleika at steðga á og bara njóta friðin eina løtu, sigur listamaðurin Helgi Midjord, sum í løtuni sýnir fram málningar á Hotel Hafnia og á Føroya Tele Listaframsýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast teir eru ymiskir, hava málningarnir hjá Helga ógvuliga sigandi allir heitið »Logn«. Gjøgnumgangandi myndevnið eru skip og bátar á spegilsklárum sjógvi í eini litsamanseting, sum fyrst av øllum manar fram ein frið og eina javnvág, sum mest sum søkkur niður yvir myndina – og áskoðaran. Friðsæli báturin Við fyrsta eygnabrá er eitt tað mest hugfangandi við hesum málningunum øðrvísi mátin, listamaðurin brúkar eitt av mest eyðkendu myndevnunum í føroyskari myndlist. Men skipini hjá Helga eru hvørki í ódnarveðri, grindadrápi ella rokfiskiskapi. Til ber heldur ikki at kenna tey aftur á liti, skapi ella nummari. Tey eru sum av einum øðrum heimi enn tí gerandisliga, sum tey liggja har óbundin og púra kvirr og hvíla seg. ­­– Eg havi arbeitt rættiliga leingi við skipum og bátum sum myndevni. Ein av orsøkunum er, at eftir mínum tykki er føroyski báturin størsta listaverkið, vit føroyingar eiga. Men báturin gevur eisini møguleika at fáa fram nakað grundleggjandi og heilskapað á tann hátt, at báturin til allar tíðir hevur verið sjálvt lívsgrundarlagið í Føroyum, sigur Helgi. Sum eitt barnaminni Við stillu bátunum og siss­ andi okkergulu litunum hava málningarnir eina frið­sælu yvir sær, sum geva eina kenslu av, at her er alt, sum tað eigur at verða. Alt er komið uppá pláss onkurs­ vegna. Helgi ímyndar sær, at málingarnir soleiðis kunnu geva áskoðaranum somu kenslu, sum eitt gott minni frá barnaárum. – Eg trúgvi, at tey flestu hava eina mynd í huga­heim­ inum frá barnaárum, har alt var »fullkomið« onkurs­ vegna. Til myndina hoyrir kanska angin av nýslignum grasi, hugnaliga beljanin frá kúnni, vinarliga røddin hjá ommuni og sjálvandi góði lukturin av eini nýbakaðari pannukøku. Tað er á leið ta kensluna, eg royni at fáa fram við mínum myndum, sigur Helgi, sum ikki dylur yvir, at eftir hansara tykki er nógv nútímans list í so stressandi at hyggja at. – Mínir málingar skulu heldur geva fólki høvi at steðga á í øllum stressinum og bara lata seg slúka av friðinum, idyllinum um tú vilt, sigur Helgi. Helgi hevur teknað alt tað hann minnist. Pápi hansara var ein framúr góður teknari, og Helgi minnist, hvussu teir báðir plagdi at sita saman, meðan pápin lærdi hann at tekna. – Eg minnist, hvussu hugtikin eg var, tí toskarnir, sum pápi teknaði, vóru so sprelllivandi, at teir næstan hoppaðu upp úr pappírinum, smílist Helgi, sum eisini minn­ist eina aðra hending, sum av álvara fekk gongd á tekningina. Sum smádrongur lá Helgi einaferð á sjúkrahúsi. Dag­arnir tóktust sum vera man óendaliga langir, og ein dag­in setti Helgi seg við vindeyga og byrjaði at tekna útsýnið. Sum hann situr og teknar, kem­ur ein maður at vitja ein av hinum sjúklingunum á stovuni. Tá hann sær, hvat Helgi hevst at, tekur hann hondina nið­ ur á økslina á honum og heldur fyri »A ha! - ein av mínum monnum«. Maðurin fór avstað, men kom aftur løtu seinni við eini eskju av røttum kolstiftum, sum hann gav Helga. Mað­urin var ongin annar enn kendi listamaðurin Hans Jacob Glerfoss, og fyrstu tekn­ing­ arnar, sum Helgi sýndi fram, vóru teknaðar við hesum somu kolstiftum. Málar burturav Ì dag málar Helgi burturav, og hevur javnan framsýningar. Eitt av verkunum hjá Helga, sum fólk altíð hava høvi at síggja, er ein myndarond við framskornum høggmyndum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Eisini her ganga skipini aftur men meir symbolskt, har sjógvurin verður til fólk, sum halda skipunum uppi. Í løtuni arbeiðir Helgi við málingum, sum seinni verða at síggja í Leikalund í Klaksvík og gongst, sum ætla, verður hann eisini við á eini framsýning í Íslandi seinni í ár. Helgi málar friðin Ógvuliga sigandi hava allir málingarnir hjá Helga Midjord hesuferð heitið »Logn« Óli Breckmann