týsdagur 17. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 12 - 17. januar 2006
Tað er nú greitt,
at stríðsval verður
um formanssessin
í Starvsmanna
felagnum
Formansval
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð í mong ár er
tað nú greitt, at tað verður
stríðsval um formanssessin
í Starvsmannafelagnum.
Starvsmananfelagið hevur
aðalfund 4. mars og freistin
at stilla valevni upp til
formansvalið var úti sunnu
dagin.
Og nú er greitt, at tað
verða tvey valevni til for
mansvalið.
Gunnleivur Dalsgarð, sum
er formaður, hevur bjóðað
seg fram at taka eitt tørn
afturat.
Men samstundis hevur
Heini Joensen eisini stillað
upp til formansvalið
Gunnleivur Dalsgarð hev
ur verið formaður í Starvs
mannafelagnum
síðani
1997, tá ið hann tók yvir
eftir Jákup Danielsen, sum
tók seg aftur.
Síðani hevur Gunnleivur
verið afturvaldur og hetta
verður fyrstu ferð, at hann
fær mótvalevni.
Heini Joensen hevur
arbeitt hjá Skógrøkt landsins,
men tí starvinum fór hann
úr 1. januar og fór ístaðin
í tíðaravmarkað starv hjá
Starvsmannafelagnum til 1.
mars 2006.
Hann var annars næst
formaður í Starvsmanna
felagnum, men eftir lógum
felagsins, kann starvsfólk
hjá felagnum ikki samstundis
verða nevndarlimur, og tí
er hann nú farin frá sum
næstformaður
Ístaðin fyri hann kom
eykalimurin, Niels Petersen
í nevndina. Samstundis tók
Selma Ellingsgaard við
sum næstformaður fram til
aðalfundin.
Hini í nevndini í Starvs
mannafelagnum eru John
Kjær og Eimi Fossdalsá.
Umstrídda leiðara
starvið á frítíðar
skúlanum á Tvøroyri
endar nú í rættinum
Leiðarastarv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar býráð noyðist
nú í rættin at verja sína
støðu í nógv umstrídda
málinum um leiðarastarvið
á frítíðarskúlanum á Tvør
oyri.
Tað er Pedagogfelagið
sum nú hevur stevnt Tvør
oyrar Býráð í málinum.
Tað er nakað síðani at
avgerð varð tikin um at
stevna Tvøroyrar Býráð,
men nú er so stevningin
send.
Tað, sum Pedagogfelagið
krevur, er endurgjald til
tann umsøkjaran, sum
ikki fekk leiðarastarvið á
frítíðarkúlanum.
– Í hesum førum hendi
tað, at einasti umsøkjari,
sum leyk formligu krøvini
í starvslýsingini varð settur
til viks og tað krevja vit
endurgjald fyri, sigur Jarvin
Feilberg Hansen, formaður í
Pedagogfelagnum.
Kortini er ongin endur
gjaldsupphædd nevnd í
stevningini so tað verður
nakað, sum rætturin verður
at taka støðu til.
Málið um leiðaran á
Frítíðarskúlanum á Tvøroyri
var rættiliga umstrídd og tað
endaði heilt hjá Løgtingsins
umboðsmanni.
Tað byrjaði tá ið leiðarin á
Frítíðarskúlanum summarið
2004 fór í farloyvi í eitt ár.
Í tí sambandi søkti bý
ráðið eftir pedagogi til fyri
bilsleiðari. Ein pedagogur
og ein lærari søktu og tað
endaði við, at lærarin varð
settur.
Hetta vildi Pedagogfelag
ið ikki góðtaka, tí eftir
lógini skal leiðarin á frítíð
arskúlanum verða pedagog
ur.
Felagið hótti eisini við at
niðurleggja arbeiðið á frí
tíðarskúlanum.
Hinvegin tvíhelt býráðið
um, at læraraútbúgvingin í
hesum føri kundi javntstill
ast við pedagogin og at
lærarin var betri egnaður til
starvið.
AFTUR OG FRAM
Síðani ferðaðist málið
aftur og fram ímillum
býráðið
á
Tvøroyri,
Pedagogfelagið, Almanna-
og heilsumálaráðið og sak
førarar hjá pørtunum.
Tað endaði við, at Tvør
oyrar býráð noyddist at
ógildað starvssetanina av
læraranum sum leiðara fyri
frítíðarskúlan og at lýsa
starvið leyst av nýggjum.
Men til starvið varð sett
av nýggjum, varð sami
lærari settur sum fyribils
leiðari.
Tað endaði so við, málið
varð lagt fyri Løgtingsins
umboðsmann.
Hann metti, at máls
viðgerðin var so óforsvarlig,
at hann kundi ikki annað
enn geva kommununi eina
sera álvarsliga átalu fyri
handfaringina av hesum
málinum.
Viðmerkingarnar
og
niðurstøðan frá umboðs
manninum verða lagdar við
stevningini.
Tað er nú greitt,
at Jarvin Feilberg
Hansen verður
sitandi sum formaður
í Pedagogfelagnum í
tvey ár afturat
Formansval
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ovasta leiðsan í Pedagog
felagnum verður óbroytt
næstu tvey árini.
Tað er greitt, nú freistin
at stilla valevni upp til for
mansvalevni á komandi aðal
fundi var úti sunnukvøldið.
Pedagogfelagið hevur
aðalfund á Hotel Føroyum
18. februar og nú freistin
at stilla valevni upp til for
mansvalið, er úti, er bara
eitt valevnið á listanum og
tað er formaðurin, Jarvin
Feilberg Hansen. Hann
kemur sostatt at halda fram
sum formaður.
Annars standa eisini
tveir aðrir nevndarlimir
fyri vali. Talan er um Maud
Wang Hansen og Leila
Petersen og tær stilla báðar
uppaftur. Hini í nevndini eru
Jógvan Philbrow og Rógvi
Fossádal.
Valskeiðið í pedagog
felagnum er tvey ár.
Gunnleivur fær kapping
Tvøroyrar Býráð stevnt
Nógv umstrídda málið um leiðaran á frítíðarskúlanum á Tvøroyri endar nú í rættinum, har endurgjald verður kravt til tann
umsøkjaran, sum varð vrakaður
Hesuferð fær Gunnleivur Dalsgarð kapping um formanssessin í
Starvsmannafelagnum
Jarvin verður sitandi
Jarvin Feilberg Hansen verður framhaldandi formaður í
Pedagogfelagnum, tí ongin annar boðar seg fram