Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2006  Strendur: Hóast mong kanska vilja halda, at Strend­ur liggur avsíðis, so eru strandingar ikki samdir í tí. Tað vísir seg, at áhugin fyri at byggja í bygdini er rættiliga stórur. Og henda byggiáhugan ætlar kommunan sær ikki at lata gleppa av hondum. Kommunan hevur nógvar ætlan­ir fyri framman, og ein teirra er at leingja tann eina veg­in í bygdini. Samtykt er at leingja Fløtuvegin og at gera 24 útstykkingar í Lánni. Í løtuni verður arbeitt við at ogna økið. – Stórur áhugi er fyri grund­økjum í bygdini. Longu nú eru 14 bíløgd, upp­ lýsir borgarstjórin, Malena Thomsen. Eftir at steðgur var komin í húsabyggingina í Hvannasundi, er nú vent í holuni. Í summar verður í øllum førum farið undir bygging av trimum sethúsum. ý Fáa vit ikki nýggjar borgarar í kommununa, so er eingin at taka við eftir okkum, sigur borgarstjórin, Júst Poulsen. Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hvannasund: – Åh, er tað tú! Ja, vit hava fund nú týskvøldið. Og -tá kemur tað fyri og so avgreiða vit tað. Ein maður hevur ringt á kommunu­kontórið við ein­ um fyrispurningi til borgar­ stjóran. Hann er spentur eftir at vita, hvussu verður við umsókn hansara um byggi­ loyvi. Ætlan hansara er at byggja sær eini sethús her í Hvannasundi. Og nú ynsk­ir hann eitt svar frá kommun­ uni um, hvussu verður við hesum. Hann hevur borgarstjóran, Júst Poulsen í telefonini hesa løt­una. Borgarstjórin er sjálv­­ur á kontórinum hvønn hósdag, og tá liggur fyri at fáa eitt greitt svar. – Nær tú fært boð?! Vit hava fund týskvøldið. So tað verður mikudagin. OK?! Jú, hesin maðurin er nøgd­ur við svarið. Nú kann hann fara undir endaligu fyrireikingarnar til arbeiðið at seta føtur undir egið borð her í bygdini. Hann er kortini ikki tann ein­asti sum gongur við slíkum hugsanum. Ikki færri enn tríggir mans ætla at fara und­ir bygging av egnum set­ húsum í summar. Bygdaráðið í Hvannasundi hev­ur í kvøld sín fyrsta reglu­ liga fund í nýggja árinum. Og tá er avgreiðslan av hes­ um eina byggiloyvinum eitt av málunum á skránni. Altíð øki tøk Hóast Hvannasund liggur nær­­hendis Klaksvík, har nógv arbeiðspláss eru, so var tað eitt langt tíðarskeið har einki sethús varð bygt í kommununi, sum fevnir um bygdirnar báðumegin Hvannasund. – Frá 1991 og heilt fram til 2002 varð einki sethús bygt her. Tað var ikki so gott, sig­ ur Júst Poulsen Borgarstjórin kann í dag tíbetur staðfesta, at síðani tá er alt viðvent. Nú er hin­ vegin stórur byggiáhugi í Hvanna­sundi: Í løtuni eru tvey sethús í gerð, og í næstum verður farið undir bygging av trim­um - møguliga fýra ý sethúsum aftrat, helst longu í summar. – Vit eiga nøkur grundøki tøk, og vit kunnu eisini altíð út­vega grundøki, tá fólk biðja um tað. – Tað vísir seg ikki at vera nakar trupulleiki at fáa øki her, sigur borgarstjórin. Eftirkomarar Júst Poulsen er ikki í iva um, hvønn týdning tað hevur at fólk vilja búseta seg í bygdini. ý Tað hevur stóran týdning. Tað betýðir faktist alt fyri eina kommunu. ý Fáa vit ikki borgarar í kommun­una, so er eingin framtíð hjá okkum. So er eingin at taka við og eingir eftirkomarar - tað er sum eini hjún uttan børn, sigur hann. Kommunan hevur eis­ ini lagt seg eftir at hava góðar umstøður til barna­ familjurnar, bæði til børnini í og undir skúlaaldri. Kommunan hevur ætlanir um at byrja eina útbygging og umvæling av skúlanum á Fossánesi í ár. Í kommununi finst eisini ein dagstovnur, sum heldur til í teimum húsunum sum vórðu gjørd í stand fyri nøkr­ um árum síðani. Sørvágur: Hetta seinasta árið hevur kommunan gjørt nógvar ábøtur á havna­økin­ um, og er ætlanin at halda fram við hesum hetta komandi árið. Millum hesi arbeiðini er at umvæla molahøvdið við innsiglingina til bátahylin, eins og ætlanin er at betra um umstøðurnar hjá egning­ ini á landi. Peningur er játtaður at gera hesi arbeiði­ ni í ár. Upplýst verður annars, at nógv virksemi hevur verið á havnaøkinum. Í fjør tók Landingarmiðstøðin ímóti 6.300 tonsum og flakavirkið Vestís tók ímóti og virkaði 1200 tons. Kommunan ætlar eisini at reinsa bátahylin í ár fyri sand og annað tilfar. Long tíð er gingin, síðani hetta varð gjørt seinast, men nú er so ætlanin at gera tað aftur. sb. Grundøki eru altíð tøk – Uttan borgarar í kommununi, so doyr hon út, staðfestir borgarstjórin í Hvannasundi, Júst Poulsen Eitt sindur um Hvannasund Vinnulívið í kommununi er nærum alt fiskivinna og útróður. Havnaviðurskiftini eru góð. Í 1963 varð flakavirki bygt í Norðdepli. Síðani bergholini vóru gjørd í 1967, er samvinnan við Klaksvík vorðin sera stór. Koyrdar verða bæði virkaðar og óvirkaðar vørur millum kommunurnar. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoy og Viðoy vórðu samanbundnar. Rutubáturin út til Svínoyar og Fugloyar siglir út frá Hvannasundi. Í 1985 varð nýggjur skúli bygdur á Fossánesi, og her ganga nú øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhaldsdeildini verða koyrd til Klaksvíkar. (Kelda: Hvannasund.fo) FAKTA Fiskiskapur: Uppgerðin yvir útlendsku veiðuna í fjør vísir, at í alt vórðu veidd 389.400 tons í føroyskum sjógvi. Av hesum er - ikki óvæntað - mest veitt av svart­kjafti, og eru tað tey íslendski skipini, sum hava veitt eina góða helvt av teim 365.000 tonsunum. Hinvegin so hava eingi skip úr Írlandi, Portugal, Estlandi og Japan veitt nakað í føroyskum sjóøki í fjør. Alt árið í fjør var heldur einki langasporl, brugdulivur ella prikkafiskur veitt av útlendingum í føroyskum sjóøki. sb. Stórur áhugi er fyri at seta búgv á Strondum. 14 grundøki eru longu bíløgd Stórur áhugi fyri grundøkjum 390.000 tons til fremmand fiskifør Nógv virksemi á havnaøkinum