týsdagur 17. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 12 - 17. januar 2006
Marknaðarrák
Evropiski miðbankin, ECB,
hevði rentufund hósdagin
12. januar. Sum væntað
hækkaðu tey ikki rentuna, av
tí at bæði búskaparvøksturin
og prísvøksturin, í søguligum
høpi, eru á lágum stigi. Eftir
fundin segði ECB-formaðurin
Trichet, at tað gongur betur
við búskaparvøkstrinum, og
at vandin fyri øktum prís
vøksturin ikki er av. Orð
Trichets vóru eisini tulkaði
sum at hann er minni bangin
um prísvøksturin enn áður.
At renturnar lækkaðu eftir
tíðindafundin ber boð um, at
marknaðurin hevur lagt dent
á hetta. Tað ber boð um, at
íleggjarar ynskja at keypa
lánsbrøv hóast rentan er lág.
Tí kunnu lánsbrævarenturnar
lækka meira. Ein komandi
lækking er tó ávmarkað.
Renturnar ota
seg niðureftir
Fyrstu dagarnar av farnu viku
hækkaði 10-ára danska rentan
eitt vet, meðan hon lækkað
nakað aftur eftir tíðindafundin
hjá ECB. Samanumtikið var
rentan tí at kalla óbroytt í farnu
viku. 10-ára rentan liggur í
løguni á 3,25%. Eftir orðini
hjá Trichet er væl hugsandi,
at rentan kann lækka nakað
hesa vikuna.
Inntøkuvæntanir
hjá virkjum
Í heimshøpi vænta virkir, at
vøksturin í inntøkum (inntøk
unum fyri partabrævið, eisini
kallað EPS) verður 9%-14%
í 2006, og tær broytingarnar í
inntøkuvæntanunum frá virkj
unum, ið hava verið, hava sum
heild ikki verið neiligar. Hetta
er áhugavert nú partabrøv
kunnu keypast á áhugaverdum
kursstigi. Saman við øðrum
jaligum viðurskiftum talar nú
nógv fyri, at partabrøv fara at
standa seg væl í ár. Serliga metir
Kaupthing, at eitt nú Evropisk
partabrøv eru áhugaverd, nú
evropiski búskapurin, eftir at
hava ligið í dvala leingi, er um
at koma seg aftur.
Hesa vikuna
Millum áhugaverdu hend
ingarnar hesa vikuna eru
kunngerðir av prísvakstrar
tølum úr USA og Evropa.
Prísvøksturin er í andglettinum
tí bæði amerikanski tjóðbankin,
Fed, og Evropiski Miðbankin,
ECB, í løtuni leggja stóran dent
á prísvøksturin, tá gjørt verður
av, um rentan skal hækkast.
Lítil ivi er um, at Fed fer at
hækka rentuna aftur 31. januar,
tí verður tað serliga evropiska
talið, ið verður áhugavert, tí
ósemja er um nær ECB fer
at hækka aftur. Verður hetta
talið hægri enn vænta fara tí
lánsbrævarentur at hækka.
ECB hækkaði ikki rentuna
Vika 2 2006
Tá handverkarar vóru
í ferð við at umvæla
forhøllina á Hotel
Hafnia, komu teir
brádliga fram á ein
veggjamálning hjá
Williami Smith
veggjamálningur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
William Smith var at kalla
húslistamaðurin á Hotel
Hafnia. Ein stórur málningur
av einum víkingaskipið hong
ur í Lobbyini, og er íblásturin
til henda málning helst
fingin úr navninum Hafnia
og tí eyðkenda búmerkinum.
Hesin málningur hevur hing
ið á Hotel Hafnia í meira enn
50 ár, men síðsta vár bleiv
hann reinsaður og fluttur, so
hann nú reiðiliga kemur til
sín rætt.
Fleiri kend motiv
Uppi í matstovuni hevur
William Smith málað bein
leiðis á báðar endaveggir
nar.
Hetta eru ymisk kend
motiv úr Føroyum so sum
Hoyvíkshólmur, Vágseiði
og Tindhólmur, umframt
tvey Føroyakort. Tann
málningurin, sum nú hevur
funnið fram til dagsins
ljós aftur, er partur av hes
um sjáldsomu føroysku
veggjamálningunum, og er
ein mynd av Trøllkonufingri,
sum er málað rundan um
hurðina inn í matstovuna.
Hóast tann umfatandi
umvælingin av kømurunum
og Høllini ikki er liðug
enn, er restaurant Hafnia
uppafturlatin
aftaná
umvælingina, og tað ber nú
til at síggja hendan gloymda
William Smith, sum er komin
aftur til heiður og æru.
Goymdur - ikki
gloymdur
Av Hafnia siga tey, at av
verandi starvsfólkunum er
eingin, sum minnist nakað
um málningin. Men tað
merkir tó ikki, at eingin veit
um hetta.
Johan
M.
Restorff,
sum jú í mong ár var ein
ímyndunum
av
Hotel
Hafnia, sigur William Smith
og Christian Dahl-Restorff
voru sera góðir vinmenn. Tí
var Christian eisini millum
teirra, sum hjálptu til, tá
hotellið í 1951 fekk ein
„umgang“.
– Tá málingaarbeiðið í mat
stovuhæddini kom fyri, var
ætlanin at tapetsera partar
av veggunum við serligum,
dygdargóðum tapeti. Hetta
varð umbiðið úr Danmark,
sigur Johan.
– Men tá Tjaldrið kom, var
tapetið ikki við. Tíðarætlanin
skuldi haldast, og 2 vikur
fóru at ganga, áðrenn næsta
lastin kom. Christian, sum
ikki var av tolnastu monnum,
varð ikki glaður um støðuna,
men William gjørdist ikki
mótleysur og segði brosandi
»Hettar ordna okur«
– Og sum sagt, so gjørt.
William keypti nøkur før
oysk myndapostkort hjá
H.N. Jacobsen, og eftir at
hava blandað sær nakrar
litir saman, var bara eftir at
mála.
Johan sigur víðari, at tá enn
ein umvæling av matstovuni
stóð fyri framman, skuldi
ein nýggj forstova gerast
móti matstovuni.
– Vit hildu tað vera synd,
um vit tá skuldu mála
oman yvir vøkru listina hjá
Williami. Tí varð ístaðin
gjørdu ein eyka veggur
oman yvir hesa, soleiðis at
málningurin framvegis var
at finna, um hugur skuldi
vera til tess. Og hjá okkum
er hugaligt at staðfesta, at
hesir vøkru málningar nú
aftur koma til sín rætt, sigur
John M. Restorff at enda.
Neyðloysnin gjørdist listarverk
Málningurin, sum nú hevur funnið fram til dagsins ljós aftur, er partur av hesum sjáldsomu
føroysku veggjamálningunum, og er ein mynd av Trøllkonufingri