Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2006 9 - Eg havi ikki uppiborið hetta, sigur ein lítillátin Jón Hilmar Magnusson um avgerðina at heiðra MENTAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Jón Hilmar Magnússon er føddur 7. oktober 1925 í Ási í Glertorpi í Íslandi. Hann er útbúgvin lærari og hevur verið lærari, skúlastjóri og prentsmiðjueigari. Seinastu tíggju árini hevur Jón Hilmar Magnusson starvast við at skriva og yrkja. Jón Hil­mar hevur havt nógv samband við Føroyar, og fýra døtur hansara eru giftar føroyingum. Tríggjar teirra búgva í Føroyum. Hann hevur altíð havt stór­ 0an áhuga fyri Føroyum og føroyska málinum, og er íslendsk-føroyska orðabókin eitt úrslit av hesum áhuga. Sjálvur sigur ein ógvuliga lítil­látin Jón Hilmar Magnusson í stuttum viðtali við Sosialin beint áðrenn hann gjørdi seg til reiðar at fara úr Klaksvík til Havnar at taka ímóti virðislønini, at hann ikki heldur seg hava uppiborið hendan heiðurin. Hann sigur seg vera bilsnan og sigur, at hetta hevði hann ikki væntað. Jón Hilmar Magnusson greiðir frá, at hann hevur arbeiddi við hesi orðabókini í 12 ár. Hugskotið at fara undir at gera ein slíka orðabók fekk hann, tá ein versonur ringdi til hansara og bað hann umseta nøkur fá orð fyri seg. Byrjaði við føroysk- íslendskari orðabók Í fyrstu syftu byrjaði hann tó at gera eina føroyska- íslendska orðabók, men hesum arbeiði gavst hann tó við fyribils, og fór heldur undir ay gera íslendska- føroyska orðabók, sum nú hon er liðug telur 51.000 leitorð. Sum nevnt aðrastaðni ætlar Jón Hilmar Magnusson tó at taka arbeiðið við hinari orðabókini upp aftur nú, tann fyrra er greidd úr hondum, og sjálvur væntar hann ikki, at tað fer at líka drúgva tíð at skriva hesa bókina. Jón Hilmar Magnusson hevur arbeitt fulla tíð við orðabókagerðini. Slíkt kostar sjálvandi pening, og tí er hann sera takksamur fyri, at íslendska Altingið stuðlaði honum so væl við arbeiðnum. Men sum hann sigur, so var áhugin fyri orðabókaarbeiðnum og eisini áhugin fyriFøroyum stórur í Altinginum. Íslendska-føroyska orðabókin er tó ikki tað fyrsta av sínum slagi hjá tí nú 80 ára gamla Jón Hilmar Magnus­syni. Umframt at hava skrivað og yrkt telist ein griksk-íslendsk orðabók eisini millum hansara bókmentaligu avrik. Virðislønin varð handað Jón Hilmari Magnús­syni á samkomu í Mentamálaráðnum í dag kl 14. Í dag fekk Jón Hilmar Magnusson handað heiðursbræv og 65.000 krónur fyri sína íslendsk- føroysku orðabók. Í tíðindaskrivi kallar Jógvan á Lakjuni eitt valaverk, men hann vil kortini ikki taka dagar ímillum, um hendan er betri enn aðrar orðabøkur, sum eru komnar út seinastu árini MENTAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í menta­ mál­um, Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, hevur gjørt av at lata íslendska rit­ høvund­anum Jón Hilmari Magnus­syni eina serstaka virðis­løn fyri hansara íslendsk-føroysku orðabók. Í grundgevingini verður m.a. sagt, at ”Íslendsk-føroyska orðabókin er eitt valaverk og ein varði í viðurskiftunum millum Ísland og Føroyar. Tað hevur leingi verið tørvur á slíkari orðabók, og orðabókin hjá Jón Hilmari er eitt leingi saknað íkast til tess at styrkja mentanarligu bondini millum íslendsku og føroysku tjóðirnar. Landsstýrismaðurin í mentamálum heldur, at vit føroyingar eiga at virðismeta verkið hjá Jón Hilmari, og hevur tí gjørt av at heiðra hann við eini serstakari virðisløn”. Gott fyri samstarvið Í samrøðu við Sosialin sigur Jógvan á Lakjuni, at hann metir hesa orðabókina vera eitt stórt verk, og eisini heldur hann tað vera fantastiska flott, sum hann tekur til, at ein privatmaður hevur tikið stig til hetta. - Eg helt, at Føroyar og Menta­málaráðið áttu at markera hetta, sigur Jógvan á Lakjuni. Umframt at fáa eitt heiðursbræv frá Menta­ mála­ráðnum, fylgja 65.000 krónur við virðislønini. Menta­málaráðharrin sigur, at Jón Hilmar Magnusson hev­ur lagt nógva orku og pen­ing í verkætlanina, og at hetta eisini er gott fyri sam­starvið millum Ísland og Føroyar. Ikki minst nú nýggj­ur sáttmáli um frían marknað er undirskrivaður. Hara­fturat avdúkar orða­ bókahøvundurin í inn­gang­ inum til orðabókina, at hann eisini ætlar at gera eina føroysk-íslendska orðabók seinni. Spurdur, um lands­stýris­ maðurin av sínum eintingum hevur gjørt av at heiðra Jón Hilmar Magnusson, svar­ar Jógvan á Lakjuni játt­andi. Hann ráðførdi seg tó við umsitingina í Menta­ málaráðnum, og tey vóru øll samd við honum í, at hendan orðabókin hevði uppiborið at fáa eitt herðaklapp. Talan er sostatt ikki um, at ein nevnd hevur tikið støðu til, at Jón Hilmar Magnusson skal heiðrast, eins og mannagongdin vanliga er, tá t.d. Mentanarheiðursløn Landsins verður givin. Fyrsti útlendingur Tað er tó komið fyri áður, at serstakar heiðurslønir sum henda eru givnar, men hetta er fyrstu ferð, at ein útlendingur fær slíka viðurkenning. Seinastu árini eru fleiri orða­bøkur lagdar afturat tí ann­ars heldur lítlu rúgvu, sum føroyskar orðabøkur mynd­aðu fyri bert fáum árum síðani. Spurdur, um hetta er ein máti at taka hesa fram um aðrar, ser­ liga tá hugsað verður um, at Gianfranco Contri, ið rit­stjórnaði tí føroysku- italsku orðabókini, misti uppi­haldsloyvið, tá hann var liðugur við sítt verk, sigur Jógvan á Lakjuni, at tað als ikki er ætlanin at samanbera hesar orðabøkur. - Vit kundu saktans eisini heiðrað hann, sigur Jógvan á Lakjuni, um Gianfranco Contri, sum arbeiddi í Føroyum og fekk Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkis­ bókmentir í 2004. Íslendska-føroyska orða­bókin hjá Jón Hil­ mari Magnussyni er stuðlað av Altinginum og givin út av Íslendska bók­ mentafelagnum, og tí metir Jógvan á Lakjuni, at tað er rætt at vísa íslendingum, at føroyingar virðismeta, at hetta stigið er tikið. Mentamálaráðharrin heiðrar Jón Hilmar Magnusson Arbeitt við orðabókini í 12 ár