týsdagur 17. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 12 - 17. januar 2006
Nú ber til veruliga at staðfesta, at fólkaræðið
av álvara aftur er komið í hásætið í Chile, nu
sosialisturin Michelle Bachelet á valinum
sunnudagin varð vald til forseta. Michelle
Bachelet er fyrsta kvinna, sum er vorðin forseti
í Suðuramerika og ikki í øllum Latínamerka,
sum onkur vil vera við. Fyrsta kvinna, sum
gjørdist forseti í Latínamerika, var Violetta
Chamorro, sum fyri nøkrum árum síðani var
forseti í Nicaragua.
Valið av Michelle Bachelet er ein søgulig hend
ing. Tað eru bert tíggju ár síðani einaræðisharrin
Pinochet misti valdið eftir drúgva tíð við kúgan
og harðræði. Faðir Michelle doyði í fongsli
eftir at hava verið píndur eins og so mong onn
ur demokratisk sinnað fólk í Pinochettíðini.
Sjálv hevur Michelle Bachelet verið fangi hjá
Pinochetstýrinum og somuleiðis verið fyri tor
turi. Tað er tí einki minni enn ein stórhending
og ein veruligur sigur fyri fólkaræðið, at júst
hon nú er vorðin forseti, vald á demokratiskum
vali.
Síðan Pinchet varð koyrdur frá fyri 10 árum
síðani, hevur eina samgonga av kristiliga
flokkinum og sosialistunum stýrt Chile.
Hóast hesir báðir flokkar upprunaliga stóðu
fjart frá hvørjum øðrum, eitt nú tí at teir
kristiligu hjálptu Pinochet at valdinum, so
hevur samstarvið virkað og vignast væl. Teir
kristiligu fingu jú skjótt at sanna, at eingin
politiskur flokkur varð toldur undir Pinochet
– heldur ikki teir kristiligu! Teir vendu sær tí,
sum frá leið, móti einaræðisharranum. Tí fingu
chilenar hesa sjáldsomu, men sera haldgóðu
samonguna, sum hvur hildið í tíggju ár. Hetta
hevur verið ein sera heppin samgonga, sum
hevur megnað at lyfta Chile fram millum
fremstu tjóðir í Latínamerika. Hetta er ein
mið-vinstra samgonga, og hevur henda
samanseting víst seg at vera júst tann politiski
myndilin, sum Chile tørvaði. Lívskorini eru
batnaði munandi, og Michelle Bachelet hevur
nú sett norðurlendska vælferðarsamfelagið
sum mál. Alt bendir á, at hetta fer at eydnast
henni. Um allan heim fegnast demokratiskt
sinnað fólk um valið í Chile. Hetta val er ein
veruligur demokratiskur glotti í einum parti av
heiminum, har fólkaræðið hevur trong kor og
USA støðugt blandar seg og stuðlar einaræði
og afturhaldi. Vónandi er valið av Michelle
Bachelet byrjanin til eina nýggja og ljósari tíð
í hesum parti av heiminum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein demokratiskur glotti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jón Ellendersen tveitir um
seg við skeivum fakta uttan
at duga at koma til eina
skilagóða niðurstøðu helst av
tráan eftir at vísa seg sjálvan
og sítt danskarahatur, sigur
Ole Wich
Jeg har ikke villet gå
ind i en polemik med Jón
Ellendersen. For det første
fordi hans amatøragtige
udgydelser på internettet
intet havde at gøre med mit
homoFObia-projekt og for
det andet fordi hans udsagn
var
åbenlyst
rablende
useriøse. At stjæle fra min
hjemmeside og sætte mine
billeder i forbindelse med
nazimærket, hitlerjugend og
Hitler er virkeligt langt ude i
tovene. Ham om det.
Men når han fortsætter
med at lyve om mig, må jeg
tage til genmæle. Han skriver
nu på sin hjemmeside:
»Ole Wich, sum við einum
yrkingasavni og í eini grein í
Weekendavisen spillur føroy
ingar út...«. Denne sejlivede
løgn, som jeg tit er blevet
konfronteret med, bliver
ikke mere sand af at blive
gentaget.
Fakta er dette. Jeg udgav
i 1996 bogen »Ophav« på
forlaget Fannir. Den handler
om at være dansk på Færøerne
i spændet mellem at være
ufrivillig repræsentant for
en kolonimagt og samtidig
være en del af en etnisk
minoritet. Bogen kan lånes på
biblioteket eller læses på min
hjemmeside www.olewich.
com. Læs den og døm selv.
Selv færinger der bor i
Danmark har haft udbytte af
at læse den, fordi den handler
om de automatmekanismer
man kommer ud for som
bosiddende i et fremmed
land.
Siden skrev Ulrik Høy
en omtale og anmeldelse
af bogen i Weekendavisen.
Artiklen kan fås på biblio
teket. Jeg har imidlertid
aldrig skrevet noget i
Weekendavisen. Ingen af
de folk, der nu i 10 år har
haft travlt med at sladre om
min påståede respektløshed
har gidet sætte sig ind i
sagerne og læse den bog
det hele udspringer af. Det
er desværre fakta.
Også Jón Ellendersen
jonglerer lystigt rundt med
forkerte fakta og er vist ikke i
stand til at drage en fornuftig
konklusion om noget som
helst, sandsynligvis fordi
han er blindet af sin iver
efter at eksponere sig selv,
af sin skinhellighed og sit
danskerhad.
Jón Ellendersen og sannleikin
Tórshavn
Ole
Wich
Hví legði Høgni Hoydal bein
fyri síðstu samgongu, so hon
fór í sor? Jú, fyri at sleppa
undan tí politikki, sum hann
hevði skotið út í kortið,
skrivar Gerhard Lognberg
Biðja Kina senda rætt
leiðing til ST, ja soleiðis
sigur Gudmund Alfredson,
professari í svari til Høgna
Hoydal.
Hetta sigur professarin, tí
Føroyar eru ikki limur í ST.
Ja, tað sigur ikki so lítið, tá
Kina skal verða føroyinga
bjarging.
Tjóðveldisflokkurin sit
ur í andstøðu á tingi, og
sjálvsagt royna teir at geva
samgonguni so nógvan
mótgang sum gjørligt. Hetta
er nokk politikkur, tá hann
er bestur.
Men eg haldi, at Høgni
Hoydal og frúurnar í flokk
inum fara alt ov vítt, har
kastað verður um seg við
orðum, ja niðurgerðir um
lygn og landasvik.
Hesa tíðina sum sam
gongan hevur verið í
millum
Fólkaflokkin,
Javnaðarflokkin og Sam
bandsflokkin, hava ákoyr
ingarnar ímóti løgmanni
verði harðrendar.
Tað hevur verið eyg
sýnt, at Høgni Hoydal
hevur fingið part av Tjóð
veldisflokkinum at seta
skrivligar fyrispurningar í
langar banar, helst fyri at
løgmaður skal einki kunna
gera, uttan at arbeiða við
at svara spurningum frá
Høgna Hoydal og Anitu á
Fríðriksmørk o. o. Vell, er
tað tað sum politikkurin er
fyri Høgna Hoydal, so man
vera í lagi.
Alt sum er hent í hesi
samgonguni er nýðings
gerðir, tað metir Høgni Hoy
dal. Ikki minst av gorðgangi
var, tá ið Íslandssáttmálin
var fyri, sum í roynd og veru
var eitt politiskt bragd av
samgonguni og løgmanni.
Hoyrdi í ùtvarpinum Ann
finn Kallsberg siga, at henda
samgonga hevur klárað
meira á sjálvstýrisleið, enn
undanfarna
samgonga,
tá samráðingar vóru við
Danmark.
Tað sum eg haldi at Høgni
Hoydal er desperatur av, er
at hansara politikkur er nær
um eingin í løtuni og hevur
verði eingin leingi.
Hví legði Høgni Hoydal
bein fyri síðstu samgongu,
so hon fór í sor? Jú, fyri at
sleppa undan tí politikki,
sum hann hevði skotið út í
kortið.
Men nú at sita og kalla
onnur fyri líkt og ólíkt, tað
ber væl til!
Nei, einki gera hesar týð
ingarnar, sum eru sendar um
Ríkislógartilmæli nøkrum
nakað mein, og Føroyar
eru hvørki meir ella minni
heftar at Danmark, men tað
verða føroyingar, sum til
eina og hvørja tíð gera av,
um Føroyar skulu loysa frá
Danmark.
Sjálvt tá kongshúsið var á
vitjan í summar, fekk Høgni
Hoydal tey fáu orðini hjá
Hennara Hátign Dronning
Margrethu í rangastrupan,
og hevur hann meylað um
taluna til nú hetta loysti av.
Men Høgni, eg meti tað
sum eina beistagerð ímóti
Føroya landi, tá tú sum størsti
talsmaður fekk blokkin
skornan við 366 mió. kr.
Tí tað vóru pengar, sum
føroyingar áttu. Tað kann
slást rimmar fast, tað hava
danskir statsministarir sagt
fleiri ferðir, at føroyingar fáa
einki úr Danmark. Danskarir
fáa líka nógv úr Føroyum.
Høgni Hoydal, legg hasa
stríðsøksina til síðis, og rætt
løgmanni eina hond, so tú
kann siga, at tú er partur
av tí positiva, sum hendir í
landinum.
Hvat kann mann siga um
Kina? Ja, teir hava helst
nokk størri trupulleikar enn
tey flestu.
Sjálvur haldi eg, at løg
maður skal ikki brúka alla
sína orku upp á Høgna Hoy
dal, tí tað er tað hann vil.
Størsta forakt er ikki at
svara aftur, men tað gongur
nokk ikki í politikki.
Neyðarróp til kinverjar
Løgtingsmaður
gerhard
loGNberg