týsdagur 17. januar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 17. januar 2006
11
Enn eitt stórt føroyskt
tónleikanavn er
komið á skránna fyri
Planet Awards. Talan
er um føroyska GBOB
vinnarin Marius við
fyrrverandi Flux
oddamanninum Hans
Marius Ziska
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Rokkbólkurin Marius gjørd
ist besti norðurlendski bólkur
í finaluni í altjóða kappingini
The Global Battle Of The
Bands. Á einum deildum
sætta plássi við amerikonsku
favorittarnar, vísti Marius, at
tá tað snýr seg um tónleik,
standa føroyingar ikki aftan
fyri heimsins størstu tjóðir.
Marius gjørdist yvir eina nátt
eitt heimsnavn í føroyskum
tónleiki.
Enn eitt navn
Á Planet Awards fer bólkurin
á pallin har Yggdrasil við
Kára Sverrisyni, Channe
Nussbaum Trio, Brandur K.
Jacobsen, Petsi Tvørfoss,
200, Terji Rasmussen og
Frændur eisini fara at
spæla.
Nýggir men royndir
Marius er ein nýggjur bólkur
og er eisini í uppskoti til Plan
etina fyri besta nýggja. Men
í bólkinum eru fleiri royndir
tónleikarar. Fyrst og fremst
Hans Marius Ziska.
Hans Marius gjørdi fyrsti
ferð um seg á føroyska
tónleikapallinum í Prix
Føroyum 1999, tá Flux í
hvítum ketildraktum fingu
allar føroyingar at nikka við
til Mr. Headless. Nikkanin
helt fram í fleiri mánaðar í 15
teimum bestu. Hans Marius
var sangskrivari í Flux og
tað gjørdist beinanvegin
greitt, at her var talan um
ein sterkan oddamann við
ótrúliga góðum oyra fyri
fangandi popprokkløgum.
Marius úr Flux
Flux spældu saman í fleiri
ár, og luttóku aftur í Prix
Føroyum í 2001 og 2003,
men náddu ongantíð upp á
sama popularitet sum við
mr. Headless. Flux gav í
2003 eina fløgu út við fimm
løgum, ið ikki fekk nakra
serliga móttøku.
Hans
Marius
gavst
stutt eftir hetta í Flux og
stovnaði Marius. Eins og
í Flux er sangskrivarin og
høvuðsdrívmegin í Marius,
Hans Marius. Sambært
Hans Marius eru bólkarnir í
stóran mun líkir, men menn
eru blivnir eldri og meira
konsentreraðir, meira við
uppá tað og meira kitch
uttir.
Poppkent krem
Skulu vit døma eftir fram
førsluni á The Global Battle
Of The Bands, so er Marius
eisini væl poppkendari enn
Flux. Eisini spælir bólkurin
munandi betur. Tað tykist,
sum um Hans Marius Ziska
endiliga hevur fingið teir
tónleikararnar, ið hansara
gávur hava uppiborið.
Á gittara spælir ein av bestu
føroysku gittarleikarunum.
Heðin Ziska Davidsen hevur
bæði innan rokk og jass sligið
sítt navn rimmarfast. Hann
gjørdist kendur í Føroya
størsta tungmálmsbólki
Hatespeech miðskeiðis í
90’árunum. Men hevur
síðan tá luttikið á nógvum
ymiskum jass-, fólka og
poppfløgum.
Tangentleikarin Knút
Háberg Eysturstein er kend
ur sum solistur, sum gittar
leikari í Marigold, sum
tangentleikari hjá Peturi Pól
syni og í Gestum. Í øllum
bólkunum uttan Marigold
hevur hann spælt saman við
Niels Jákup í Jógvanstovu,
ið eisini spælir bass hjá
Marius. Á trummum spælir
Jens Pauli Joensen.
Bólkurin spældi í summar
á G!, og síðan tá hava teir
arbeitt nógv við tónleikinum
sigur Hans Marius. Hann
hevur alla tíðina trúð uppá
góðskuna í løgunum, men
hevur samstundis vita,
at tey kravdu arbeiði fyri
at gerast enn betur. Hans
Marius greiður frá, at tá
hann skrivar tónleik, so
skrivar hann ikki bara eitt
lag, hann skrivar eisini
nógv av tí, sum ljóðførini
skulu spæla t.d. gittarlinjur
og tílíkt, so tá teir arbeiða
við tónleikinum, sigur hann
ofta tónleikarunum, hvat
teir skulu spæla, og hann
veit væl, at hann trýstir teir,
og at hann nokk er ræðuliga
irriterandi viðhvørt. Men
úrslitið er sera gott.
Marius fløga
Beint áðrenn luttøkuna í
GBOB finaluni var Marius í
upptøkuhølið í Útvarpinum,
har bólkurin saman við
tøkninginum Finni Hansen
tók tónleik til eina fløgu
upp. Vónandi kemur fløgan
í hesum árinum. Men meðan
vit bíða, kunnu vit lurta eftir
Marius á Planet Awards
leygarkvøldið 28. januar.
Marius spælir á
Planet Awards
Øll fartelefonhald hjá
Føroya Tele kunnu luttaka
í atkvøðugreiðsluni, um
hvør skal fáa planetirnar.
Hvør atkvøða kostar 5 kr.
SMS atkvøðurnar telja
helmingin av endaliga
úrslitinum. Til ber at
atkvøða einaferð innan
hvørja kategori fyri hvørja
fartelefon.
Tú atkvøður við at
senda eitt SMS til 1441.
Hvør atkvøða telur sum
ein lutaseðil í kappingini
um eina ferð fyri tvey á
rutunetinum hjá Atlantic
Airways, eina Samsung
E 730 fartelefon, og eitt
árshald av Sosialinum.
Nøvnini á vinnarunum
verða kunngjørd á Galla
veitsluni og løgd á heima
síðuna planet.fo sama
kvøld. Tey verða somuleiðis
prentaði í Sosialinum
mánadagin 30. januar.
Ver við
til at velja
vinnararnar
Besta útgáva
• A Place to Stand On – Deja Vu, send til 1441: pla bu 1
• Førist – Páll Finnur Páll, send til 1441: pla bu 2
• Koma – Petur Pólson, send til 1441: pla bu 3
• Morning Dew – Høgni Lisberg, send til 1441: pla bu 4
• Viva La Republica – 200, send til 1441: pla bu 5
Besti føroyski (bólkur/einstaklingur)
• 200, send til 1441: pla bf 1
• Go Go Blues, send til 1441: pla bf 2
• Lama Sea, send til 1441: pla bf 3
• Makrel, send til 1441: pla bf 4
• Marius, send til 1441::pla bf 5
Besti sangari
• Brandur Karlson Jacobsen, send til 1441: pla bs 1
• Janus Rasmussen, send til 1441: pla bs 2
• Kári Sverrisson, send til 1441: pla bs 3
• Kim Hansen, send til 1441: pla bs 4
• Teitur Lassen, send til 1441: pla bs 5
Besta songkvinna
• Eivør Pállsdóttir, send til 1441: pla bk 1
• Guðrið Hansen, send til 1441: pla bk 2
• Guðrun Sólja Jacobsen, send til 1441: pla bk 3
• Lena, send til 1441: pla bk 4
• Petsi Tvørfoss, send til 1441: pla bk 5
Besti nýggi (bólkur/einstaklingur)
• Lama Sea, send til 1441: pla bn 1
• Marius, send til 1441: pla bn 2
• Petur Pólson, send til 1441: pla bn 3
• Poppkorn, send til 1441: pla bn 4
• The Dreams, send til 1441: pla bn 5
Besti útlendski (bólkur/einstaklingur)
• Green Day, send til 1441: pla ub 1
• James Blunt, send til 1441: pla ub 2
• Madonna, send til 1441: pla ub 3
• Nephew, send til 1441: pla ub 4
• Tim Christensen, send til 1441: pla ub 5
Marius gjørdist yvir eina nátt eitt heimsnavn í føroyskum tónleiki
Niels Arge Galan