týsdagur 17. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 12 - 17. januar 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Tíðindaskriv
NTM.fo, føroyska greinin
av New Tribes Mission,
fær í komandi viku vitjan
av hjúnunum Bill og Sheila
Meerstra úr Canada. Tey
virka sum umboðsfólk
fyri New Tribes Mission í
Canada. Bill og Sheila hava
verið á skúla saman við fleiri
føroyskum trúboðarum, m.a.
Símun í Túni, trúboðara
í Venesuela og Ragnar
Niclasen, trúboðara á Filips
oyggjunum. Bill hevur
eisini undirvíst í mong ár
á venjingarskúlanum hjá
NTM í Canada.
Tey koma til Føroyar hós
dagin 19. januar og steðga
her til týsdagin 31. januar.
Meðan tey eru her, luttaka
tey á møtum á hesum støðum:
Ebenezer í Havn, Hebron á
Argjum, Berøa í Saltangará,
Lívdini í Hoyvík, Salem á
Tvøroyri, Vitninum í Hvalba,
Betesda í Klaksvík, Saron á
Viðareiði.
Sí annars lýsing aðrastaðni
í blaðnum.
Møtirøð við Bill & Sheila Meerstra
Hjúnini Bill og Sheila Meerstra úr Canada vitjað í Føroyum í døgunum 19. – 31. januar
Í sambandi við
ráðstevnuna um
ferðslutrygd í Norður
landahúsinum
hósdagin 19. januar,
er høvuðsrøðarin
á ráðstevnuni,
Thomas Carlson,
fjølmiðlaleiðari hjá
NTF í Svøríki, komin
til landi fyri at kunna
seg um føroyska
vegakervi
Ferðslutrygd
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fyrsti røðarin á ráð
stevnuni
„Lívsneyðug
ráðstevna - RFF 30 ár“,
Thomas Carlson, sum er
fjølmiðlaleiðari hjá ráðnum
fyri ferðslutrygd í Svøríki,
NTF (Nationalföreningen
för
Trafiksäkerhetens
Främjande), er komin til
Føroyar nakrar dagar áðrenn
ráðstevnuna fyri at kunna seg
um vegakervið í Føroyum.
Hetta er triðju ferð
at Thomas Carlson er í
Føroyum. Hesaferð er tað
við tí fyri eyga at síggja
hvussu føroyska vegakervið
sær út, serliga við atliti til
ferðslutrygd. „Hetta er
avgjørt ein fyrimunur, tá
eg skal halda fyrilesturin
í
Norðurlandahúsinum,
sigur Thomas Carlson við
Sosialin.
Fyrilesturin hevur fingið
heitið „Nollvisionen - utopi
eller verklighet“.
Niðurstøðan hjá Carlson
er, at ein ferðsla, har øll
akta lógirnar, kann gerast
ferðslutrygg - sæð í tí
ljósinum er Nullhugsjónin
eingin utopi, sigur hann.
Tað er Synergi, sum skipar
ráðstevnuna fyri Ráðið fyri
Ferðslutrygd.
Ferðslutrygd 30 ár:
Carlson kunnar seg um føroyska vegakervið
Thomas Carlson, fjølmiðlaleiðari hjá NTF í Svøríki, koyrir í hesum døgum kring landið og kunnar seg um føroyska vegakervi
Vilja hava
kvinnu til
biskup
Í 1994 sluppu kvinnur
at virka sum prestar í
anglikonsku kirkjuni í
Bretlandi, og í dag er fimti
hvør prestur kvinna. Men
tað er ikki nóg mikið, siga
summi, og tey krevja nú, at
Bretland skal fáa sín fyrsta
kvinnuliga biskup.
Tað ljóðar, at leiðslan
í kirkjuni er ikki serliga
fegin um hugskotið, men
kortini stendur í einari
frágreiðing hjá kirkjuni, at
Bretland kann fáa sín fyrsta
kvionnuliga biskup í 2012.
Í frágreiðingini verður
sagt, at tað fer at taka sína
tíð at fáa ta fyrstu kvinnuna
í eitt bispaembætið, tí slík
embæti eru ikki leys á
hvørjum ári, og harafturat
er neyðugt, at minst ein
kvinna er skikkað til
embætið.
Bílig
arbeiðsmegi
í Noregi
Tey seinastu árini er virk
semið í norsku byggi
vinnuni økt nógv, men
kortini vísa hagtøl, at talið
á arbeiðsleysum hand
verkarum hevur verið
veksandi.
Orsøkin er, at norsk
byggifeløg og norskir
smiðir verða skúgvaðir
til viks, og at smiðir úr
teimum eysturevropeisku
londunum verða boðsendir
ístaðin fyri, tí teir krevja
ikki so høga løn sum
teir norsku smiðirnir,
skrivar
Aftenposten.
Hetta sæst eisini aftur í
hagtølunum. Í fjør høvdu
23.000 eysturevropearar
arbeiðsloyvi í Noregi, og
tað var tvær ferðir so nógv
sum í 2002.
Enn hevur tann útlendska
arbeiðsmegin ikki tikið
arbeiðið frá so nógvum
norskum smiðum, tí virk
semið í byggivinnuni er
so stórt. Men talsmenn hjá
handverkarafeløgunum
siga, at minkar virksemið,
verða teir norsku smiðirnir
koyrdir til hús fyrst, tí
teir eru dýrari enn teir
útlendsku. Tí vilja feløgini
hava politikararnar at skipa
so fyri, at teir útlendsku
smiðirnir skulu hava somu
løn sum teir norsku fyri at
javna kappingina.
Mótmæli í
Mongolia
Umleið
2.000
fólk
gingu mánadagin mót
mælisgongu í mongolska
høvuðsstaðnum
Utam
Bator. Tey mótmæltu
korrupsjón í almennu
umsitingini og løgdu Nam
baryan Enkhbayar, forseta
undir at vera tanbn ringasta
svikaran. Tí kravdu tey,
at forsetin fer frá, og at
tjóðartingið verður sent til
hús.
– Nú er neyðugt við broyt
ingum. Vit gerast fátækari
fyri hvønn dag, sum
fer, samstundis sum teir
almennu rænastumenninir
verða ríkari og ríkari.
Nú má okkurt henda,
stóð á flogseðlum, sum
mótmælisfólkini høvdu
við sær. Tey róptu eisini,
at kollveltingin er byrjað,
og at mongolska fólkið
svøltar. Kortini var mót
mælisgongan friðarlig.
Politiskur
ruðuleiki
hevur valdað í Mongolia,
síðani ein av flokkunum
tók seg burtur úr stjórnar
samgonguni í síðstu viku.
Flokkurin vil vera við, at
forsætisráðharrin hevur
gjørt alt ov lítið fyri at fáa
enda á korrupsjónini í alme
nnu umsitingini og at loysa
teir stóru trupulleikarnar
av fátækradøminum í land
inum.
Veturin
kravt nógv
mannalív
Veturin hevur verið sera
ringur í Japan við nógvum
kava, og higartil hevur
vetrarveðrið kostað 95
mannalív, skrivar AP úr
Tokyo.
Myndugleikarnir siga,
at veturin hevur verið ser
liga ringur har norðuri í
landinum. Tann seinasta
mánaðin hevur tað kavað
sera illa har, og nógvastaðni
hava
myndugleikarnir
sent hermenn at hjálpa
fólki, sum hava verið
innikavað. Umleið 2.000
hermenn hava tikið lut í
arbeiðinum at rudda kava
av húsatekjunum og at
grava fólk út.
Sambært myndugleik
unum er hetta tann ringasti
veturin í meiri enn 20 ár.
Veturin 1983-84 var eisini
ógvuliga ringur, og tá
doyðu 131 fólk.