týsdagur 17. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 17. januar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan
við
Lydiu
Mohr, Tórshavn, fer
úr kapellinum á Lands
sjúrkshúsinum í dag kl.
18. Jarðarferðin verður
mikudagin 18. januar kl.
13 úr Havnar kirkju.
Kistan við Astrid Samu
elsen av Tvøroyri, fer
úr sjúkrahúskapellinum
mikukvøldið kl. 18:00
í Salem. Jarðarferðin
verður úr Salem hósdagin
19. januar kl. 13. Tey
ið vilja minnast Astrid
kunnu lata Zarepta eina
peningagávu, konto í
peningastovnunum.
Rosia Vestergaard,
Sumba, búsitandi í
Keypmannahavn, and
aðist Mánadagin 16.
januar, 82 ára gomul.
Jarðarferðin verður 24.
januar úr Jesukirke í
Valby kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
18. januar. Prisca. Ung genta, sum einaferð í 3. øld verður
hálshøgd fyri trúar sakir. Gomlu jól enda, tá ið jóladagur
er 6. januar eftir julianska kalendaranum. Dagurin verður
eisini róptur gamli trettandi. Vilt tú verða ríkur, skal tú
gomlu trettandu nátt ganga út og sita á kjørbreyt.
Magnus Heinason varð hálshøgdur hendan dagin í
1589.
Í dag fyllir ein vælkendur
Tvøroyramaður og suðring
ur, Heri Niclasen, stjóri á
Ferðaráðnum 60 ár. Heri er úr
góðum bergi brotin úr báðum
ættum. Tað sera skemtliga
og framúr hittinorðaða man
hann tó hava frá faðirinum,
Herlufi hjá Rudolf. Sum
ungur telegrafistur starv
aðist Heri í Grønlandi eitt
nú í Qeqertassuaq ella
Godhavn heilt har norðuri
í Diskovíkini. Hetta vóru
hendingarík og spennandi ár,
og ein fragd er tað at hoyra
Hera siga frá hesum árum.
Heri hevur eisini starvast
hjá Lyngby Radio, men mest
er hann tó kendur fyri sítt
stóra og slóðbrótandi arbeiði
fyri føroyska ferðavinnu.
Hann byrjaði hjá Smyril
Line og síðan gekk leiðin til
Atlantic Airways fyri síðan
at enda í stjórasessinum
á Ferðaráð Føroya - ein
tignarlig og væluppiborin
starvsleið eftir rættiliga stutt
skeið. Heri er vældámdur og
góður starvsfelagi og uttan
mun til hvat starv talan
er um, so hevur virksemi
hansara verið eyðkent av
samstarvsanda, góðum hug
skotum, hugflogi, nýhugsan
og áræði.
Heri Niclasen ger ofta vart
við seg á sín bersøgna og
sermerkta hátt, sum tá hann
á ráðstevnu um føroyska
ferðavinnu suðuri í Vági í
mai 2004 legði fram eina
sera fjølbroytta og visionera
ætlan fyri nýtlsuna av
nýggja Smyrli. Hann mælti
til nýhugsan og til at sleppa
gamlari vanahugsan. Tað
var á hesi ráðstevnu, at Heri
endaði sína frálíku framløgu
við á sín vælkenda lætta og
skemtiliga hátt sláa fast, at
”Nýggi Smyril skal verða
Føroya størsta kassatól!”
Betri kundi tað ikki sigast.
Jú, Heri dugir at taka til. Og
betri ráð kundi eingin havt
givið Strandferðsluni.
Heri Niclasen er ein dugna
ligur og visionerur ferða
vinnumaður. Undir hansara
leiðslu hevur Ferðaráðið
ment seg og funnið sítt
pláss í samfelagnum og í
mun til privatu og almennu
ferðavinnuna. Hann hevur
í hesum sambandi fleiri
álitistørv, og er hann eitt nú
limur í nevndini fyri Fitur.
Tað er eingin einføld og løtt
uppgáva at standa á odda
fyri føroyskari ferðavinnu.
Føroyingar vilja bæði hava
turismu og ikki hava turismu.
Hetta skilir Heri sum fáur.
Hann kennir land og fólk
og veit væl, at eitt so lítið
land við eini viðbreknari
náttúru og sermerktari
mentan tolir bert eitt ávíst
tal av turistum. Tað ræður
um at finna javnvágina og
at fáa sum mest burturúr til
ferðavinnu og samfelag úr
hesari javnvág. Her hevur
Heri sýnt bæði vit og skil og
at duga væl at stýra millum
skerini.
Privat er Heri ein vinsælur,
blíður og framúr skemtiligur
maður, samstundis sum
hann innast inni er ein sera
álvarsamur maður. Hetta er
eitt lyndiseyðkenni hansara
og hann veit, at livið er bland
av gaman og álvara. ”Søtt og
beiskt er bland mær lutað”
sum sálmaskaldið sigur.
Heri er ein sannur meistari at
siga frá og dugir væl at skifta
millum gaman og álvara.
Hesi evni hansara eru dømi
um eitt frásøgukynstur, sum
eyðkendi partar av gomlu
mentanini í Føroyum. Hetta
er eitt kynstur, sum er við
at hvørva, og sum tey lærdu
nú leita eftir við ljós og lykt.
Tey kundu lært nógv av
Hera. Heri er hittinorðaður
sum fáur og hetta hevur
hann sum kunnugt ikki
frá fremmandum. Men
Heri kennir sum flestøll
menniskju eisini til lívsins
álvara og til menniskjans
beisku kor. Fáur dugur sum
hann at greiða frá stríðnum
hjá fólki á Tvøroyri fyri betri
lívskorum og fyri rættinum
til eitt gott og trygt lív. Hetta
hevur hann heldur ikki frá
fremmandum. Heri er á
mangan hátt eitt sjáldsamt
menniskja - ein av hesum,
sum tú fert frá ríkari í sinn
inum, enn tá tú kom. Vit
eru mong, sum ynskja Hera
Niclasen hjartaliga tillukku,
nú hann fer um tey sekstiog
ynskja alt tað besta.
Føðingardagin er Heri
burturstaddur.
Vinir
Heri Niclasen 60 ár
Hósdagin í farnu viku
andaðist Mogens Lützen,
Tórshavn, 96 ára gamal. Tá
Ellen og Mogens Lützen í
fjør heyst høvdu verið gift í
73 ár, skrivaði FF-blaðið, at
hetta var longsta hjúnarlag,
nakar veit um at siga í
Føroyum.
5 vóru børnini í hjúna
lagnum: Valdemar, Anni,
Kim, Eydna og Herluf,
sum doyði í 80-unum. Eis
ini vaks systursonurin hjá
Ellen, Ellindur, upp hjá
teimum.
Mogens og Ellen giftust
í 1932, sama ár sum Mog
ens kom aftur úr Keyp
mannahavn, har hann
hevði verið á handilsskúla.
Mogens var alla ævi sína í
familjufyritøkuni Valdemar
Lützen, hann tók við sum
stjóri eftir pápan, tá var
hetta ein tann størsti
brenni- og tilfarshandil í
Føroyum.
Síðan 1954 til fyri stutt
um, hevði fyritøkan p.f.
Valdemar Lützen eisini
ísinkram- og glasvøruhandil
í gomlu handilshølunum hjá
Z. Heinesen í Vágsbotni.
Mogens Lützen var
kendur vinnulívsmaður,
álitismaður í fleiri tíðandi
vinnulívsnevndum.
Tá heimsbardagin brast
á, varð Mogens saman við
Robert Brockie enskur
varakonsul. Valdemar og
Mason vóru enskir konsular
í Føroyum. Mason hevði
skrivstovu hjá Valdemar
Lützen. Tað er óneyðugt
at siga, at hetta hava verið
týdningarmiklir sessir undir
bretsku hersetingini.
Mogens sigldi undir
krígnum fleiri túrar til
Onglands við tangabátum,
sum sigldu til Føroyar.
Hesar ferðir vóru í
handilsørindum og eisini í
konslaørindum.
Tað kann verða nevnt, at
teir fýra sum røktu konsla
starvið, vóru samdir um,
at føroyska flaggið skuldi
góðkennast, og sendu
teir fjarrit til London við
hesum boðum. Hetta hev
ur havt sína vekt og er
eisini ein partur av okkara
flaggsøgu.
Seinni varð Mogens
franskur konsul, til sonurin
Valdemar tók yvir. Valde
mar legði hetta átilisstarv
frá sær, tá hann fylti 70 ár
í 2003.
Mogens var eini 25 ár,
fram til 1980, nevndarlimur
í Føroya Banka. Her var
hann kendur sum álitis
maður.
Mogens
var
leingi
virkin limur í Føroya
Arbeiðsgevarafelag og
Havnar Arbeiðsgevara
felag. Í bókini hjá hesum
feløgum “Semjur og Stríð”,
fær Mogens tað skoðsmál,
at hann var ein ein trúfastur
limur.
Ellen og Mogens búðu øll
árini í Sigmundargøtu, tá
foreldur Mogens vóru farin
av foldum, fluttu tey í vøkru
húsini í Sigmundargøtu 7,
sum H.C.W. Tórgarð tekn
aði og smíðaði í 1927. Har
búðu tey, til tey nú fluttu á
Lágargarð.
Mogens Lützen
20. sept. 1909 - 12. jan. 2006
Sagt verður frá at kæra kona, mamma
og omma okkara
Lydia Mohr
Tórshavn, ættað úr Hvalvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum
leygardagin 14. januar, 66 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
týskvøldið 17. januar kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
mikudagin 18. januar kl. 13.00.
Jákup Andrias
Torstein, Uni og Rókur
www.sosialurin.fo