Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 12 - 17. januar 2006 HØGNI HOYDAL løgtingsmaður – Landsstýrið nýtti ikki fjaldar bandupp- takarar, og danska stjórnin hevur ongan- tíð hugsað um væl- ferðina hjá føroysk- um bygdafólki í sam- ráðingunum um full- veldi. Hví borðreiðir fyrrverandi danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, so við slíkum søgum? Og hvat hevur hann at fjala, spyr Høgni Hoydal í hesum aft- ursvari til viðtal við fyrrverandi danska løgmálaráðharran, Frank Jensen í Sosial- inum herfyri Undirritaði og Frank Jen- sen hava altíð havt góð per- sónlig viðurskifti og hava verið í mongum talvi sum politikarar. Vit práta javnan saman, skemta og stinga hvønn annan - og støkka inn á gólvið hvør hjá øðr- um á Christiansborg . Tá er ongin trupulleika at tosa saman sum vaksið fólk og at skilja hvønn annan. Tá er ongin sjónleikur, og allir gekkaskortar eru lagdir til viks. Hann segði mær undan jólum eftir ein fund á Christiansborg, at hann hevði gjørt eina samrøðu við »socialdemokraternes avis på Færøerne« um full- veldissamráðingarnar. Eg flenti við og segði, at tað verður helst gott undirhald. Eg var sjálvandi fullgreiður um, at nú var tað bara ein sjónleikur tað galt. Nú noyddist hann at fara í gekkaskortin sum fyrrver- andi danskur løgmálaráð- harri fyri socialdemokratar- nar, ið skal levera sínar boðskapir til floksfelagar- nar í Føroyum. Og Frank Jensen spælir júst tann leiklutin, sum hann heldur, at floksfelag- arnir á Sosialinum vilja hava hann at spæla. Hann er sera loyalur socialdemo- kratur, og tí hevur hann bert tríggjar einfaldar boðskapir í samrøðuni: 1. Fullveldisfólk vilja skapa stættarmun í Før- oyum. 2. Føroyingar á bygd kunnu ikki klára seg uttan danska hjálp. 3. Landsstýrið hevði fjaldar bandupptakarar á einum fundi, og tann danski løg- málaráðharrin mátti seta tann ólátaða Høgna Hoydal uppá pláss. Western-filmurin hjá Frank Eins og allir Hollywoood- filmar, so er søgan hjá Frank Jensen uppspunnin og partur av einføldum undirhaldi, sum hann rokn- ar við, at hansara floksfel- agar í Føroyum vilja hava. Frank Jensen skal skapa myndina av tí góða øðru- megin og tí ónda hinumeg- in: Tann góða socialdemo- kratiska stjórnin í Danmark vildi støðga teimum óndu fullveldismonnunum, ið vildu skapa stættarmun. Danmark er verjin hjá før- oyskum bygdafólki, ið ikki kunnu klára seg uttan Dan- mark. Hinumegin málar hann myndina av teimum óndu fullveldisfólkunum sum vilja socialdemokrat- iska paradísinum ann og vilja gera seg inn á vælferð- ina hjá tí vanliga føroyingi- num - og høvuðsbanditturin er Høgni Hoydal, sum enn- tá brúkar fjaldar bandupp- takarar ímóti tí góða og reiðiliga Frank Jensen. Altso: Júst sum ein skemtiligur Western-film- ur, har Frank er Lucky Luke á tí hvíta hestinum - og Høgni Hoydal er tann illsinti Joe Dalton á odda fyri Dalton-bandanum, sum bæði spreingir og stjelur. Og tey mest fanatisku og aggressivu javnaðarfólkini, ið altíð hava livað av at byggja hesa ósonnu mynd- ina upp fyri føroyingum, fegnast og fara upp at gart- era, tí nú fáa tey aftur vátt- að allar sínar barnsligu for- dómar (hygg bert at, hvør tekur hetta í álvara og gongur óður í lesarabrøv- um eftir samrøðuna við Frank). Frank misnýttur av Sosialinum Eg gerist ikki óður inn á Frank Jensen fyri tað. So- leiðis er spælið, sum hann hevur valt at vera partur í. Frank veit tó neyvan, hvussu langt og grovt hans- ara sjónleikur verður mis- nýttur í Føroyum. Hann trýr helst, at sjálvt Sosialurin hevur onkur mørk og í minsta lagi eitt vet av journalistiskum morali. Hann fær seg neyvan at trúgva, at í Føroyum kann ein politikari, ið verður pyntaður við heitinum »fyrrverandi løgmálaráð- harri«, siga hvat sum helst í Sosialinum, uttan at nakar setur spurnartekin við tað. Um Frank Jensen tildømis segði okkurt við danskar fjølmiðlar, har hann legði ein danskan starvsfelaga undir ymiskt ella viðgjørdi eina politiska samráðing, so hevði ongin fjølmiðil prenta tað uttan at spurt tann persónin, ið álopin varð ella spurt onnur, ið vóru við. Og Frank hevur uttan iva roknað við, at so- leiðis fór eisini at verða í hesum føri. Men Føroyar eru helst einasta pláss í vesturheimi- num, har eitt av størstu bløðunum kann varpa for- síðusøgur út, uttan at fylgja teimum mest einføldu grundreglunum í journali- stikki og sømiligheit, nevn- iliga: Kanna tínar keldur. Lat ongantíð eina søgu standa á einum beini, men kanna sjálvur, hvat er fakta í einum máli. Og lat ongan- tíð úttalilsi hjá einum per- sóni, sum hevur áhuga í at fáa hendingar at síggja út til sín egna fyrimun, standa einsamøll (og tá er tað líka- mikið, um persónurin eitur Frank Jensen ella Høgni Hoydal). Spyr sum minsta- mark aðrar keldur, og skriva onki, fyrr enn tú hev- ur fleiri keldur at byggja á. Máti skal vera við at undirmeta føroyingar Sosialurin spyr ikki undir- ritaða ella onnur fólk, sum hava verið við á fundunum, um pástandirnar hjá Frank Jensen. Kortini varpa teir út forsíðusøgur, sum eru ó- sannar og verða sendar út til alt Føroya fólk beint undan jólum. Ein føroyskur politikari, sum ikki er í krit- húsinum hjá Sosialinum, noyðist tí at nýta stóra orku til støðugt at afturvísa for- dómar og ósannar søgur úr Sosialinum. - Ja, enntá av Portalinum hjá Føroya Tele, tí av einihvørjari ófatiligari grund leggur almenna part- afelagið, Føroya Tele, sum flestu okkara gjalda til, sína heimasíðu opna fyri grovari flokspolitiskari propaganda frá Sosialinum - hvønn dag í viku og alt samdøgrið. Ikki tí. Eg veit, at ongin sum tímir at hugsa seg um, hoppar upp á sjónleikin hjá Frank Jensen. At Nyrup- stjórn vildi støðga fullveld- isætlanini, tí hon var »áh so bangin um livistøðið hjá føroyingum á bygd!« Eg meini tað... máti skal vera við at halda føroyingar vera naivar. Fólk kunnu jú bara hugsa um tey krøv, ið danska stjórnin setti føroy- ingum undir kreppuni, sum bæði skaptu stóran stættar- mun og kravdi bygdaskúlar, virkir og sjúkrahús á bygd niðurløgd beinanvegin. Kortini skal eg fyri søg- uligu javnvágna hervið skrivliga afturvísa Holly- wood-søguni og uppáhald- unum hjá Frank Jensen og Sosialinum og greiða frá míni fatan og mínum met- ingum. (So mugu fólk sjálvi meta um, hvørjum tey trúgva og hvussu tey gera sær eina heildarmynd av gongdini. Vónandi fáa vit eisini skjótt skrivligar keldur til hendingarnar, sum kunnu gera tað lættari at fáa eina óheftari mynd). Hví vildi Nyrup steðga fullveldisætlanunum? Tað er yvirhøvur onki løgið í tí, at Nyrup-stjórnin vildi steðga fullveldissamráðing- unum. Sjálvandi vil Dan- mark ikki missa valdið í Føroyum, tí tað hevur al- stóran týdning fyri støðu Danmarkar í altjóða heimi- num. Bæði í altjóða poli- tikki, hernaðarliga og bú- skapar-liga. Bara samhand- ilin millum Føroyar og Danmark gevur danska bú- skapinum stóran fyrimun, og hernaðarliga hevur Dan- mark spart milliardaupp- hæddir í sínum viðurskift- um við Nato, orsakað av Føroyum og Grønlandi. Um gongd kemur á olju- vinnu undir Føroyum, so vil eisini bara tað peninga- renslið, sum fer umvegis danska gjaldoyrað og tað samstarv og tey agentur, sum danskar fyritøkur hava í Føroyum, geva stóran fíggarligan fyrimun í danska búskapinum. Hartil vildi Nyrup-stjórn- in sjálvandi ikki játta eina rímiliga samráðing og rími- ligar treytir í einum full- veldissáttmála, tí tað hevði kunnað elvt til somu krøv úr Grønlandi. Eisini var Danmark undir stórum trýstum frá sínum sam- starvslondum í ES, tí ein virðilig samráðing og ein virðilig avtala millum Dan- mark og Føroyar, hevði kunnað elvt til, at tjóðir, ið stríðast fyri fullveldi í eitt nú Spania, Italia og í Stóra- bretlandi, høvudu kunnað nýtt eitt føroyskt fyridømi at leggja trýst á sínar stjórn- ir. Hetta vita øll, sum bara kenna eitt lítið sindur til al- tjóða politikk og hava ein farra av innliti í politiska arbeiðið í danska forsætis- málaráðnum. Og tað er onki at lasta dønum fyri. Soleiðis vildi Frankie goes to »Altso: Júst sum ein skemtiligur Western-filmur, har Frank er Lucky Luke á tí hvíta hestinum - og Høgni Hoydal er tann illsinti Joe Dalton á odda fyri Dalton- bandanum, sum bæði spreingir og stjelur…« ” »Eg veit, at ongin sum tímir at hugsa seg um, hoppar upp á sjónleikin hjá Frank Jensen. At Nyrup-stjórn vildi støðga full- veldisætlanini, tí hon var »áh so bangin um livistøðið hjá føroyin- gum á bygd!« Eg meini tað…« ” – Hví tók Frank Jensen knappliga spurningin um bandupptakaran upp mitt á fundinum í Føroyum, hóast øll høvdu sæð hetta frá byrjan? Hevði hann sagt okkurt, sum hann angraði? Hví noktaði danska stjórnin í felag at skjalfesta alt, sum fór fram ella at gera felags fundarfrá- greiðingar, spyr Høgni Hoydal