Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 15 ein og hvør stjórn í øllum teimum evropeisku londu- num eisini gjørt. Alt annað hevði verið ábyrgdarleyst sæð við teirra brillum Trupulleikin hjá donsku stjórnini í mun til stjórnir í øðrum kolonilondum, er bert tann, at hon í neyvum samstarvi við føroyskar flokkar, hevur billað føroy- ingum inn, at Danmark hevur ongin áhugamál í at hava Føroyar undir sínum valdi. At Danmark bert verjir okkum móti tí stóru verð og vil tryggja vælferð- ina hjá føroyingum. Og hendan fjanti-søgan er ser- liga skapt í søguliga sam- starvinum millum føroysk- ar og danskar socialdemo- kratar. Tí verður alt so óerligt og fylt av hykli. Tí noyðist Ny- rup-stjórnin at balla síni á- hugamál inn í hesa følsku mynd av, at Danmark hugs- ar um vælferðina hjá tí van- liga føroyinginum. Og tí tosar Nyrup-stjórnin (og Frank Jensen) soleiðis nið- ur til føroyingar, at tað mest minnir um, tá ein pápi í gomlum døgum tyktaði síni børn, men segði: Hetta er alt fyri tína egnu skyld og tú fert at takka mær seinni. Hvussu steðgaðu sam- ráðingarnar? Eg haldi, at danska embæt- isverkið og Nyrup-stjórnin vórðu sera dugnalig at steðga fullveldissamráðing- unum. Tey vistu, at um tú fyrst trýstir á pengapungin, so fært tú fyri tað fyrsta teir táverandi andstøðuflokkar- nir í Føroyum at ræða før- oyingar við mistari vælferð. Síðani vistu tey eisini, at um tú bara dregur samráð- ingarnar út og trýstir á røttu knøttarnar, so fært tú eisini split ímillum táverandi samgonguflokkarnar. Um tú hartil roynir at lýsa loys- ingarrørsluna og serliga Tjóðveldisflokkin sum rab- iatar og kantutar kanuttar, so er tað ein gáva til allar hinar flokkarnar, sum vilja leggja frástøðu til Tjóð- veldisflokkin. Harafturat kanst tú eisini í danska al- menninginum hanga føroy- ingar út sum nassarar, ið vilja gera sær dælt av donskum pengum í mong ár, og sum eru ótakksamir fyri alt sum dankarm hevur gjørt fyri teir. Hetta visti Nyrup væl og spældi kortini sera dugna- liga. Vit, sum samráddust fyri landsstýrið, dugdu als ikki at standa ímóti í hesum spæli og vóru alt ov ósamd innanhýsis, so tað var bert ein spurningur um tíð, áðr- enn split kom í. Og so áttu vit eisini at havt gjørt okkum púra greitt frá byrjan: Nyrup- stjórnin fór ongantíð at gera nakað, sum gekk ímóti tí, sum føroyski javnaðar- flokkurin vildi. Sum fleiri av teimum framstandandi fólkunum donsku megin borðið hava sagt mær síð- ani: Nyrup kundi ikki gera annað. Tann avgerandi at- kvøðan undir donsku stjórnini, var jú tann hjá føroyska javnaðarumboð- num á fólkatingi. Um Ny- rup gjørdi nakað, sum gekk beint ímóti føroyska javn- aðarumboðnum, so kundi stjórnin beinanvegin fingið ein meiriluta ímóti sær í javnvágini millum and- støðu og stjórn á fólkatingi. Tí var tað sera naivt av okkum í landsstýrissam- gonguni at trúgva, at javn- aðarflokkurin í Føroyum fór at hálsa um og stuðla fullveldisætlanini. Og tí kundu vit sitið alt val- skeiðið út og samráðst, utt- an at nakað úrslit kom á borðið. Nyrup-stjórnin koyrdi hart á - og tað eydnaðist. Í dag endurtekur Frank Jen- sen so sama sjónleikin, ið tá varð spældur. Fullveldi økir ongan stættarmun Uppáhaldið hjá Frank Jen- sen um, at fullveldi hevði økt stættarmunin í Føroy- um, er sjálvandi partur av tí stóra bluffinum, sum trútt- að er niður í føroyingar í mong ár. Danskir pengar í Føroyum eru altíð farnir til at stuðla teimum ríkastu og hava sloppið teimum væl- bjargaðu og vinnulívspeku- lantum undan ábyrgd fyri at gjalda fyri okkara felags væleferð. Hugsa bert um studningin til vinnulívið og bankabjargingarnar. Meðan fullveldissam- gongan sat og minkaði blokkstuðulin, hendu størstu sosialu betringar í Føroyum í mong ár og stættarmunurin minkaði. Í dag gongur sjón fyri søgn, at ein føroysk samgonga við javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at økja stættarmunin almikið við grovum skattalættum til tey ríkastu, studningi og ser- skipanum fyri útvaldar samfelagsbólkar. Haraftur- at var tað beinleiðis við fullveldinum sum drív- megi, at tað eydnaðist at forða fyri, at studningsør- skapurin varð uppafturtikin frá 1998-2003. Ongin fjaldur bandupptakari Royndin hjá Frank Jensen at endurtaka fordómsfullu myndina av teimum óndu fullveldisfólkunum við Høgna Hoydal á odda, er sjálvandi eisini bluff og sjónleikur. Í fyrsta lagi vórðu allar avtalur brotnar um eina sið- iliga samráðing. Allar royndir at gera eina avtal- aða og felags mannagoingd fyri samráðingarnar vórðu sópaðar á borðinum, longu tá fyrsti samráðingarfundur byrjaði. Tí bað landsstýrið um steðg í fundinum - og meðan føroyska samráðin- arnevndin sat í einrúmi og viðgjørdi , um tað yvirhøv- ur loysti seg at halda fram, helt Nyrup pressufund um fíggjarliga trýstið á før- oyska almenningin. Tá skuldu samráðingarna longu verið avblástar, men semja fekst ikki um tað før- oysku megin. Undir samráðingunum í Keypmannahavn varnaðust føroysk embætisfólk , at tey donsku embætisfólkini nýttu diktafonir- altso smá- ar bandupptakarar - helst til tess at kunna skriva full- fíggjaðar fundarfrágreið- ingar. Vit hildu onki løgið vera í hesum. Vit høvdu jú skot- ið upp, at allir teir formligu samráðingarfundir nir vórðu tiknir uppá sjónband. Tað varð greitt afturvíst av Nyrup-stjórnini. Vit høvdu eisini skotið upp, at felags fundarfrá- greiðingar vórðu skrivaðar eftir hvønn fund, sum part- arnir vóru samdir um. Hetta varð eisini greitt aft- urvíst. So ongantíð betur, um alt varð tikið upp á ljóð- band. Á fundinum í Føroyum millum undirritaða og Frank Jensen hevði eitt av føroysku embætisfólkunum eisini eina diktafon á borði- num - mitt á borðinum, ein góðan metur frá Frank Jen- sen. Og undir fundinum varð bandið skift fleiri ferð- ir. Hetta til tess at kunnað skriva eina fullfíggjaða fundarfrágreiðing. Har varð onki fjalt og ongin tók hetta uppá mál yvirhøvur. Men sum fund- urin leið, komu ymsar grundleggjandi ósemjur fram. Danski løgmálaráð- harrin segði millum annað í sera kontantum orðum, hvørja støðu danska stjórn- in hevði til rættindini hjá føroysku tjóðini og hvat vald, Danmark ger krav upp á í Føroyum. Eftir hesa hending bað hann um steðg í fundinum og vit fóru í einrúm báðir. Har vildi hann vera við, at teir ongantíð høvdu góðtik- ið, at fundurin skuldi takast upp á band, og hann bað meg bønliga um, at bondini vórðu koyrd burtur. Hann legði eisini dent á, at hann vildi ikki halda fram við fundinum, um ikki bandupptakarin varð tikin av borðinum og bondini vórðu slettað. Eg segði, at eg skilti ikki rættiliga trup- ulleikan. Endamálið mátti vera, at vit fingu eina so eftirfarandi og neyva frund- arfrágreiðing sum gjørligt. Men um tað hevði so stóran týdning fyri hann, og um tað var ein treyt fyri at halda fram við fundinum, so skuldi eg tryggja, at vit beindu bandupptakaran og bondini burtur. Og hesi boð gav eg embætisfólkunum. Hvør vil fjala veruleikan? Sostatt var onki fjalt ella løgið í framferðini hjá em- bætisfólkunum. Eg helt sjálvur, at tað var ein fínur háttur at skjalfesta og skjalprógva samráðingar- gongdina - serliga tá danska stjórnin noktaði at gera felags fundarfrágreið- ingar. Eg havi als ongar trupul- leikar av um so er, danska stjórnin hevur tikið alt upp á band, sum eg havi sagt undir samráðingum ella í telefonsarmøðum - og sjálvandi hava tey tað. Tað hevði verið ein stórur demokratiskur fyrimunur og ein fongur fyri eftirtíð- ina og søguskrivingina, um alt varð lagt alment fram og vit sluppu undan at keglast um, hvør segði hvat. Men hvør er trupulleikin hjá Frank Jensen og donsku stjórnini? Hví tók Frank Jensen knappliga spurningin upp mitt á fundinum í Føroyum, hóast øll høvdu sæð hetta frá byrjan? Hevði hann sagt okkurt, sum hann angraði? Hví noktaði danska stjórnin í felag at skjalfesta alt, sum fór fram ella at gera felags fundarfrágreið- ingar? Kann tað hugsast, at tað hevði verið ein stórur trup- ulleiki hjá donsku stjórnini og hjá teimum føroysku flokkunum, ið altíð gera Tjóðveldisflokkin til trup- ulleikan, um alt kom al- ment fram fyri føroyingar? Kann tað hugsast, at um søgufrøðingar og fólk ann- ars fingu fult innlit í sam- ráðingarnar, so hevði ikki borið til longur at spælt tann sjónleik úteftir, sum stútt og støðugt verður spældur? Kann tað hugsast, at tá hevði ikki borið til aftur og aftur at spælt henda Holly- wood-filmin um tað góðu donsku stjórnina og teir ó- føru sosialdemokrarnar sum hugsa um vælferðina hjá føroyingum og sum berjast ímóti tí ónda og kantuta og dogmatiska full- veldisliðnum? --- GG! Minnist til, at hetta er bara mín útgáva av hend- ingunum. Spyrjið onnur og roynið at leita fram tilfar - og ikki minst, hugsið um hvør hevur áhuga í hvørjari útlegging av søguni - so tit kunnu gera tykkara egnu metingar. »Eins og allir Hollywoood-filmar, so er søgan hjá Frank Jensen uppspunnin og partur av einføld- um undirhaldi, sum hann roknar við, at hansara floksfelagar í Føroyum vilja hava…« ” »Trupulleikin hjá donsku stjórn- ini í mun til stjórnir í øðrum kol- onilondum, er bert tann, at hon í neyvum samstarvi við føroyskar flokkar, hevur billað føroyingum inn, at Danmark hevur ongin á- hugamál í at hava Føroyar undir sínum valdi. At Danmark bert verjir okkum móti tí stóru verð og vil tryggja vælferðina hjá før- oyingum. Og hendan fjanti-søg- an er serliga skapt í søguliga samstarvinum millum føroyskar og danskar socialdemokratar…« ”