Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Eg haldi, at tað var ein skilagóð avgerð, sum bygdaráðið og arbeiðsmannafelagið tóku, tá ið Fugltúgvan varð seld P/F Norð­ís á Eiði, sigur borgar­ stjórin, Tordur J. Niclasen Vinnulív Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var Sosialurin, sum var fyrstur við tíðindunum um, at línuskipið, Fugltúgvan, sum P/F Torvanes á Eiði átti, stóð til sølu á einum pela norðuri á Eiði. Tað var ein lesari, sum gjørdi vart við hetta. Hann helt tað vera undarligt, at eitt skip, sum Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið á Eiði áttu, skuldi lýsast til sølu á einum pela í bygdini – og onga aðrastaðni. – Hetta er eitt skip, sum er vert einar 12 miljónir krónur – og sum borgararnir í kommununi eiga. Tí átti skipið, um tað skal seljast, at verið lýst alment. Lesarin helt, at ein orsøk til, at eigararnir høvdu av­gjørt at ”lýsa” skipið á henda hátt, var, at tað ætlandi ikki skuldi skifta heimstað, men vera verandi á Eiði. Hann vísti á, hvønn hann helt, at kommunan helst vildi hava sum keypara, og nú sølan er avgreidd, eiga teir skipið, sum hann skjeyt upp á, nevniliga Jóhan Páll Joensen og Jóhan Dávid Joensen. Ein sorgarleikur Tað vóru Eiðis kommuna og Arbeiðsmannafelagið á Eiði, sum áttu hvør sína helvt í felagnum, ið átti Fugltúgvuna. Tordur J. Niclasen, borg­ a­r­stjóri, sigur, at hann hev­ur onga viðmerking til søluháttin, ei heldur til praktiska partin av søluni, sum Eyðfinnur Jacobsen, sakførari, tók sær av vegna eigararnar. Hann vil heldur einki siga um, hvørt semja var í bygdaráðnum og ar­beiðsmannafelagnum um at selja – og søluháttin annars. Tordur sigur seg tó vegna kommuna og fólkð í kommununi vera sera fegnan um, at Fugltúgvan ikki skifti heimstað, men verður verandi í økinum. – Eg haldi, at tað er ein skilagóð avgerð, sum bygdaráðið og ar­beiðsmannafelagið hava tikið. Línuskipið, Morgunstjørnan, varð selt av bygdini millum jól og nýggjárs, tá ið toftamenn keyptu skipið. Eg haldi, at tað hevði verið ein sorgarleikur, um hetta seinasta línuskipið í økinum eisini flaggaði av bygdini. Hann vísir á, at á Norðís, sum er størsta arbeiðspláss í Eiðis kommunu, eru eini 50 ársverk og í tíðum sum hesum, tá ið vinnutól skifta eigara og kapping er um ráfiskin, hevur tað stóran týdning, at Fugltúgvan undir marknaðartreytum framhaldandi kann vera ein partur av rá­vøru­grund­ arlagnum undir virkinum. Raskir fiskimenn Borgarstjórin fegnast tó um, at fiskimenn í kommununi hava havt høvi at fylgt við teimum skipum, sum seld eru av bygdini, og í hesum sambandi nevnir hann í fyrsta lagi Morgunstjørnuna og Sigmund, sum fyri umleið tveimum árum síðan eisini endaði á Toftum. – Vit eiga nógvar raskar fiskimenn í kommununi, og tað er at fegnast um, at hesir hava havt møguleikar at fylgt við skipunum, sigur Tordur. Borgarstjórin vísir á, at eiðismenn eiga fleiri út­róðrarbátar og raskar út­róðrarmenn, men línu­ skipið, Fugltúgvan, sum hevur roynst væl í fiskiskapi, er seinasta skipið, sum er heimahoyrandi í kommununi. – Við søluni til P/F Norðís, sum Jóhan Páll Joensen og Hans Dávid Joensen eiga saman við einum partafelag á Eiði, verður Fugltúgvan verandi í økinum, og tað síggi eg sum ein stóran fyrimun fyri okkara størsta arbeiðspláss. Tordur J. Niclasen vísir á, at landsstýrið áður hevur gjørt vart við, at tað neyvan er í tráð við kommunulógina, at Eiðis kommuna rekur skip, men hann ásannar, at landsstýrið kortini ikki hevur kravt av kommununi, at hon slapp sær av við skipið. – Men eg eri fegin um hesa loysnina, soleiðis sum hon fyriliggur í dag, sigur borgarstjórin á Eiði. Sorgarleikur um seinasta Fugltúgvan, sum hekk til sølu á einum pela á Eiði, flaggaði ikki av bygdini Mynd: Skipalistin – Kaupthing hevur ikki hildið tað ver­ið neyðugt at upp­finna tann djúpa tallerkin við at stovna nýggjar fyritøkur í útlandinum. Í staðin hevur felagið keypt seg inn í fyritøkur í Norðurlondum, sum hava verið rímiliga væl fyri, og soleiðis hevur eydnast at fáa avkast av íløgunum, sigur Kristian Petersen Vinnulívsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eysturoyar Vinnulívsfelag hevði sín árliga fund í fim­ leikarhøllini í Eiðis skúla í gjárkvøldi. Tey, sum eru við á hesum fundi, eru vinnulívsfólk úr Eysturoy, saman við um­boðum fyri kommunal- og landspolitikarar í oynni. Vinnulívsfundurin er ikki almennur, men Sosi­al­ urin hevur tosað við borg­ar­ stjóran á Eiði, sum var við á fundinum, og tað var eisini Eiðis bygdaráð, sum bjóðaði til ábit eftir fundin. Vit hava eisini tosað við Kristian Petersen, ið starvast hjá Kaupthing. Hann var ein av fýra fyrilestrarhaldarum á fundinum. Orðstýrari var Jó­ann­es Hansen, sam­fel­ags­frøð­ingur. Fundurin á Eiði var væl­ møttur, og fimleikarhøllin var at kalla fullsett, tá ið Tordur J. Niclasen beyð væl­ komin og í stuttum greiddi frá vinnulívinum í Eiðis komm­ unu. Fýra fyrilestrar Teir, sum hildu fyrilestrar á vinnulívsfundinum, vóru Tummas Arabo, fyrr­ver­ andi løgtings-og lands­stýr­is­ maður og Jóhan Dahl, løg­ tingsmaður. Teir tosaðu í fyrsta lagi um einskiljingar. Tummas Eliasen, stjóri á Føroya Lívstrygging og Kristian Petersen, sum starv­ast hjá Kaupthing, tos­ aðu eitt nú um kapital um landamørk. Kristian sigur, at hann legði dent á altjóðagerðina millum Føroyar og umheimin, og útgangsstøðið var, hvussu Kaupthing hevur gjørt við eitt nú at keypa seg inn í útlendskar fyritøkur. – Kaupthing hevur ikki hildið tað verið neyðugt at uppfinna tann djúpa tallerkin við at stovna nýggjar fyri­ tøk­ur í útlandinum, men hev­ur í staðin keypt seg inn í fyritøkur, sum hava verið rímiliga væl fyri. Hann sigur, at tað soleiðis hevur eydnast felagnum at fáa avkast av íløgunum. Okkum nýtist ikki at uppfinna dj Eysturoyar Vinnulívsfelag hevði væl møttan fund í Eiðis skúla í gjárkvøldi 16 Nr. 12 - 17. januar 2006