Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2006 17 skipið flaggaði av bygdini – Tað hevði verið ein sorgarleikur, um hetta seinasta línuskipið í økinum flaggaði av bygdini, sigur Tordur J. Niclasen, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen Línuskip (3) Smíðiár: 1988 (Strandby, Danmark) Tilfar: Stál Maskina: Callesen Diesel 575 hk Longd: 27,45 m. Breidd: 7,50 m. Dýpd: 6,05 m. (shelter dekk) BT: 257,00 Ferð: 8 sjómíl Manningartal: 14 FAKTA UM FUGLTÚGVUNA Einskiljingartos Sum skilst, var áhugavert kjak á fundinum um ymisk vinnulívsmál, og tað skilst á øllum brøgdum, at tað kann gerast trupult hjá Bjarna Djurholm at einskilja Atlantsflog so skjótt, sum hann hevur miðjað eftir, at felagið skal einskiljast. Tað er eingin loyna, at Tummas Arabo ikki er serliga heitur fyri fleiri av einskiljingarætlanum landsstýrisins, men á vinnulívsfundinum kom eisini fram, at heldur ikki Jóhan Dahl, løgtingsmaður, er serliga heitur fyri at einskilja Atlantsflog við tí ferð, sum landsstýrismaðurin hevur lagt upp til. – Eg haldi, at føroyingar stúra fyri, at flogfelagið kann fara á útlendskar hendur, og tá ið hetta er lívæðrin hjá okkum úteftir, eru vit meira ansin við at lata felagið av hondum, siga okkara keldur. Meira opið Keldurnar halda esini, at vinnulívsfundurin var merktur av, at fundurin ikki var almennur. – Eingir fjølmiðlar vóru við á fundinum, og tí loyvdu fólk – og ikki minst politikarar, sær at tosa meira frá hjartanum, enn vit hoyra vanligt. Í so máta var hetta ein góður fundur, siga keldur okkara. Tað vóru eisini tey, sum hildu, at føroyskir politikarar sum heild ikki eru nóg dugnaligir. ­­– Tá ið mál av stórum týdningi eru fyri á løgtingi, verður oftast farið út í smá­ lutir, soleiðis at alt endar í ein­um ellubita – og einki kem­ur burtur úr. Í byrjanini vita politikarar ofta, hvat teir vilja við einum máli, men sum tíðin líður, endar alt í smálutum, soleiðis at endamálið við málinum fánar burtur – og at enda at kalla er gloymt burtur, siga keldurnar. úpa tallerkin Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í dag liggur flaggskip norð­ oyinga, Atlantic Navigator, í Ánunum og landar. Seinastu tíðina hevur nógv virksemið verið í Ánunum, har havnalagið er gjørt so mikið klárt, at risatrolarin kundi leggja veiðina upp. Í morgun var mynda­mað­ urin, Bárður Lydersen, fram við og tók nakrar myndir fyri Sosialin. Vit fara at venda aftur til Atlantic Navigator í blaðnum í morgin. Atlantic Navigator aftur í Ánunum Lagið var gott í Ánunum í morgun, tá ið myndamaðurin var fram við Mynd: Bárður Lydersen