Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 12 - 17. januar 2006 Støðuga lága rent­ an og broytt upp­ sparingarmynstur hava av álvara sett ferð á føroyska íløguhugin. Ikki minst, tí tær 10 milliardirnar, sum føroyingar hava í uppsparing, í alt størri mun verða fluttar á virðisbrøv íløgur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá Kaupthing sum fyrsta veruliga íløgufelagið trein inn á føroyska fíggj­ ar­marknaðin, var hetta samstundis startskotið til eina menning av sama marknaði. Fyrstu tíðina var menningin kanska ikki so stór. Eina­ mest tí 11. september mest sum punkteraði stóru lýsingarkampanjuna, har »54%« ferð eftir ferð varð skrivað í stórum bókstavum. Hetta talið ímyndaði av­kastið, sum Kaupthing hevði vunnið nøkrum av sínum kundum árið fyri. Men við terror-atsóknini á World Trade Center, skramblaðu fleiri av stóru partabrøvunum niðiur í virði. Og tí gjørdist talan í sera nógvum førum um negativt avkast hetta fyrsta árið, sum vanligi føroyingurin av álvara slapp at royna seg á hesum partinum av fíggjarmarknaðinum. Ein negativ uppliving, sum uttan iva eisini setti síni merki í íløguhugin næstu árini. Er bara byrjanin Spakuliga eru hesar neg­ativu upplivingar tó broyttar. Ein føroyskur virðisbrævamarknaður sam­ an við øktum fokus á væl eydnaðu íslendsku útrásina hevur av álvara sligið ígjøgnum seinastu tíðina, og innan bara fáar vikur tykist verulig ferð nú vera komin á menningina. Seinastu tvær vikurnar er valla farin dag­ur framvið, uttan at tíðindaskriv um nýggjar íløgumøguleikar eru send fjølmiðlunum. Ikki minst frá teimum báðum stóru før­ oysku peningastovnunum, sum av álvara eru í ferð við at taka upp kappingina við Kaupthing. Og kanska eisini við íslendska Lands­ bankanum, sum jú eisini sigst vera ávegis á føroyska marknaðin. Og sambært stjóranum í føroyska Landsbankanum, Sigurd Poulsen, er hetta bara byrjanin. – Sjálvandi kanst tú tosa um broyttan hugburð til íløgur, men sum so eru hesar bara ávegis. At ferð er komin á júst nú, er helst meira av tilvild, tí bæði Føroya Banki og Sparikassin hava í longri tíð fyrireikað seg til hesi átøkini. Og tí er talan um væl fyrireikað tilboð, sum nú koma á marknaðin. – Tað gongur nokk nak­að av tí, áðrenn vit veruliga kunnu tosa um eina íløgumentan. Men sum frálíður fara vit helst at síggja eina alsamt vaksandi uppsparing í virðisbrøvum. Eftirlønaruppsparingin er komin upp á einar 4,4 mia kr., og eg rokni eisini við, at sethúsaeigarar so líð­­andi koma at binda sína upp­sparing í virðisbrøv, held­­ur enn í frívirðið á húsum sínum, sigur Sigurd Poulsen. Forða kapitalflýggjan Enn ber tó ikki til at siga, í hvønn mun føroyskir upp­­sparar hava flutt sínar íløgur yvir á virðisbrøv. Sigurd Poulsen sigur, at tey í løtuni eru í ferð við at gera hagtøl fyri hendan partin av fíggjarmarknaðinum, men at hetta arbeiði enn ikki er liðugt. Men við 10 milliardum inni­standandi í føroyskum peningastovnum, er einki forgjørt í, at teir báðir stóru peningastovnarnir av álvara eru farnir at fyrireika seg á hesum økinum. Verður tað ikki gjørt, kann talan skjótt gerast um heilt stóra kapitalflýggjan yvir á aðrar uppsparingarmøguleikar, og tað er væl ikki nakað, sum hevur serligan áhuga hjá hesum. Hørð kapping um íløgukundarnar Sambært stjóranum í Landsbanka Føroya verður talan í framtíðini um eitt munandi broytt uppsparingarmynstur. Og tað er hetta, sum føroysku peningastovnarnir í løtuni fyrireika seg til