týsdagur 17. januar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 17. januar 2006
19
Nr. 12 • mánadagur • 17. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Fimm
feløg eiga
UEFA-
liðið
Milan, Barcelona
hava hvør tríggjar
spælarar á
ársins UEFA liði,
Chelsea hevur
tveir spælarar og
venjaran
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
UEFA hevur fimta árið
á rað latið tey vitjandi á
heimasíðu síni atkvøtt
um ársins UEFA lið. Hálv
onnur millon vitjandi
hava atkvøtt, og einans
fimm lið eru umboðaði
á endaliga liðnum. Eitt
nú eru lið sum Arsenal,
Manchester United og
Real Madrid als ikki
umboðaði.
Venjari hjá liðnum er
Chelsea venjarin José
Mourinho. Undir sær
hevur hann tríggjar AC
Milan leikarar, tríggjar
Barcelona leikarar, tveir
Chelsea leikarar, tveir
Liverpool leikarar og ein
úr Juventus.
Heimsins besti leikari
Ronaldinho og nummar
trý í heiminum liðfelagin
Samuel Eto’o eru á
liðnum, men nummar
tvey í heiminum Frank
Lampard verður ikki
nevndur. Ársins málmaður
seinastu árini Buffon úr
Juventus hevur mist sítt
pláss til unga kekkan í
málinum hjá Chelsea Petr
Cech. Einasta umboði
hjá Juventus er Pavel
Nedved.
Liðið sær soleiðis út:
Petr Cech (Chelsea)
Cafu (Milan)
John Terry (Chelsea)
Carles Puyol
(Barcelona)
Paolo Maldini (Milan)
Luis García (Liverpool)
Steven Gerrard
(Liverpool)
Ronaldinho (Barcelona)
Pavel Nedved (Juventus)
Samuel Eto’o
(Barcelona)
Andriy Shevchenko
(Milan)
Tað verður eitt tað
sterkasta danska
dómaraparið, sum
skal leiða dystin, tá
VÍF og Kyndil tørna
saman seinast í
hesum mánaðinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jørn Møller Nielsen og Gert
Aagaard, sum koma til Føroya
tann 27. januar, hava báðir
sera drúgvar royndir innan
hondbóltsdøming. Báðir
hava teir virka í fremstu røð
í Danmark í fleiri ár. Tað var
tó ikki fyrr enn í 2004, at teir
gjørdust fastir makkarar á
vøllinum, men kortini hevur
frá fyrsta dystinum gingið
sera væl. Somikið væl, at teir
í fjør vórðu mettir sum besta
danska dómaraparið.
Hittust í Nøvling
Tað er føroyska dómarafel
agið, sum hevur boðið teim
um báðum dønunum upp, og
sum við so nógvum slíkum
vitjanum, so kom hetta í lag
mest sum av tilvild. Eyðun
Samuelsen og Andreas F.
Hansen, sum eru nýggja
altjóða dómaraparið hjá før
oyingum, dømdu í summar
í danska Nøvling Cup, og
her komu teir í samband við
danska parið.
– Vit tosaðu saman um
leyst og fast. Tá vit so tos
aðu um at fáa teir upp at
døma onkran dyst, vóru teir
alt fyri eitt fúsir, og síðani
hava vit roynt at arbeiða
við hesum, sigur Eyðun
Samuelsen, sum umframt
dómaraleiklutin eisini er ein
av oddamonnunum í føroyska
hondbóltsdómarafelagnum.
Gevur íblástur
Hann sigur víðari, at teir
avgjørt rokna við, at ein slík
vitjan kann geva føroyskum
dómarum íblástur. Og tí hava
teir eisini lagt vitjanina til
rættis, soleiðis at heimligu
dómararnir eisini kunnu
fylgja við í dømingini.
– Talan verður sum so ikki
um nakað skeið. Men vit
koma at síggja, hvussu eitt
slíkt par fyrireikar seg til dyst.
Ætlandi skulu vit føroyingar
so fungera sum eitt slag av
eygleiðarum undir dystinum,
og eftirfylgjandi skulu vit so
»eksaminera« teir. Hetta skilt
soleiðis, at vit tá hava eina
spurnarrundu, har føroysku
dómararnir snøgt sagt kunnu
gjøgnumhegla donsku gest
irnar við spurningum og við
merkingum um dømingina.
Sambært skránni skal dyst
urin millum VÍF og Kyndil
spælast sunnudagin 29.
januar. Ætlandi verður hesin
nú fluttur, soleiðis at spælast
kann leygardag. Á tann
hátt skuldi møguleiki fyri
at føroysku dómarapørini
øll hava møguleika at
fylgja dystinum, og í aðrar
mátar at taka lut í dómara
virkseminum kring hendan.
Topp-dómarar til klassikaran
Talan verður um altjóða døming, tá VÍF og Kyndil hittast í Vestmanna seinast í hesum
mánaðinum
Borðtennis-úrslit
borðtennis
tíðindaskriv
3 av 5 Grand Prix umførum varð spælt í ítróttarhøllini í Trong
isvági um vikuskifti, har einir 80 spælarar kappaðust. Kappast
varð í 11 bólkum við 6-8 leikarum í hvørjum bólki.
Bólkavinnararnir gjørdist:
A Fríði Jensen, TBF
B Sigurð Carlsson, Tór
C Kai Roest, TBF
D Teitur Justinussen, TBF
E Rasmus Potts, TBF
F Tórur Dahl, Tór
G Jarmund Mikkelsen, TBF
H Bjarki Olsen, Tór
I Andrias Olsen, Tór
J Allan Petersen, Tór
K David Mortensen, TBF
Samlaða støðan eftir 3 Grand Prix umfar er:
Smápinkur:
1 Anna Mikkjalsdóttur, TBF - 230 stig
2 Eva Wilhelm, TBF - 194 stig
3 Lív Øster, TBF - 186 stig
3 Sofía Maria Ferjá, TBF - 186 stig
Smápiltar:
1 Hans Jón Jacobsen, TBF- 230 stig
2 Eyðfinnur Jensen, TBF - 206 stig
3 David Mortensen, TBF - 163 stig
Pinkur:
1 Femja Mortensen, TBF - 252 stig
2 Birita Mortensen, TBF - 248 stig
3 Súsanna Bærensen, TBF - 210 stig
Piltar:
1 Rasmus Potts, TBF - 600 stig
2 Heini Mortensen, TBF - 560 stig
3 Patrikk Johannesen, TBF - 360 stig
Smágentur:
1 Rakul Mikkjalsdóttur, TBF - 770 stig
2 Sheila Strøm, TBF - 620 stig
Smádreingir:
1 Fróði Jensen, TBF - 1150 stig
2 Jákup Thomasen, TBF - 910 stig
3 Jónhard Ferjá, TBF - 870 stig
Gentur:
1 Susie Midjord, TBF - 940 stig
2 Joan Thomasen, TBF - 690 stig
3 Svanna Mortensen, TBF - 388 stig
Dreingir:
1 Reidar Luid, Tór - 1370 stig
2 Pætur Albinus, Tór - 1170 stig
3 Sjúrður Ferjá, TBF - 1060 stig
Kvinnuunglingar:
1 Marin í Dali, TBF - 800 stig
2 Mariann Mikkjalsdóttur, TBF - 550 stig
3 Eydna Jespersen, TBF - 410 stig
Mansunglingar:
1 Ragnar Egilsson, Tór - 1360 stig
2 Sigurð Carlsson, Tór - 1240 stig
3 Levi Winther, Tór - 730 stig
Meistaradeildin:
1 Fríði Jensen, TBF - 1420 stig
2 Vagnur Nolsøe, TBF - 1200 stig
3 Petur Niclasen, TBF - 970 stig
Karsten
er nú
ÍF´ari
Klaksvíkingurin, sum
eisini áður hevur spælt
við ÍF, hevur gjørt
sáttmála fyri komandi
kappingarárið
Stutt fyri nýggjár
skrivaði sportalurin, at
alt bendi á, at Karstin
Joensen fór at standa í
ÍF-málinum í 2006.
Nú verða tíðindini so
váttað, og við hesum
hava fuglfirðingarnir
tryggjað sær málverja til
kappingarárið. Karstin
spældi eisini við ÍF í
2004. Í fjør var hann
aftur í KÍ, men har eru
nú tveir aðrir málverjar at
kappast við, og tí hevur
Karstin tikið ÍF framum í
ár. Ikki minst, tí ÍF eisini
hevur boðað frá, at tey
hava sóknast eftir einum
málverja.
-mørk