Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. januar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2006 21 Heldur óvæntað eydnaðist tað vestmenningum at minka munandi um munin upp til oddaliðið úr Havn. Bert hálvt stig skilir nú liðini Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Kappingin í 1. deild hev­ur býtt seg í tveir bólk­ar: Havn­ ar­­menn og vest­menn­ing­ar tog­­ast um gullið, meðan hini fýra liðini stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Eins og dysturin um gullið, er dysturin um bronsuna somu­leiðis opin og javnur. Undan dystunum í viku­ skift­ in­um, vóru havnarmenn tvey stig fremstir. Sunnudagin hittu teir botnliðið úr Kolla­ firði og flest øll væntaðu stórsigur. Torbjørn vann á Olaf Spurningurin var um koll­ firðingar, við Hans Kristian Simon­sen og Torbjørn Thomsen á odda, kundi gera nakað sum helst við flúgvandi oddaliðið. Yvir av Hans Kristiani Simon­sen sat vinmaðurin Mart­in Poulsen. Rættir vin­menn taka ikk i skjótar javn­ leikir og hetta hevur held­ur ikk i verið eyðkenni hjá teimum báðum seinastu mongu árini. Hesaferð vann Martin. Dysturin endaði við javn­ leiki. Havnarmenn eru valla nøgd­ir. Torbjørn Thomsen vann eitt nú við svørtum ímóti Olaf Berg. Eitt heldur óvæntað úrslit, hóast Tor­ bjørn neyvan er samdur í hesum áhaldi! Eldur í vestmenningum Sjálvsálit og góður andi valdar á liðnum hjá vest­ menningum. Und­an dyst­ in­um ímóti hval­vík­ingum, settu teir seg fyri at fáa minst ein 3-1 sigur. Fyri at fylgja nøkun­lunda so dánt við havnar­monnum, mátti teir eisini vinna stórsigur. Eftir 3-4 tímar var støðan 3-0 til VT. Rødgaard vann eitt gott og stutt talv ímóti Haldur Suna Johansen. 20 leikir. Eisini talvið millum Carl Eli N. Samuelsen og Finn­bjørn Zachariassen varð stutt, men hinvegin eis­ ini óklárt. Finnbjørn leikti skeivt í spennandi støðu. Úrslitið mundi blíva 4-0, men Martin Brekk á bardist sum ein tarvur í nærum vón­leysari støðu ímóti Sam­ son Højgaard. Í 5-6 tíma eydnaðist tað Martini at fáa javnt. Eitt væla úrslit hjá vestmenningum, sum nú kenna seg hava eins góðan møguleika at vinna gullið sum havnarmenn. Rani og Steintór Greipan á Klaksvíkini 2 avgjørdi dystin ímóti Klaks­ vík 1. Rani Nolsøe vann eitt sera spennandi og fløkt talv ímóti Ólavur Simonsen. Ólavur hevði møguleikar at vinna, men einki tykist at ganga honum til vildar fyri tíð­ina. Rani, sum eisini hevur havt andróður, yvirlivdi fleiri vandastøður og tók alt stigið í endatalvinum. Steintór Rasmussen hevur verið álitið á Klaksvík 2. Føroya­meistarin frá 1990 vann eitt drúgvt talv ímóti Terja Petersen. Terji hevði helst remismøguleikar, men teknikk­urin hjá Steintóri tykist ikk i at bila, hóast ikk i telvað verður eins nógv sum fyrr. ”B-liðið” vann, eins og í fyrra dystinum teirra mill­ um, 3-1. Tað hevur ikk i verið nøkur succes hjá klaks­v íkingum at hava tvey lið í 1. deild. Bæði liðini - sum á pappírinum eru nøkun­lunda eins sterk - eru í tyngra endanum. Serliga er tað “A-liðið” sum nú er í stórum vanda. Í 2. deild hava sanda­vágs­ menn leiðsluna, hóast teir taptu ímóti toftamonnum í vikuskiftinum. 7. umfar verður 28. januar og tá vera dystirnir í 1. deild hesir: Klaksvík 2 - Vestmanna, Kollafjørður - Klaksvík 1 og Hvalvík - Havnin. Vijk aan Zee byrjað Tvey umfør eru telvd í kendu superstórmeistarakappingini í Hollandi. Vassily Ivanchuk hevur sum tann einasti fult stiga­tal. Veselin Topalov vann ímóti Gata Kamsky í 1. umfari, men varð niður­ spældur av Michael Adams í 2. umfari. Trettan umfør eru á skránni. Haldur Suni Johansen - John Rødgaard 1. deild VT-TFS 15.01.2006 1.e4 e6 2.d4 d5 (Yndis­ barnið hjá Rødgaard: Franska byrjanin) 3.Ric3 Bb4 4.Rige2 dxe4 5.a3 Be7 6.Rixe4 Rif6 7.Ri2g3 0-0 8.c3 Ribd7 9.Bd3 c5 10.dxc5 Rixe4 11.Rixe4 f5! (Rødgaard - væl vitandi um, at hann fylgir einum talvi millum Sofiu Polgar og Lajos Portish - finnur rætta leik. Hvítur skal ansa sær) 12.Rig3 Rixc5 13.Bc2 (Iva­ samt. Sofia Polgar leikti Bc4, sum eisini er ein betur roynd) 13...Fxd1+ 14.Bxd1? (Best hevði verið at tikið við konginum. Vit fáa sjón fyri søgn komandi leikirnar) 14...f4 15.Rif1 (Ikk i júst ein dreymastøða hjá hvítum) 15...Bd7 16.Be2 Bc6! 17.f3 Rad8 18.c4 (Ilt er at finna góðan leik. Kanska Rid2 er besta boð, men tað tapir ivaleyst eisini í longdini) 18...Rib3 19.Rb1 Støðumynd Úrslit og støður 1. deild 6. umfar Havnin-Kollafjørður 2-2 Martin Poulsen-Hans Kristian Simonsen 1-0 Olaf Berg-Torbjørn Thomsen 0-1 Helgi D. Ziska-Bernhard Thomsen 1-0 Andrias Ziska-Hans Petur Joensen 0-1 Vestmanna-Hvalvík 3,5-0,5 John Rødgaard-Haldur Suni Johansen 1-0 Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Finnbjørn Zachariasen 1-0 Samson Højgaard-Martin Brekk á 0,5-0,5 Jákup á Rógvi Andreasen-Gunnar Joensen 1-0 Klaksvík 2-Klaksvík 1 3-1 Rani Nolsøe-Ólavur Simonsen 1-0 Steintór Rasmussen-Terji Petersen 1-0 Rani Baldursson-Willie Olsen 0-1 Ingolf Gaard-Tummas Martin Sólsker 1-0 Støðan 1 Havnin 17,0 2 Vestmanna 16,5 3 Klaksvík 2 10,0 4 Kollafjørður 10,0 5 Klaksvík 1 9,5 6 Hvalvík 9,0 Spenningur íbirtur Talvið millum Ólav Simonsen og Rana Nolsøe var sera spennandi, og hóast Ólavur hevði møguleikar at vinna, so dróg Rani longra straíð savnsmynd Leygardagin kl. 13.00 skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri kapping í fjallasúkkling - mountabike Súkkling Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í TSF verður sagt, at nýggja kappingin er enn ein liður í royndunum at draga fleiri ung­fólk at súkk luítróttini. Fjallasúkk lurnar eru helst tað slagið av súkk lum, sum eru mest vanligar millum ungdókin, og tí verður hildið, at ein kapping í hesi súkk lu­greinini er rættiliga uppløgd. Júst um veturin er kanska ikk i besta tíðin at kappast á súkk lu. Men hóast illsligt, so ber væl til at venja, og tá eru kappingar hóast alt eisini eggjandi. Kappingin hesaferð verð­ur skipað millum ung­lingar og vaksin, og verður súkk lað á teininum kring Studenta­skúlan í Hovyík, soleiðis sum tað framgongur av kortinum her á síðuni. Rutan, sum súkk lað verður eftir, er hálvan annan kilometur, og skal hendan koyrast 10 ferðir. Støðumynd eftir 19.Rb1 Be8! (Bg6 er lemjandi hóttanin, sum ikki kann forðast fyri) 20.Rid2 Bh4+ Og Haldur gavst, vælskiljandi 0-1 Kortið sýnir teinin, sum súkklað verður eftir leygardagin Talvið hesa vik­una 15 km á fjalla­súkklu