týsdagur 17. januar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 12 - 17. januar 2006
Meðan Chelsea hevur
tikið kvørkratak
um ensku Premier
League, megna tey
siðvandu feløgini ikki
at standa London-
felagnum kurl.
United hevur ein
ítøkiligan trupulleika
á miðvøllinum,
eftir at Keane er
farin, og hesin
trupulleiki gjørdist
sera eyðsýndur í
grannauppgerðini
leygardagin
Premier League
Stefan í Skorini
Nú Chelsea fekk enn ein
tepran sigur, hesuferð ímóti
Sunderland, svinnur vónin
hjá hinum feløgunum at fáa
teir aftur. Hetta var tíggjundi
sigurin á rað, og tað ber boð
um eitt lið, ið ríður á einum
aldukambi.
United hevur roynt at geva
eitt aftursvar upp á Chelsea
dominansin, og United hevði
undan hesum umfarinum
ikki tapt í ellivu landskapp
ingardystum. Hesuferð mátti
United tó bíta í grasið, tá
grannarnir úr City vunnu 3-
1 á United.
Enn einaferð vóru veik
leikarnir hjá hesum United-
liðnum sera eyðsýndir, og
liðið hevur ikki ta tyngd, ið
áður eyðkendi manningarnar
hjá Sir Alex Ferguson.
United hevur sum kunnugt
mist Roy Keane, og Paul
Scholes hevur fingið ein
snudd í høvdið, so hann
hevur ikki verið tøkur.
Leygardagin var sentrali
miðvøllurin mannaður við
Darren Fletcher og John
O´Shea, meðan Alan Smith
sat á bonkinum.
Øll við einum sindri av
kunnleika til førleikan hjá hes
um báðum leikarunum vita,
at hetta als ikki eru leikarar,
ið hava tann kalibur, sum vit
kunnu vænta av einum mið
vølli hjá Manchester United
- eitt av heimsins størstu
feløgum.
Í seinna hálvleiki varð
Alan Smith settur inn, men
heldur ikki hann megnaði
at seta seg ígjøgnum á
miðvøllinum.
Spurningurin er síðani,
hví Ferguson ikki hevur
megnað at skift miðvøllin
so líðandi, eftir at Keane
og Scholes høvdu sæð sínar
bestu dagar?
Hann hevur roynt at
keypa
miðvallarar,
ið
skuldu avloysa teir garvaðu
á miðvøllinum, men hetta
hevur ikki eydnast serliga
væl. Eric Djemba-Djemba
gjørdist ongantíð nakar
avloysari hjá Keane, og
Kleberson vísti seg heldur
ikki sum nakar fongur hjá
Ferguson.
Spurningurin er nú, um
Ferguson kann finna ein veru
ligan tungvektara at manna
tann defensiva miðvøllin.
Spennandi verður at síggja,
hvønn Ferguson kann fáa
hendur á í summar. Spurn
ingurin er eisini, hvussu
leysar teymar Ferguson fer
at fáa á marknaðinum við
teimum nýggju eigarunum,
sum Ferguson annars hev
ur róst fyri teirra góða
samstarvsvilja eftir keypið
av felagnum, ið ikki fall í
góða jørð hjá viðhaldsfólki
og ávísum leikarum.
Eingin ivi er tó um, at
United harðliga hevur tørv
á einum miðvallara, ið kann
lyfta støðið á spælinum hjá
liðnum. Miðvallarar felag
sins eru heilt einfalt ikki
nóg góðir, um United fram
haldandi ætlar sær at seta
dám á enskan og evropeiskan
fótbólt.
Arsenal gjørdi bart
Arsenal er farið nærkast
Champions League pláss
unum aftur, og leygardagin
vann Arsenal heili 7-0 á
einum syndarligum Midd
lesbrough liði. Thierry
Henry fekk trý mál, og
hann vísti enn einaferð,
hvussu týdningarmikil
hann er fyri felagið, nú sátt
málasamráðingarnar eru
farnar í gongd.
Tey bíða í spenningi eftir,
hvat úrslitið av teimum
samráðingunum verður.
Henry hevur boðað frá, at
hann fegin vil halda fram í
Arsenal, har hann ferð eftir
ferð hevur víst heimsflokk.
Hinvegin vil hann eisini
tryggja sær, at Arsenal hevur
somu ambitiónir sum hann
sjálvur um at vera í oddinum
bæði heima og í Evropa.
Eingin ivi er um, at framtíðin
hjá Arsenal er nær tengd at,
um Henry framhaldandi
verður at síggja í Arsenal
búnanum.
Kewell gav
Liverpool sigurin
Tottenham var á vitjan hjá
Liverpool, og bert eitt stig
var ímillum liðini undan
dystinum. Spurs er tað
liðið, ið hevur tikið seg mest
fram samanborið við síðsta
kapp ingarár, og teir liggja
eisini á fjórða plássi, ið gevur
rætt til luttøku í Champions
League, og tað hevði verið
eitt bragd at hollendska
venjaranum Martin Jol, um
tað eydnaðist.
Tað var tó Liverpool, ið
vann ein tepran 1-0 sigur.
Einasta málið skoraði Harry
Kewell, tá hann fluktaði eitt
innlegg úr høgru í netið.
Hetta var fyrsta málið hjá
avstralska leikaranum í trett
an mánaðir, og seinastu vikur
nar hevur hann leikt eins og
hann gjørdi í Leeds, tá hann
varð mettur sum ein tann
besti offensivi miðvallarin
í Onglandi.
Komandi
vikuskiftið
møtast arvafíggindarnir
Manchester United og
Liverpool á Old Trafford, og
tað verður óivað eitt brak.
Christiano Ronaldo fekk
reytt kort hetta vikuskiftið,
og tí verður hann ikki tøkur
til dystin ímóti Liverpool,
um ikki dómsnevndin hjá
enska fótbóltssambandinum
velur at strika kortið, sum
teir neyvan fara at gera.
Enskir fótbóltsfjepp arar
fingu ein hvøkk, tá blaðið
News of the World segði
seg hava avdúkað, at lands
liðsvenjarin hjá Onglandi,
sviin Sven-Göran Eriksson,
er sinnaður at fara úr
starvinum við teirri treyt,
um hann fær 55 milliónir
krónur í ársløn aðrastaðni
Talsfólk hjá Eriksson
vísa tó aftur, at hetta skal
hava nakað við veruleikan
at gera, og hava greitt frá í
BBC, at talan er um ”beran
heilaspuna”.
Eitt tíðindafólk frá News
of the World segði seg
annars vera arabiskan rík
mann, og hesin kunnaði
seg um møguleikarnar at
keypa Eriksson úr lands
liðssessinum, og hetta vil
sviin heldur ikki vísa aftur.
Sven-Göran Eriksson, sum
hevur verið landsliðsvenjari
í hálvtsætta ár sigur, at alt er
møguligt, men sigur seg tó
ikki vilja fara úr sessinum í
ótíð.
Sven-Göran Eriksson, ið
fekk eitt falskt tilboð áljóð
andi 55 milliónir krónur um
árið eftir skatt, avdúkar, at
verandi sáttmálin honum 30
milliónir krónur netto inn á
bankabókina.
-theodor
Premier League, úrslit
Leygardagin
Manchester City-Manchester Utd.
3-1
Arsenal-Middlesbrough
7-0
Aston Villa-West Ham
1-2
Charlton-Birmingham
2-0
Fulham-Newcastle
1-0
Liverpool-Tottenham
1-0
Portsmouth-Everton
0-1
Blackburn-Bolton
0-0
Sunnudagin
Wigan-West Brom. Albion
0-1
Sunderland-Chelsea
1-2
Fleiri av gomlu miðvallarkempunum eru burturi, men enn er eingin avloysari funnin.
Eftirverandi spælararni - eitt nú Giggs - eru spakuliga við at koma upp í árini, og heldur ikki her
tykist nakar avloysari standa beinleiðis í bíðirøð
Mynd: Reuters
Hvar er miðvøllurin hjá United?
Írska fótbóltssambandið
váttaði fríggjadagin giting
arnar um, at tað verður
Steve Staunton, sum nú
skal taka við leiðsluni av
landsliðnum. Sum hjálpara
hevur hann ongan minni
enn Bobby Robson
Tað hevur verið væntandi
frá flestu síðum, at tað bleiv
Staunton, sum skuldi loysa
Brian Kerr av. Kerr fekk
sekkin, tá tað ikki eydnaðist
Írlandi at spæla seg til HM-
endaspælið í okkara bólki.
Hóast hetta er fyrsta venj
arastarvið hjá Staunton, so
er hann ikki nakar unglingi
í fótbóltshøpi. 102 feðrir
spældi hann fyri Írland,
og hetta er met. 16 av hes
um dystunum var hann lið
skipari, og í feløgum sum
Liverpool og Aston Villa
hevur altíð væl stríðandi
Staunton gjørt nógv um seg
sum spælari.
Í Írlandi rokna tey við, at
Staunton fer at megna leik
lutin at motivera spælarar
sínar til stórar upp gávur fyri
Írland. Hartil hevur hann
fyrsta árið eisini fingið
avtalu við fyrrverandi enska
landsliðsvenjaran, Bobby
Robson, um at hesin skal
koma við góðum ráðum. Og
eisini hetta verður mett sum
sannur fongur fyri Írland.
-mørk
Rafael Benitez er kosin
besti venjari í desember
mánaði. Hetta er aðru ferð
á rað, at hann fær hendan
heiðurin.
Liverpool var á einum
sonnum aldukambi og
hevði eina røð upp á fimm
sigrar í desember mánaða,
og samlaða sigursrøðin hjá
liðnum kom harvið upp á
tíggju dystir.
Liverpool vann í desem
ber ímóti Wigan, Middles
brough, Newcastle, Everton
og West Bromwich Albion.
Nú er sigursrøðin hjá
Liverpool tó steðga, tá
teir bert fingu javnt ímóti
Bolton í januar mánað.
Liverpool liggur í løtuni
á triðja plássi - eitt stig
aftan fyri Manchester
United. Liverpool hevur tó
spælt tveir dystir færri enn
arvafíggindarnir.
-SíS
Tað eru tó ikki øll, sum eru
eins fegin um Rafael Ben
itez. Polski málverjin hjá
Liverpool, Jerzy Dudek er
í øðini inn á venjaran, og
sambært soccernet.com
hóttir hann núvið verkfalli,
um hann ikki verður seldur.
Stóra hetjan í Champions
League sigrinum hjá Liver
pool, hevur mist plássið mill
um stengurnar til Jose Reina
og plássið á beinkinum til
Scott Carson, ið báðir komu
til Liverpool í fjør.
Tí hevur Dudek biðið
um at verða seldur. Men
nú metir hann prísin vera
ov høgan, ja beinleiðis
absurdan. Liverpool krevur
30 mio. kr. fyri málverjan,
ið er 33 ára gamal. Hetta er
so høgur prísur, at Dudek
ikki væntar at verða seldur
í januar. Hetta kann gera
møguleikarnar hjá pollakk
inum at slepp a við til HM
smáar. Tí sigur hann nú, at
hann ikki spælir ein dyst
fyri Benitez aftur. Hann sig
ur við Daily Sun, at hetta
bara er tað seinasta tvætli,
sum Benitez hevur funnið
upp á.
-SíS
Portsmouth hevur veruliga
brynjað seg til seinnu hálvu
av landskapp ingini, og í dag
keypti felagið tríggjar leik
arar frá Tottenham.
Talan er um teir tríggjar
Sean Davis, Pedro Mendez
og Noe Pamarot, ið framyvir
skulu spæla við Portsmouth.
Redknapp hevur nú keypt
tilsamans fimm leikarar,
síðan hann gjørdist venjari
hjá Portsmouth, ið liggur
í botninum í Premier
League.
Redknapp er settur at
bjarga felagnum undan
niðurflyting, og teir nýggju
leikararnir skulu sjálvsagt
syrgja fyri hesum.
Russiski ríkmaðurin, Alex
andre Gaydamak, hevur júst
sett nógvan pening í felagið,
og tað gevur venjaranum
møguleika at keypa nýggjar
leikarar.
Portsmouth hevur latið
7,5 milliónir pund fyri
teir tríggjar leikararnar frá
Tottenham.
-SíS
Staunton verður
landsliðsvenjari
Dudek hóttir við verkfalli
Tríggir úr Tottenham
til Portsmouth
Blað lumpaði Eriksson
Benitez aftur besti venjari