týsdagur 17. januar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 17. januar 2006
23
Sosialurin
Tíðindi
tróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Tey seinastu tíggju
árini eru altsamt
fleiri kvinnur komnar
á politiska pallin,
men enn er langt til
javnstøðu.
Politikkur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Sæð við javnstøðueygum
hava teir seinastu dagarnir
verið góðir. Sunnudagin
fekk Suðuramerika fyri
fyrstu ferð eina kvinnu í eitt
forsetaembæti, tá Michelle
Bachelet vann forsetavalið
í Kili. Í gjár fekk Afrika sín
fyrsta kvinnuliga forseta, tá
Ellen Johnson-Sirleaf varð
sett í embætið sum forseti í
Liberia, og úrslitið av finska
forsetavalinum sunnudagin
bendir á, at har verður Tarja
Halonen afturvald í seinna
valumfarinum.
-Tey seinastu tíggju árini eru
altsamt fleiri kvinnur komn
ar upp á tær ovaru politisku
røkurnar, sigur granskarin
Mala Htun á New School
University í New York við
Newsweek. Í Suðuramerika
kemst tað av, at har hava
myndugleikarnir sett eitt
minstamark fyri, hvussu
fáar kvinnur kunnu sita í
tingunum. Argentina var tað
fyrsta landið har við tílíkari
skipan, og í dag er triði hvør
tinglimur hart kvinna.
Í Brasil er gongdin tann
sama, og herfyri vísti ein
meiningakanning, at 74
prosent av veljarunum eru
til reiðar at atkvøða fyri
einari kvinnu sum forseta,
og at 57 prosent vænta eina
kvinnu sum forsetavalevni
innan 20 ár.
Forðingar
ST
hevur
gjørt
upp,
hvussu tað hevur gingist
við javnstøðuni tey tíggju
árini
síðani
ta
stóru
kvinnuráðstevnuna í Beijing
í 1995. Niðurstøðan er, at
kvinnur hava lættari við at
koma sær fram í politikki enn
í øðrum sambandi. Í dag eru
16 prosent av øllum heimsins
tjóðartingslimum kvinnur
ímóti níggju prosentum í
1995. Orsøkin til, at ójavni
framvegis er ímillum kynini,
er sambært ST, at vanliga
hava kvinnurnar lægri
útbúgving enn menninir,
tær hava minni inntøku, og
tað eru fleiri arbeiðsleysar
kvinnur enn menn.
Samanumtikið eru fleiri
kvinnur uppi í politikki í
teimum ríku londunum,
men soleiðis er kortini
ikki allastaðni. Eitt nú eru
15 prosent av limunum í
amerikonsku Kongressini
kvinnur, meðan helmingurin
av tjóðartingslimunum í ein
um av heimsins fátækastu
londum, Rwanda, eru kvinn
ur. Men Rwanda er eisini
tað landið í heiminum,
har kvinnurnar eru best
umboðaðar í tinginum.
UTTAN ÚR HEIMI
Kvinnurnar koma
Ellen Johnson-Sirleaf er fyrsta kvinnan, sum situr í einum
forsetaembæti í Afrika.
Fyrrverandi amer
ikanski varaforsetin
Al Gore heldur, at ein
óheftur ákæri eigur at
kanna, um George W.
Bush, forseti, hevur
brotið lógina.
USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Hevur amerikanski forsetin
heimild til at geva trygdar
tænastuni NSA loyvi til at
avlurta telefonina hjá eins
tøkum persónum?
Hesin spurningurin hevur
fingið nógva umrøðu í ameri
konskum fjølmiðlum, síðani
tað kom fram, at forsetin
hevði givið NSA loyvi til at
lurta eftir telefonsamrøðum
hjá persónum, sum møguliga
kundu setast í samband við
yvirgang. Forsetin heldur
uppá, at hann fekk hesa
heimildina frá Kongressini
aftan á atsóknina 11. sep
tember í 2001, men demo
kratarnir og fleiri hóvligir
republikanarar í Kongressini
siga, at slíka heimild hevur
hann ikki fingið.
Fyrrverandi varaforsetin
Al Gore heldur málið vera
so álvarssamt, at hann
mælir Alberto Gonzales,
løgmálaráðharra til at
lata ein óheftan ákæra
kanna málið. Áðrenn hann
gjørdist løgmálaráðharri,
var Gonzales løgfrøðiligur
ráðgevi hjá forsetanum, og
tí kann hansara niðurstøða
ikki metast sum óheft, sigur
Al Gore.
Óheftur ákæri skal kanna avlurtingarmálið
Al Gore