mikudagur 18. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2006
Freistin til at skjóta
upp ársins mann og
kvinnu í Føroyum
í 2005 longd til
fríggjadagin
Heiður
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Freistin til at skjóta upp
ársins mann og kvinnu í
Føroyum í 2005 er longd
til fríggjadagin komandi.
Hon var annars úti í dag.
Øll hava møguleika at vera
við til at skjóta upp tann
persón, mann og kvinnu,
sum tey halda hevur
uppiborið at fáa heitið:
“Ársins maður” og “Àrsins
kvinna” í Føroyum 2005.
Maður og kvinna, sum
hava uppiborið hetta
heiti, kunnu hava gjørt
nakað GOTT fyri onnur
menniskju, síni næstu,
tað veri seg familju, vinir,
grannar,
starvsfelagar
og fólk annars. Hesi
kunnu eisini hava gjørt
nakað GOTT fyri sítt
nærumhvørvi, lokalsam
felagið ella samfelagið sum
heild, ella fyri eina søk, fyri
eitt ávíst felag ella felags
skap, fyri eitt yrki ella eitt
arbeiðspláss. Tað ber eisini
til at skjóta upp fólk, sum
tit halda hava gjørt nakað
GOTT við at hava havt
serstaka kveikjandi og
hitandi ávirkan á onnur.
Veljið tykkara mann og
kvinnu og grundgevið, hví
hesi eru tykkara val.
Fyllið út lepan aðrastaðni
í blaðnum og sendið hann
við brævbjálva til okkara:
Sosialurin Tórsgøta 1 ella
Postsmoga 76, við merkin
um: “Ársins maður í 2005”
og “Ársins kvinna í 2005”.
Tit kunnu eisini senda upp
skot tykkara sum vanligt
bræv. Og eisini ber til at
senda hetta sum teldupost
til arsins@sosialurin.fo.
Ein dómsnevnd fer at
velja ársins mann og kvinnu
út millum uppskotini. Tey
bæði verða kunngjørd á
samkomu í Miðlahúsinum
mánadagin 23. januar kl.
16
Sambært hagtølum
hjá Hagstovu Føroya
vóru samlaðu
lønarútgjaldingarnar
í Føroyum í fjør 172
milliónir hægri, enn
tær vóru árið fyri.
Lønar
útgjaldingar
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í prosentum svara tær 172
milliónirnar til ein vøkstur
upp á 2,9 prosent. Í alt vóru
samlaðu lønargjaldingarnar
í Føroyum í fjør 6,1 mia.
krónur.
Verður hugt at hagtølunum
sæst, at tað serliga er inn
an almenna fyrisiting og
vinnuligar tænastur, at løn
argjaldingarnar eru nógv
vaksandi. Men eisini innan
fiskiskap eru gjaldingarnar
nógv vaksnar, góðar 57
milliónir, og tað eru umleið
7,4 prosent.
Eisini eru lønargjald
ingarnar vaksnar innan
flutning og aðrar vinnuligar
tænastur.
Stórst afturgongd
Ikki óvæntað er tað
innan ali- og kryvjivirki,
at størsta afturgongdin í
lønargjaldingum er. Løn
argjaldingarnar í hesum
bólki vóru í 2005 slakar 60
milliónir krónur í mun til
góðar 91 milliónir krónur í
2004.
Um hugt verður at gongd
ini hesi seinnu árini í lønar
gjaldingunum, so sæst, at
vøksturin hetta seinasta árið
er tann størsti síðani 2002.
Á miðdegi í gjár
var Janus Kamban
á skrivstovuni hjá
borgarstjóranum
í Havn, Heðin
Mortensen, har
hann avhandaði
ognirnar hjá gamla
felagsskapinum
Havnar Hugni. Ein
felagsskapur, sum
varð settur á stovn
í seinnu helvt av
fýratiárunum til
tess at gera Havnina
hugnaligari.
Søguligur
felagsskapur
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Janus Kamban greiðir frá, at
tað var Andrias Ziska, sáli,
ið tók stig til at stovna felags
skapin einaferð í seinnu helvt
av fýratiárunum. Aðrir, sum
vóru við til at stovna Havnar
Hugni, vóru eitt nú Knút
Wang og Sverri Dahl.
Eitt sjálvásett býráð
– Endamálið við Havnar
Hugna var fyrst og fremst
at gera Havnina meiri hugna
liga. Undirtøkan var góð,
og á fundum í felagnum var
dúgliga kjakast um eitt nú
leys gangandi høsn og dunnur
í havnargøtum, greiðir Janus
Kamban frá.
Tá ið felagsskapurin var
stovnaður, sat J. P. Hendrik
sen sum borgarstjóri í Havn,
men stutt eftir tók Kjartan
Mohr yvir, og Janus Kamban
minnist aftur á, at Kjartan
Mohr heldur speiskliga helt
Havnar Hugna verða eitt
slag av einum sjálvásettum
býráði.
– Eitt av teimum átakum,
sum felagsskapurin tók stig
til, var at gera eitt spælipláss
aftan fyri fimleikahøll real
skúlans. Har lógu barakk
grundir eftir ensku her
menninar, men økið bleiv
ruddað, og eitt spælipláss
gjørt, minnist Janus Kamban
aftur á.
Virksemi minkaði
So líðandi minkaði virk
semið hjá felagsskapinum,
tí kommunan átók sær í
alsamt størri mun slíkar
uppgávur, ið vóru við til
at fríðka um býin og gera
hann hugnaligari. Hesi
seinnu mongu árini hevur
einki virksemi verið, men
Havnar Hugni hevur fram
vegis eina konto í Føroya
Banka. Á skrivstovuni
hjá borgarstjóranum í gjár
handaði Janus Kamban so
kontoina til Heðin Morten
sen. Talan er um slakar
3.000 krónur.
– Eg dugi í løtuni ikki at
siga, hvat peningurin verður
brúktur til, men tað er einki
at ivast í, at býráðið fer at
brúka peningin í tráð við and
an hjá Havnar Hugna, sigur
Heðin Mortensen.
Í døgunum 20. og 21
apríl verður KT-stevna í
Norðurlandahúsinum í
Havn. Talan er um triðju
KT-stevnuna, sum skipað
hevur verið fyri. Tær báðar
fyrstu vóru í ávíkavist 2002
og 2004, so tað sær út til,
at ein slík stevna verður á
skránni annaðhvørt ár.
Á stevnuni, sum KT-
felagið skipar fyri, fer
føroyska KT-vinnan at
sína fram sínar førleikar,
og eisini verða fleiri
fyrilestrar á skránni við
bæði føroyskum og útlend
skum røðarum.
Á heimasíðuni hjá Vinnu
húsinum stendur at lesa, at
endamálið við KT-stevnuni
er at varpa ljós á føroysku
KT-vinnuna og skapa til
vitan um, at vinnan hevur
nógv gott at bjóða, og at
hon í stóran mun er før fyri
at nøkta tann KT-tørv, sum
er í Føroyum.
tn
Hugnaligur felagsskapur í søguna
Janus Kamban og Heðin Mortensen á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í gjár, tá ið Janus hevði handað borgarstjóranum ognirnar
hjá søguliga felagsskapinum Havnar Hugna.
Mynd: Terji Nielsen
Ársins maður og kvinna 2005:
Enn møguleiki
at koma við uppskotum
KT-stevna í apríl
Føroyingar fingu 172 milliónir meira í løn
Lønargjaldingum í 1.000
kr. fyri árini 2004 og 2005,
býtt á vinnugreinar og
høvuðsbólkar.
Mynd: www.hagstova.fo
i