Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 13 – 18. januar 2006 Á seinasta túri hevði Atlantic Navigator eitt hál, sum var eini 220 tons av svartkjafti Atlantic Navigator Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Flaggskip norðoyinga, Atlant­ ic Navigator, liggur í løtuni í Ánunum. Skipið kom í gjár, og longu í kvøld verður loyst aftur til nýggjan túr. Hanus Hansen, stjóri í JFK–Troli, sigur, at samlaða veiðan hendan túrin er ávika­ vist 690 tons av surimi og 290 tons av mjøli, sum eru løgd upp í Ánunum. Stórt hál Skiparin, Brandur Nólsoy, sigur, at teimum vantaðu rávøru á seinasta túri. Fiskiskapurin var skiftandi, og tað var veðrið eisini. Stundum var illveður. – Vit høvdu tó eitt rættiliga stórt hál á seinasta túri. Vit høvdu trolið úti í einar 12 tím­ar, og júst hetta tóvið, virkaðu sensorarnir ikki. Tí vistu vit heldur ikki, hvussu nógv vit høvdu. Tá ið trolið kom at borði, sóu vit, at rættiliga nógv var í. Skiparin sigur, at tað gekk striltið at fáa posan inn, men tá ið samanum kom, eydnaðist tað. – Eg haldi, at vit hetta hálið fingu eini 220 tons í einum. Vónríkur Brandur Nólsoy sigur, at fiskurin, sum kom á dekkið á seinasta túri, gekk skjótt undan. – Nú vóna vit, at f iskiskapurin verður støðugari, soleiðis at stóra framleiðuorkan rættiliga kemur at vísa seg á hesum túrinum, sigur hann. Nú Atlantic Navigator fer avstað aftur, er hetta besta fiskitíð til svartkjaft. Flestu “barnasjúkurnar” eru loystar á fyrsta túrinum, og nú stendur ein spennandi tíð fyri framman hjá skipi og manning Atlantic Navigator Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Atlantic Navigator er komin aftur av fyrsta túri. Skipari hendan túrin var Brandur Nólsoy, og nú mynstrað verður aftur í kvøld klokkan 18, verður Lion Petersen á brúnni. Góð fiskitíð Lion Petersen sigur, at tíðin frá hálvum januar og út í mai mánaða vanliga er góð til svartkjaft. – Nú í byrjanini av árinum plag­ar fiskurin at standa tætt­ ur heilt har suðuri á Írlands– leiðini, bæði í ES sjógvi og eisini í altjóða sjógvi. Hann sigur, at fiskurin van­ liga er feitur í byrjanini av túr­inum, men nú stundar til gýt­ing, og tá ið svartkjafturin hevur gýtt, minkar hann í fiti, og úrtøkan fellir. Svartkjafturin ferðast norð­ureftir, sum tað líður út á várið, og tá ið komið er út í mai mánaða, plagar hann at verða komin norður í føroyskan sjógv. Spennandi tíð – Hetta verður ein ótrúliga spennandi tíð hjá okkum, nú fiskitíðin verður hin besta, og framleiðsluútbúnaðurin umborð vísir seg at rigga, sum hann skal. Lion sigur, at mann­ing­ar­ talið umborð á Atlantic Navi­ gator hendan túrin verður tað sama, sum á undanfarna túri, umleið 100. Umframt føroysku mann­ ingina, sum er við flaggskipi norð­oyinga, eru fólk úr nógv­ um øðrum londum eisini umborð á Atlantic Navi­ gator. Tey flestu eru tó úr Noregi og Ruslandi. Lion Petersen sigur, at talið av útlendingum liggur um 25%, og tað er tað, sum loyvt er. – Eg haldi, at tað er út­lendingalógin, sum sigur, at vit í mesta lagi kunnu hava 25% av útlendingum um­borð, sigur skiparin. Stór familja Í samrøðu, vit høvdu við unga gentu, tá ið Atlantic Navigator fór fyrsta túrin, segði hon, at samanhaldið og vinarlagið umborð er gott. – Umborð á Nærabergi vóru vit sum ein stór familja, segði gentan, sum fyrstu ferð fór til sjós í fjør summar. Hetta verður ein spennandi tíð hjá okkum Atlantic Navigator liggur aftur í Ánunum, afturkomin av sínum fyrsta túri. Longu klokkan 18 í kvøld verður mynstrað aftur, og tá verður Lion Petersen á brúnni Mynd: Vilmund Jacobsen – Atlantic Navigator roynist toluliga væl í sjónum, og tá ið eg sigi toluliga, vil eg samstundis vísa á, at Næraberg var eitt so ógvuliga gott sjóskip. Men nýggja skipið er nógv turrari á dekkinum, sigur Brandur Nólsoy, skipari Atlantic Navigator Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Brandur Nólsoy, sum var skipari á Atlantic Navigator hendan túrin, sigur, at fram­ leiðsluútbúnaðurin umborð vísir seg at rigga væl, og hann heldur ikki, at tey hava rent seg í nakrar fløskuhálsar av týdningi. – Verksmiðjan roynist væl, og framleiðslan av surimi og mjøli hevur gingið væl, sigur hann. Brandur vísir á, at veðrið á seinasta túri mangan var buldrasligt, og fiskiskapurin var skiftandi. – Eg vil siga, at nú alt vísir seg at rigga, sum tað skal, vantar okkum bara rávøru. Eins og Lion Petersen, sum verður á brúnni hendan túr­in, er Brandur spentur upp á tíðina, sum liggur fyri framman, nú verulig vertíð er til svartkjaft. – Við 16 skerimaskinum skulu vit kunna framleiða eini 120–150 tons av lidnari vøru um samdøgnið, og tað svarar til eini 500–700 tons av rávøru – alt eftir, hvussu fiskurin er til støddar og fiti. Frystiorkan umborð á Atlantic Navigator er eisini nógv størri, enn hon var um­borð á Nærabergi, og somu­leiðis er vatngerarin, sum var ein fløskuhálsur við hinum skipinum, nógv størri. Turt dekk Spurdur, hvussu Atlantic Navigator roynist í sjónum í mun til Næraberg, sigur skip­arin: – Jú, skipið roynist toluliga væl, og tá ið eg sigi toluliga, vil eg samstundis vísa á, at Næra­berg var eitt so ógvuliga gott sjóskip. Brandur visir á, at Næra­ berg var smalri og skar sjógvin betur, tá ið skipið lá upp í. – Atlantic Navigator er breið­ari og rúgvusmiklari bæði framman og aftan, og tí er uppdriftin eisini so mikið størri. Hetta ger, at skipið stoytir harðari, enn Næraberg gjørdi. Hinvegin, sigur Brandur, er troldekkið á Atlantic Navi­ gator nógv turrari. – Næraberg var vátur aftan, men umborð á hesum skip­inum kunnu menn saktans fara aftur á dekkið í innskóm, eisini tá ið hálað verður við hekkuni uppí. Hann leggur tó dent á, at Atlantic Navigator í allar mátar er eitt stórt, rúmligt og gott skip. 3–4 vikur Brandur Nólsoy sigur seg vóna, at Atlantic Navigator hesaferð ger ein túr upp á einar 3–4 vikur, og tá hevði hetta verið ein góður túrur hjá skipi og manning. – Nú vóna vit, at tað fer at bera til at fáa raksturin at líkjast, sigur skiparin, sum nú hevur frítúr. Í inniskóm á dekkinum Í Ánunum við surimi og mjøli