mikudagur 18. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2006
5
Tvøroyrar Býráð
tekur enn einaferð
stig til at fáa
kommunur í Suðuroy
til at leggja saman
Kommunusaman
legging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar Býráð ger nú
enn eina roynd at fáa
kommunurnar í Suðuroy at
leggja saman.
Í hesum sambandi hevur
Tvøroyrar Býráð nú givið
borgarstjóranum heimild til
at skipa fyri fundi at tosa um
kommunusamanlegging.
Kristin Michelsen, borg
arstjóri, sigur, at sostatt er
ætlanin nú at kalla saman til
fundar at viðgera kommun
ala bygnaðin í Suðuroynni.
Hann sigur, at ætlanin er
at skipa fundin sum eitt pall
borð, har ætlanin er at fáa
borgarstjórar norðanfjørðs,
sum hava royndir av komm
unusamanlegging, at vera
við.
Hann hugsar í hesum sam
bandi um borgarstjórar í
størri, samanløgdum komm
unum. Men hann hugsar
eisini um at fáa onkrar av
gomlu borgarstjórunum úr
kommunum, sum eru nið
urlagdar, við á fundin.
Somuleiðis er ætlanin
at fáa landsstýrismannin
í innlendismálum, Jacob
Vestergaard, við á fundin
at greiða frá, hvørjar ætl
anir landsstýrið hevur á
kommunala økinum.
Annars ætlar hann at tað
skulu vera borgarstjórarnir og
skrivararnir í kommununum
í Suðuroy, sum skulu vera
við á fundinum.
Lýsa fyrimunir
og vansar
– Ætlanin við fundinum er at
lýsa fyrimunir og vansar við
eini kommunusamanlegging,
sigur Kristin Michelsen.
Tað heldur hann, at borg
arstjórar í samanløgdum
kommunum og teir, sum
vóru borgarstjórar í komm
unum, sum ikki eru til longur,
kunnu geva suðuroyingum
eina greiða meining um.
Borgarstjórin fer nú at
kanna eftir, nær tað liggur
fyri at hava ein slíkan fund.
Hann sigur, at nógv hava
saknað, at fyrimunirnir og
vansarnir við kommunu
samanlegging verða lýstir.
– Eftir ein slíkan fund
er so bara at vóna, at hinar
kommunurnar í Suðuroy
taka málið upp og taka
eina greiða støðu til eina
kommunusamanlegging, so
vit fáa at vita, hvussu støðan
er í oynni til samanlegging,
sigur Kristin Michelsen.
Tað einasta rætta
Sjálvur ivast borgarstjórin á
Tvøroyri ikki í, at tað einasta
rætta er at leggja Suðuroynna
saman í eina kommunu.
Tað er eitt sjónarmið, sum
Tvøroyrar Byráð tekur fult
undir við.
Og tað er eitt sjónarmið,
sum eisini tvørafólk taka
fult undir við, tí í nakað
síðani varð skipað fyri
fólkaatkvøðu á Tvøroyri
um kommunusamanlegg
ing og har varð úrslitið var,
at ein heilt stórur meiriluti
av tvørafólki vil hava at
øll Suðuroyggin verður ein
kommuna.
Eisini í Sumbiar Komm
unu hevur fólkaatkvøða verið
um kommunusamanlegging
og har var úrslitið eisini,
at ein greiður meiriluti av
sumbingum vil hava alla
oynna savnaða í eina komm
unu.
Tað var eisini tann tíð, tá
ið Tvøroyrar og Sumbiar
kommuna arbeiddu fyri
at leggja saman, men tey
komu ikki á mál áðrenn
tíðarfreistina fyri saman
legging í sambandi við
kommunuvalið í 2004, varð
úti og sostatt kom stígur í tað
viðgerðina.
Í hinum kommununum í
Suðuroy hevur fólkaatkvøða
ikki verið um kommunu
samanlegging.
Borgarstjórin á Tvøroyri
vil helst, at øll Suðuroy verð
ur ein kommuna.
Men eydnast tað ikki,
skilst á honum, at hann eisini
er opin fyri, at einstakar
kommunur leggja saman
fyri at fáa gongd á.
– Tað verður sagt, at
kommunur, sum leggja sam
an, skulu vera landafrøðiliga
samanhangandi, men vit
síggja eisini dømi um norð
anfjørðs, at kommunalt sam
starv verður skipað tvørtur
um sund og firðir, so tað
letur seg gera hjá komm
unum at leggja saman,
hóast tær ikki beinleiðis eru
grannakommunur, sigur
borgarstjórin.
Tey, sum eiga lívið
í livravirkinum á
Eiði, fáa onki, nú nú
landsstýrið er farið
at lata virðisløn til
tey, sum taka livur til
virkið
Mismunur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað vísir seg sum um at
vit eiga ongan góðan. Tá
ið aðrir fáa virðisløn, fáa
vit onki. Tá ið aðrir verða
skerdir 2% verða vit skerdir
20%.
Mikkjal Hammer, skipari
á Steintór í Hvalba er
vónsvikin av teirri viðferð,
sum lemmatrolararnir fáa frá
landsins myndugleikum.
Hann vísir á, at tá ið
fiskidagaskipanin varð ásett,
vóru fiskidagarnir skerdir
2%. Men hjáveiðikvotan hjá
lemmatrolarunum á innaru
leiðunum varð skerd heili
20%.
Og nú hevur landsstýrið
eisini lýst við, at teir bátar,
sum taka livur til livravirkið
á Eiði, skulu fáa eyka fiski
dagar.
Men tað er bara galdandi
fyri tey skip, sum eru í fiski
dagaskipanini.
Tað eru lemmatrolararnir
ikki og sostatt fáa teir heldur
ongan ágóða av hesum.
Hetta kann tykjast sum
ein stór andsøgn, tí tað eru
nettupp lemmatrolararnir,
sum hava tikið mest livur.
– Og skiparin á Steintór
dylir heldur ikki fyri, at teir
eru vónbrotnir av hesum.
– Tað eru lemmatrolar
arnir, sum avreiða nógv mest
av livrini, sum virkið á Eiði
fær og tí eru vit vónbrotnir
av at vit slett ikki koma upp
í part, nú landsstýrið býtir
virðislønir út til tey skip,
sum taka livur, sigur Mikkjal
Hammer.
Hann vil kortini ikki
siga, hvussu hann heldur, at
lemmatrolararnir skulu fáa
ein ágóða fyri at taka livur.
– Tað er eitt útspæl, sum
eigur at koma úr Fiski
málaráðnum heldur hann.
Hann sigur, at tað vísir seg
sum um at lemmatrolararnir
ongan góðan eiga, tí hesi
seinastu tiltøkini hjá lands
stýrinum vísa, at teir skulu
rakast nógv harðari enn aðrir
skipabólkar.
Eiga lívið í virkinum
Egil Olsen á livravirkinum
á Eiði kann ikki annað
enn staðfesta, at tað eru
lemmatrolararnir,
sum
at kalla eiga lívið í livra
virkinum.
– Eini 75-80% av teirri
livur vit taka ímóti, fáa
vit frá lemmatrolarunum.
Samstundis hava summr av
teimum sett partapening í
virkið, so eg skilji væl, at teir
eru ónøgdir, sigur hann.
Tí heldur hann at tað var
ikki annað enn natúrligt,
at teir eisini fingið onkran
ágóða, nú landsstýrið kortini
letur teimum viðurkenning,
sum taka livur.
– Vit eru ómetaliga takk
som fyri tann stuðul, sum vit
fáa frá lemmatrolarunum, tí
teir eru ein týðandi partur av
grundarlagnum undir virk
inum, sigur hann.
Egil Olsen sigur, at fyri
tað, um lemmatrolararnir
ikki eru í fiskidagaskipanini,
kundu teir fingið nakrar
fiskidagar á innaru leiðum,
ella landsstýrið kundi
egnt teir við eini eyka hjá
veiðikvotu.
Hann sigur at garnabát
arnir eru í somu støðu. Teir
taka livur, men eru ikki í
fiskidagaskipanini og fáa
tískil heldur onga viður
kenning fyri tað.
Bar ikki til
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður fegnast um, at
lemmatrolararnir eru so
raskir at taka livur. Og tá
ið spurningurin var til við
gerðar um at lata virðisløn
til tey skip, sum taka livur,
varð eisini nógv tosað um
lemmatrolararnar.
– Men av tí, at teir vóru
uttanfyri fiskidagaskipanini,
bar ikki til at fáa teir upp í
skipanina, sum gevur virð
isløn til teir, sum taka livur.
Hann sigur, kortini hann
hugsaði nógv um lemma
trolararnar, tá ið skipanin við
eykadøgum til teir, sum taka
livur, varð til viðgerðar.
– Men úrslitið bleiv so,
sum tað bleiv.
Er tað ikki órættvíst, at
teir, sum taka nógv mest
livur, ikki eisini fáa onkra
viðurkenning fyri tað.
– Hetta er fyrst og fremst
ein skipan fyri tey, sum
eru í fiskidagaskipanini
og tí ber ikki til at geva
lemmatrolarum
somu
sømdir. At geva teimum
eyka kvotu, er ikki so lætt,
tí bæði Fiskifrøðingar og
Fiskidaganevndin mæla
til at teir skulu missa alla
hjáveiðikvotuna á innaru
leiðum. Tað vildi landsstýrið
kortini ikki, men skerdi hana
eitt sindur.
Hann sigur kortini, at
arbeitt verður framvegis
við ætlanini at fáa lemma
trolararnar undir fiskidaga
skipanina. Koma teir tað,
kunnu teir koma upp í part
til at fáa virðisløn fyri at taka
livur.
Tí varð gjørt av at gera
skipanina, sum hon er í
fyrstu syftu og so fáa vit
at síggja, hvussu gongst at
fáa lemmatrolararnar upp í
fiskidagaskipanina.
Royna aftur at fáa kommunur
í Suðuroynnni at leggja saman
– Á Tvøroyri hava vit eina greiða meining um kommunu
samanlegging og tí royna vit at fáa gongd aftur á málið, sigur
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri
Lemmatrolararnir sita eftir við ongum
Skip og bátar, sum taka livur til lands, fáa nú virðisløn. Men teir,
sum eru raskast at taka livur, fáa ikki inn í eygað