Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 13 - 18. januar 2006 Tað var ein lítillátin, men takksamur Jón Hilmar Magnusson, sum tók ímóti heið­ urslønini frá Jógvani á Lakjuni, lands­ stýrismanni, týsdagin HEIÐURSLØN Theodor E. D. Olsen Myndir: Álvur Haraldsen Seinnapartin týsdagin varð skipað fyri hátíðarhaldi fyri Jón Hilmari Magnussyni, í sambandi við at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum hevði gjørt av at heiðra hann fyri sína íslendsk-føroysku orðabók. Umframt at fáa heiðurin fylgja eisini 65.000 krónur við hesi sømdargávu. Fitt av fólki var komið saman í Mentamálaráðnum. Ein strúki­kvintett úr Tór­s­ havnar Musikk­skúla spældi undan og eftir handanina av heiðursbrævinum. Í røðu síni segði menta­ málaráðharrin m.a.: »- Heimurin gerst minni og minni, og hóast nógvir møguleikar kunnu liggja í tí, so verður trýstið á mál og mentan okkara alsamt størri. Hetta er ein gongd, sum meira enn nakrantíð áður fær okkum at ásanna, at tað ræður um at stimbra samleikan og at verja og menna mál og mentan okkara. Hesin spurningur er meira átrokandi enn nakrantíð áður í søguni hjá báðum frændatjóðum. Øll góð tiltøk, ið bera á tað rætta borðið, sum styrkja og stimbra málini og áhuga almenningsins fyri málun­ um, eru kærkomin. Orðabók Jón Hilmars er tí komin í tøkum tíma, og fegnast vit øll um hesa mentanarligu stór­hending. Brøðratjóðir eiga at samstarva, og vit samstarva í dag á fleiri økjum, men hetta samstarv kundi verið nógv størri og kundi fevnt um nógv fleiri øki enn í dag. Gongdin seinastu árini hev­ ur tó víst ein vaksandi vilja til samstarv. Politiskt arbeiða vit saman í Útnorðurráðnum, og tann nýggi sáttmálin mill­um Ísland og Føroyar, Hoyvíkssáttmálin, er enn eitt gott dømi um hetta. Her hava vit fingið ein møguleika fyri øktum vinnuligum og ment­ an­arligum samstarvi, og vóni eg, at hesin sáttmáli fer at bera góðan ávøkst«. Í takkarrøðuni vildi høv­ undurin vera við, at hann ikki hevði hendan heiðurin uppi­bornan, men var sera takk­samur fyri hesa við­ urkenningina. Eftir handanina var orðið frítt. Tveir, ið tóku orðið vóru Jógvan Gerðalíð, ið skemtiliga greiddi frá yms­um viðurskiftum hann hevði havt við íslendingar, og Jóhan Hendrik Winther Poulsen, sum í Føroyum í dag man vera ímyndin av orðabókaarbeiði. Hann var sjálvur við í byrjanini av arbeiðinum við at gera íslendsk-føroysku orða­ bók­ina hjá Jón Hilmari Magnussyni. Jón Hilmar heiðraður á samkomu í Mentamálaráðnum MBF fer komandi tíðani at skráseta atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum í øllum kommunum í landinum. Endamálið er at gera eina »handi­ capguide«, har til ber at síggja, hvussu hesi viðurskifti eru og at gera kommunur meiri tilvitaðar um hendan tørvin, sigur Leila Solmunde, forkvinna í MBF RØRSLUTARNAÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo MBF er í ferð við at fyrireika útgávu av upplýsandi tilfari um møguleikan hjá fólki við rørslubreki at luttaka í teimum tilboðum, sum kommunan hevur at bjóða av almennum tænastum. Skrásetingararbeiðið byrjar í komandi viku. Lagt verður fyri í Suðuroy frá 23. januar - 27. januar. Tað eru fólk frá MBF, sum gera arbeiðið, og hava allar kommunur fingið skriv frá MBF um, at vit ynskja at koma og vitja kommununa fyri at skráseta atkomuna til almennu støðini í komm­ ununi. Tað er so, at í dag eru fólk við breki ofta sera virk­in og ynskja at luttaka í samfelagslívinum á jøvnum føti við onnur. Hetta merkir, at tey ynskja at vera við, bæði sum vanligur borgari og sum brúkari í kommununi har tey búgva. Harumframt ynskja tey, eins og onnur, at kunna ferðast til aðrar kommunur fyri at uppliva og gera brúk av tilboðum og serkennum, ið ávísa kommunan stendur fyri. Fyri at tryggja sær møgu­ leikan at vera við, eru fólk við breki tí noydd at fyri­reika seg væl frammanundan, tí ein sannroynd er, at ikki allar staðir er atkomuligt orsakað forðingum av ymsum slag. Í løtuni ber illa til at fyrireika seg til, hvat og hvar ein kann luttaka, og tí er umráðandi at kortleggja, hvussu tað sær út hesum viðvíkjandi. MBF ætlar tí at útgeva eina »Handikapguide«. Ein »Handikapguide« er ein upp­slagsbók, sum kunnar um, hvussu atkoman er til kirkjur, samkomuhús, skúl­ ar, søvn, almennar stovnar, ítróttarhallir, politiskar og aðrar myndugleikar, læknar, tannlæknar, gistingarhús, matstovur o. s. fr. Atkoman skal í hesum føri uppfatast í breiðasti merking t. d. - kann ein koyri­stólsbrúkari ella illa gongdur sleppa framat, - eru teleslyngir tøkar til hoyri­ tarnað ella, - er kunning gjørd atkomulig fyri deyv, blind ella menningartarnað. – Bókin verður væntandi umleið 100 síðir til støddar og ætla vit, at hon skal koma út 24. oktober 2006, tá 25 ára stovningardagurin hjá MBF er. Vit umhugsa eisini at gera »Handikapguidina« teldutøka, tá hetta gevur møguleika at gera broytingar í bókini so hvørt sum ábøtur verða gjørdar og forð­ing­arn­ ar fella burtur, sigur Leila Solmunde, forkvinna í MBF. Hon sigur eisini, at tey eru tó av teirri áskoðan, at bókin eisini kann gerast eitt hent amboð fyri allar aðrar borgarar í landinum, um­framt ferða­fólk, ið koma uttanífrá. Harumframt halda tey, at bókin kann verða eitt gott amboð hjá kommununum at gerast tilvitaðar um støðuna í kommununi og harvið fáa møguleikan fyri at taka burtur forðingar. – Tá vit tosa um at­komu­ viðurskifti, eru vit ofta samd um, at støðan er ov vánalig. Nú fáa vit so staðfest, hvussu stendur til á økinum, og meta vit at hetta bert kann styrkja framtíðargongdina við­víkjandi atkomu­við­ urskiftum í Føroyum, heldur hon. MBF er av teirri fatan, at kommunurnar eins og landið, eiga at ganga undan at taka burtur forðingar í samfelagnum, og kann hetta tá smitta av sær, so privat virkir eisini vilja gera sítt til at vera við til at gera Føroyar til eitt land við góðum umstøðum at virka undir fyri fólk við breki. Jógvan á Lakjuni og Jón Hilmar Magnusson práta saman undir móttøkuni Familjan hjá orðabókasmiðinum var eisini komin við at heiðra hann. Umframt at takka føroyingum fyri heiðurin, takkaði hann eisini konuni fyri hennara tol Jóhan Hendrik Winther Poulsen og Jógvan Gerðalíð vóru nakrir av røðarunum. Jóhan Hendrik, tosaði m.a. um, hvussu hann hevði fingið hugskotið til sínar orðabókasendingar úr Íslandi, og tann skjótt níti ára gamli Jógvan hugleiddi á ein skemtiligan hátt um ymisk viðurskifti, hann hevur havt við íslendingar millum ár og dag Skráseta atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum Nýggjar kanningar vísa, at at hitin við Skopun broytist javnari ella meiri líðandi enn hitin við Oyrargjógv GRANSKING Theodor E. D. Olsen Fiskirannsóknarstovan hev­ ur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum, og kanningar haðani vísa, at hitin er áleið tann sami í báðum støðum. Í kunningarskrivi frá Fiski­ rannsóknarstovuni verður greitt frá, at orsøkin til hetta er, at sjógvurin innast á landgrunninum - tvs. sjógv­ urin innan fyri umleið 100 metra dýpi, men tó ikki við sjógv inni á firðum o.l.- verð­ ur væl blandaður av sjóv­ arfalli. Hitamátararnir, sum eru sett­ir út við Oyrargjógv og Skopun, eru sjálvvirkandi. Teir máta hitan við jøvnum millumbili, og goyma síðan mátingarnar í minninum. Okk­ urt um tvær ferðir um árið verða mátararnir skift­­ir, og mátingarnar lisn­­ar inn á teldu á Fiski­rann­sóknarstovuni. Við Oyrar­gjógv eru mátingarnar tryggj­aðar á tann hátt, at har altíð eru 2 – 3 mátarar, um so skuldi borist á, at ein teirra gongur fyri. Í Skopun er í løtuni bara ein mátari. Sambært kanningunum vísa tølini, at hitin við Skop­­un broytist javnari ella meiri líðandi enn hitin við Oyrargjógv. Hetta bendir á, at sjógvurin í Skopunarfirði er betur blandaður enn í Vest­­mannasundi. Tó kann mun­urin eisini stava frá, at mátarin við Oyrargjógv er á umleið fýra metra dýpi og liggur nærri landi, enn mát­ arin við Skopun, ið mátar hit­an í sjógvi frá 18 metra dýpi. Tøl frá Fiski­rann­sókn­ar­ stovuni, ið vísa miðalhitan í sjónum við Oyrargjógv frá 1. januar í fjør, verða eisini samanborin við miðalhitan í sjónum við Mykineshólm hvønn mánaða frá 1914 til 1969. Hesi tøl vísa, at hitin við Oyrargjógv í 2005 var eitt lítið vet hægri, enn hitin við Mykineshólm fyrra helming av 20. øld. Fiskirannsóknarstovan mátað sjógvin