mikudagur 18. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 13 – 18. januar 2006
Magnus í Hjøllum
á Toftum eigur
útróðrarbátin Beinta.
Árið í fjør royndist
brúkiligt, og teir eru
komnir hampiliga væl
í gongd í ár.
Útróður
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Toftir: Tað er bítandi kalt her
á havnalagnum á Toftum.
Vindurin følist nívandi kald
ur, og tað er kavi og ælingur
allatíðina. Hetta er ikki ein
útidagur fyri sartar sálir,
henda vetrardagin í gjár.
Her á havnalagnum standa
fleiri skúrar, og inni í einum
teirra – tí uttasta – er lív og
virksemi. Og har er eisini
heitt.
Inni í hesum egningarskúr
inum standa nakrar mans og
egna. Her er talan um tríggjar
mans í ymiskum aldrum. Og
um ein drong sum ikki er
meiri enn 15 ára gamal.
Teir egna allir hjá Magnus
í Hjøllum, sum eigur 29
fór Starlett–bátin ”Beinta”,
sum er heimahoyrandi á
Toftum.
Brúkiligt í 2005
Enn er nýggja árið bara
fáar dagar gamalt, men um
Magnus lýtur aftur á tað
farna, so er hansara meting
greið:
– Tað var eitt brúkiligt ár,
sigur hann.
Sjálvur stóð hann í heita
egningarskúrinum og egndi
ein stamp fyrapartin ígjár.
Tað ræður um at hanga í,
tá ein veruliga skal tosa um
útróður.
Eins og hjá so mongum
øðrum útróðrarmanni, ið
hevur hetta sum sítt starv
burtur, so er tað altíð ein
spurningur, um og nær ein
er nøgdur við úrslitið.
– Ein er sjálvandi ongatíð
nøgdur, tí ein vil altíð hava
eitt sindur aftrat!
Magnus er liðugur við
henda eina stampin. Hann
leggur lokið á og fer við hon
um inn í ta køldu goymsluna
aftanfyri.
So er hesin ikki eftir. Nú er
ein stampur minni at egna til
túrin, sum væntandi skuldi
verða sama kvøld – t.v.s. í
gjárkvøldið.
Teir royna at egna sum mest
sjálvir, og hava tí ikki so nógv
brúk fyri hjálp uttanífrá.
2300 pund
Enn veit eingin, hvat hetta
nýggja árið fer at merkja
fyri veður og útróður, men
Magnus hevur kortini góðar
vónir fyri árið.
Tað hevur ikki viðrað
nakað serligt higartil í ár,
men tá líkindi hava verið,
hevur Magnus verið til
útróðrar.
– Vit hava verið tvær
ferðir úti í ár. Vit hava sett
20 stampar í alt, og tað gav
2300 pund.
– So tú skilir, at tað var
ikki av tí grova, sigur hann.
Fyrrapartin í gjár riggaðu
teir sum nevnt til at fara á
triðja túrin í ár. Gekst sum
ætlað løgdu teir frá landi í
gjárkvøldið.
– Vit vóna, at fáa ein
stuttan túr í nátt, sigur
Magnus.
Saman við sær hevur
Magnus sonin og í løtuni ein
ungan drong, Búa, sum eru í
starvsvening hjá honum!
Melur runt
Beint hevur so verið tveir
túrar higartil í ár, og hava
teir fingið um 100 pund
uppá stampin.
– Um tað er nøktandi?!
Tja, tað er so brúkiligt
fiskarí. Fer tað ikki niður
um 100 pund, so melur runt,
sigur hann.
Nú teir egna so brúka teir
makrel og høgguslokk. Tað
plagar at roynast væl.
– Onkutíð so egna vit eitt
sindur av gággu uppí eisini.
Tað er nokkso vanligt at
blanda agnið.
– Hetta er líkasum at fara í
býin. Tú skal hava eitt sindur
at velja ímillum!, sigur
Magnus við einum brosi.
– Í lagi við 100 pundum uppá stampin
Jákup Olsen egndi eisini so trúliga fyrrapartin í gjár