Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 – 18. januar 2006 9 Meðan floks­felag­ arnir valdu at fara í starvsvenjing í heilsølum og aðrastaðni, so vildi Búi í Hjøllum tað øðrvísi: Hann vildi royna lívið sum útróðrarmaður Útróður Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Toftakaj: – Eg hevði bara hug at royna okkurt annað! Í egningarskúrinum hjá Beintu standa fýra mans og egna. Umframt Magn­us sjálvan, so stendur bróður­ sonur hansara eisini har. Og tað ger hann, hóast tað er týsmorgun og talan ikki er um nakra feriu frá skúla­ num. Støðan er einfalt hon, at Búi er farin í starvs­ venjing hjá Magnusi – í starvsvenjing sum egnari og útróðrarmaður. – Eg søkti hetta og fekk tað eisini, sigur Búi, sum er staddur mitt í einum stampi. Hann hevur roynt áður at egna, og klárar hann vanliga at egna ein stamp eftir hálvumøðrum til tveir tímar. Hug til sjógvin Vanliga fara næmingar í t.d. starvsvenjing á skriv­ stov­um, frisørsalongum og heilsølum. Men Búi vildi tað øðr­ vísi. Hann hevði hug at royna sjólívið sum út­róðrarmaður. – Ja, eg hevði faktiskt eis­ ini havt hug at verðið út­róðr­ armaður, sigur hann. Men áðrenn hann kemur so langt, er neyðugt at stamparnir eru egndir og klárir at flyta umborð á Beintu. Tað arbeiðið byrjaðu teir longu uppá fyrsta dagin í starv­svenjingini, har hann eisini var við, tá teir keyptu agn. Ígjár varð so hildið fram við tí sama. Og óhugsandi var ikki, at hann fór á sína fyrstu útróðrarferð í gjár­ kvøldið. – Tað er so í øllum førum ætlanin, svarar Magnus til. Vánaligt veður Nógvir dreingir hava egning sum eitt av ítrivum sínum í frítíðini. Og tað hevur Búi eisini. Hann hevur egnt fleiri stamp­ar, og brúkar vanliga niðanfyri tveir tímar uppá stampin. Floksfelagar hansara eru í starvsvenjing á ymiskum støð­um kring landið, m.a. eru fleiri innanfyri radio og elektrisitet. Tá Búi segði teimum, at hann ætlaði sær í starvs­ venjing hjá einum útróðr­ar­ báti, – tá hildu teir lítið um tað. – Ja, teir søgdu bart út, at eg dummaði meg alvorliga. – Hví?! Jú, teir væntaðu at veðrið fór at vera so vána­ ligt!!, sigur Búi og brosar. Av við sjóverkið Starvsvenjingin hjá 9. flokki í Tofta skúla byrjaði mánadagin og verður hildið á hesa og komand vikuna. Ymiskt er sjálvandi, hvat næm­ingarnir fara at fáa burturúr. Men Búi hevur tó eina ætl­ an – ella rættari sagt tvær ætlanir – við sínari starvs­ venjing: – Eg ætli mær at sleppa av við sjóverkið. – Og so er tað eisini prakt­ fult at sleppa undan at vera í skúlanum nakrar dagar!, sigur Búi og grínur. – Teir søgdu at eg fór at dumma meg – Eg ynski at fáa meiri at vita um útróðrarlívið, sigur Búi í Hjøllum, sum er í starvsvenjing hjá farbróðrinum Magnus í Hjøllum ger klárt at fara til útróðrar í gjárkvøldið. Tað verður triði túrurin í ár