mikudagur 18. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 13 - 18. januar 2006
Skattalætti skal latast fólki fyri at keypa partabrøv í
teimum almennu fyritøkunum, tá tær verða einskildar,
skýtur Óli Breckmann í Fólkaflokkinum upp. Uppskotið
varð fráboðað í vikuskiftinum, men enn er ikki greitt, um
uppskotið er gjørt, ella um Fólkaflokkurin sum flokkur
tekur undir við uppskotinum.
At kunna draga íløgur í vinnulív frá í skatti er ikki
eitt heilt ókent fyribrigdi og slíkar skipanir hava eisini
verið her á landi. Mong munnu óivað minnast eitt ávíst
slag av reiðaríum, kombandittfeløg og partsreiðarí,
sum skutu seg upp sum hundaland fyri nøkrum 10-
árum síðani. Summi fingu vinning og onnur bløddu
í mong ár.
Henda samgongan hevur, eins og undanfarna, lætt
um skattatrýstið. Tey flestu kunnu semjast um, at
skattatrýsið varð ov høgt. Um skattatrýstið er ov høgt,
missir onkur hug at arbeiða, eins og fólk, sum eru síni
egni arbeiðsgevari, onkursvegna sleppa sær undan
at geva alla inntøkuna upp til Toll og Skatt, so tey
sleppa lættari.
Skattalættin hjá hesi samgonguni er serliga komin
teimum høgu meðalinntøkunum og teimum hægru
inntøkunum væl við. Tær lægru inntøkurnar hava
ikki fingið ikki sama lættan. M.a. hevur grund
gevingin verið, at tær rinda so lítið í landsskatti.
Arbeiðarafeløgini vístu kortini á aðra leið, sum ikki
varð gingin.
Nú skýtur so Fólkaflokkurin upp ein nýggjan skatta
lætta fyri at keypa partabrøv. Men hvør hevur og fær
ráð at keypa hesi partabrøv? Sjálvandi tey, sum eiga
pening, og kanska eisini tey, sum eru sloppin lættari
í skatti tey síðstu árini. Tað merkir, at verður hetta
uppskotið framt í verki, kunnu vit siga, at landsstýrið
hevur givið ein skattalætta til tey høgløntu, sum nú
aftur kunnu fáa sær ein skattalætta fyri at keypa
partabrøv í teimum einskildu fyritøkunum.
Fólkaflokkurin kann ikki lastast fyri at koma við slík
um uppskoti. Hetta er politikkur hansara. Hinvegin
fáa hinir samgonguflokkarnir - tann sosialliberali sam
bandsflokkurin og tann sosialdemokratiski javnaðar
flokkurin - trupult við at taka undir við uppskotinum
Tá hetta er sagt, skulu vit eisini seta spurnartekin
við, um eitt slíkt uppskot hevur nakran týdning.
Tað verður neyvan tann einstaki persónurin, sum
fer at seta partapening í eina einskylda fyritøku, um
uppskotið vinnur frama. Heldur fara íleggjarafeløg,
ella strategiskir íleggjarar, sum fara at gera íløgur.
Partvíst fyri at gera íløgur ella partvíst fyri at fáa størri
marknaðarpart. Skattalætti liggur neyvan fremst hjá
slíkum íleggjarum. Hann liggur heldur longur frammi
hjá øðrum feløgum, sum hava vunnið sær pening
seinastu árini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nýggja skattalætta
uppskotið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Det er trist at se den sen
este tids debat om homo
seksuelle på Færøerne. Jeg
har besøgt Færøerne, har
færøske venner, har delvis
lært mig sproget og har
altid støttet idéen om at
et folk bør bestemme over
sig selv.
Men det indebærer også,
at man kan vise den
ansvarlighed som kræves af
et moderne samfund. Hertil
hører at individer har visse
borgerrettigheder. Man kan
jo ikke gå imod sin natur, og
derfor er det lige så forkert at
angribe homoseksuelle som
at angribe folk på grund af
hudfarve eller religion. Jeg
er sikker på, at det færøske
samfund lider et tab ved
de mange unge, duelige
mennesker, som hvert år
må flygte til Danmark fordi
de ikke kan stå frem som
homoseksuelle.
Formålet med en dis
kriminationsparagraf er
ikke at forhindre folk i at
sige deres mening, men kun
at sikre en god tone. Det er
ikke indholdet i ytringen som
skal kunne straffes, men kun
en groft forhånende form.
Der er ingen politikere eller
domstol der er interesseret i
at gøre kristne til kriminelle,
blot fordi de ytrer sig ud
fra deres samvittighed.
Eksempler fra Danmark
og Sverige viser, at man
uden risiko fortsat kan tage
udgangspunkt i Bibelen uden
at blive straffet, endda i ret
grove tilfælde: I Danmark
skrev en ældre kvinde i et
læserbrev, at homoseksuelle
var tyve, som stjal deres
næstes liv med hor og aids.
Hun blev frikendt. I Sverige
sammenlignede en præst i
pinsekirken, Åke Green,
homoseksualitet
med
kræftsvulster, pædofili og
dyresex. Men han blev for
nylig frikendt i både landsret
og højesteret.
Vi husker, at Færøerne
som det eneste nordiske land
ikke havde sanktioner mod
Sydafrika, da landet havde
apartheid. Det besynderlige
ved hjemmestyreordningen
er, at den giver ansvar, men
tilsyneladende også en ret
til at undlade at tage ansvar.
Hvis Færøerne ikke vil være
et tilbagestående dansk amt,
rent åndelig set, så må de
tage nogle af den civiliserede
verdens moderne værdier
til sig. Hertil hører, at man
sikrer mindretal mod hetz og
forhånelse.
Anstændighed på Færøerne
stud. mag.
Casper
Udmark
Alt annað vildi verið
fullkomin ørskapur, um
ikki tann ætlanin, sum
kostar minst, er stytst
og sum passar best inn í
framtíðar ferðslumynstrið
verður vald. Eg vóni ikki,
at gjørdir verða politiskir
rossahandlar, nú loyvini
skulu gevast, sigur Sonni
Johansen í viðmerking til
Regin Jacobsen, sum hevur
skrivað um sama evni
Regin Jacobsen, býráðs
limur í Runavík, hevur í
fleiri greinum í seinastuni
viðgjørt fasta sambandi
um Skálafjørðin og við
Suðurstreym. Hann fjalir
ikki, at hann vil hava tunn
ilin úr Suðurstreymi upp í
Runavík, og at hann heldur
vil hava ein tunnil undir
Skálafjørðin, enn eina
brúgv yvir fjørðin. Tí loyvi
eg mær at koma við hesari
viðmerkingini.
Regin vísir á fyrimunir
og vansar við eini brúgv
millum eystaru og vestaru
síðu av Skálafjørðinum, men
eftir hansara tykki tykjast
vansarnir at vera nógv fleiri
enn fyrimunirnir. Millum
annað sigur hann, at vatn
útskiftið á fjørðinum verður
nógv verri við einari brúgv,
heldur enn einum tunnli,
men tað tími eg ikki at gera
viðmerkingar til.
Síðani kemur hann við ein
ari tekning av teimum ymsu
ferðslumøguleikunum. Tað
er ikki óhugsandi, at henda
tekning er røtt, men hon
kann líka so gjarna vera ein
reingjan av veruleikanum.
Eg eri ið hvussu er ikki førur
fyri at siga, um tað vera 18
ella 22 km hjá norðoyingum
at koyra til Havnar, alt eftir
hvør av strikunum hjá Regini
verður vald.
Tað, sum tó er serliga
áhugavert er tó, at Regin
er farin at hugsa um
norðoyingar í hesum høpi.
Tað hava vit ikki sæð áður, tá
hugsað verður um samstarv
millum kommunurnar her
á fjørðinum. Hevur Regin
hugsað um, at við at kroysta
alt út til Runavíkar, verður
farleiðin hjá øllum vestara
armi seks kilometrar longur
enn um tunnilin kemur upp
vestarumegin?
Mær tykir, at hetta er enn
eitt dømi um, at tað verður
ikki hugsað longur enn av
Bakka og út í Rók, og tí
kundi Regin svarað uppá,
hvussu nógv longur tað
verður hjá honum at koyra
til Havnar, um hann skal
tvørtur um fjørðin eftir einari
brúgv og niður í tunnilin úti
við Tanga.
Tað seinasta sum Regin
sigur er, at tað nú er upp
til løgtingið at gera av,
um tunnilin skal gerast úr
Runavík til Havnar saman
við einum tunnli tvørtur um
fjørðin. Hetta er ikki rætt.
Hetta er m. a. als ikki tað,
sum eitt samt bygdaráð í
Sjóvar Sókn hevur ynskt, og
tað er als ikki tað sum vit hava
stuðlað tunnilsbólkinum
við. Vit ynskja, at tunnilin
fer niður á vestara armi á
Skálafjørðinum, og at fast
samband verður um fjørðin.
Um tað verður til ein tunnil
ella til eina brúgv, mugu
vit semjast um. Tað eru
jú vit, sum skulu liva við
tí í framtíðini, og tað skal
ikki darva menningina hjá
vinnuni økinum.
Eitt er tó greitt og tað er,
at tað ber ikki til at leggja
tunnilsmunnarnar har sum
Regin Jacobsen vil hava
teir, og so ikki gera alla
ætlanina heilt í Gøtudal
lidna samstundis. Bara frá
Skipaneskrossinum og út til
munnan av Toftavatni eru
umleið 160 størri og smærri
síðuvegir til høvuðsvegin.
Vestaru megin eru bara 14
síðuvegir, og tá telja vit úr
Skálabotni og út á Tanga.
Veruleikin er eisini, at
vegurin á vestara armi eisini
er gjørdur við einari framtíðar
farleið til Havnar fyri eyga,
Skálafjarðartunnilin: Latið lokalpatriotismuna liggja
Sonni
johansen
Framhald á siðu 11