Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 18. januar 2006 11 VIÐMERKINGAR Sambandsflokkurin tekur ikki undir við uppskotinum hjá Óla Breckmann um at spurningurin um, hvørji partabrøv tú eigur, skal verða avgerandi fyri skatta­ rokningina Tingmenn Miðfloksins hava í eini blaðgrein gjørt viðmerkingar til fyri­ spurningin hjá Óla Breck­ mann, sum skjýtur upp, at landsstýrið við lóg skal tryggja øllum føroyskum skattgjaldarum møguleikan at keypa partabrøv við skattafrádrátti ístaðin fyri at gjalda fullan skatt. Miðflokkurin sigur, at Óli Breckmann kann rokna við stuðli frá sam­gongu­ flokkunum, millum annað tí at »hugsjónaliga man Sam­bandsflokkurin liggja á somu linju«. Eg skal í tí sambandi boða frá, at tað er Sam­bands­ floksins áskoðan, at allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum eiga at verða einskildar, men at øll almenn partabrøv skulu verða seld á einum fríum marknaði, har øll skulu hava sama møguleika at keypa. Talan skal vera um keyp og sølu, og ikki um skattasnildir. Tað eru ikki nógvir mánaðir síðani sami tingmaður skeyt upp at geva fólki skattalætta, um tey búðu í ávísum pláss­ um í landinum, og nú er tað spurningurin um, hvørji partabrøv tú eigur, sum skal vera avgerandi fyri skatta­ rokningina. Tað kann ikki vera rætt, at uppskot um at broyta skatta­grundarlagið hjá før­ oyingum skulu verða løgd fyri Føroya løgting, alt eftir hvønn tingmenn seinast hev­ ur tosað við. kaj@farex.com Almenn partabrøv og skattalætti Sambandsflokkurin Kaj leo johannesen Sjálvandi eri eg ikki ófeg­ in um at fáa eina væl­ meinta nýggjárskvøðu frá einum politiskum mót­ støðumanni, men kortini ikki sørt bilsin um at fáa eina so eyma heilsu frá akk­ urát tær! Men ikki skalt tú eiga nakra ótøkk fyri tað, sigur Virgar Dalsgaard m. a. í aftursvari til Sjúrð Skaale Eg síggi, at tú hevur rætti­liga spent teg út og hjálagt ein persónligan lista við næstan øllum tínum sjáldsomu kvali­ fika­tiónum, sum tú brilleraði við í Høgna­bandanum; og tað er helst tí, at tú trilvar eftir nýggjum njósnara- ar­beiði, nú tín totaliteri full­ veldisguru hevur givið tær durafjórðingin. Men hví tú av misgávu er komin til at senda mær tilfarið úr tínum Curriculum Vitae er framvegis eitt sindur ógreitt fyri meg! Ikki so at skilja, at eg haldi, at tað ikki longri er brúk fyri forvitnum monnum við so hendingagóðum hegni at lurta sum tær. Tvørt­ur­ímóti! Sjálvt um bæði Stalin og Beria eru deyðir, sjálvt um flestu stasi-menn eru omandotnir saman við Berlinmúrinum og sjálvt um Hoydalsfeðgarnir reika frustrerðir og heimleysir úti í arktiskum politiskum fótakulda, er eingin grund hjá tær til at fortvivla, tí tað fer altíð at vera brúk fyri monnum við tínum sneytaragávum! Privata heimasíðulýsingin við tínum ovurhondstalentum er sum skraddaraskorin til eina glæsiliga karrieru hjá einumhvørjum to­talit­ erum tyranni, eitt nú í Norð­ur-Írlandi, á Balk­an, í Suðuramerika ella í Miðeystri. Har eru menn framvegis líka so ana­kronistiskt stirðnaðir av miðaldartankum sum teir mest sedimentert for­kálkaðu føroysku loys­ing­ar­menninir! Eftirsum tú beinleiðis hev­ur vent tær til mín, eri eg avgjørt ikki ófúsur at geva tær skrivligt viðmæli (ella á bandi) til títt komandi internationala virksemi. Har fari eg als ikki at leggja nøkur bond á meg! Eg havi heldur einki ímóti at hjálpa bæði tær og fyrrverandi høvuðkambi tínum við at skriva stíl, tí tað haldi eg, at tit báðir treingja harðliga til! Tann tímaløn, tit skulu lata, er beskeðin – tað eru avgjørt ikki tykkara Christiansborgar-tariffir, eg plagi at brúka! Annars síggi eg, at tú ikki heldur meg vera krillutan, síðani tú her í januar mánaði ræður mær til kalt sturtibað. Takki sjálvandi kurteisliga fyri ráðini og fari tí eisini at geva tær eini ráð afturfyri: Átti tú ikki sjálvur at fing­ið tær eitt karbað við edika­ sýru (ph umleið 3), so tú fekst etsað tey ringastu tjóð­ veldis-sedimentini burt­ur av tær. Eftirsum slík ónoss­lig kálkdannilsir eru hervilig og sterkt alkalisk, mást tú endiliga ikki brúka basiskan lút – tað má vera sýra! Moderat súrur løgur sum hesin skuldi kunnað fingið sjálvt tey mest senti­mentalu hoydalsbond at loysna! Kanska eydnast tað tær, meðan tú liggur í karinum at beina fyri onkrum subfossilum Kirkjubíggjar- rudimenti eisini! Og tú kanst ugga teg við, at tað er ikki bara tú, sum er panikksligin – tað er nógv verri statt við tínum fyrr­ver­ andi Hoydals-despoti! Hann er við at byrgja seg heilt inni og er farin at byggja ein kin­ esiskan múr rundan um seg og Ísland í løtuni! Tað er eitt pretentiøst og bábelskt projekt! Tað er harafturat týðuligt, at tit báðir ferðast á sera tunn­um ísi í Frank Jensen- málinum! Fólk vita væl, at tað enn eru pínlig bond tykkara millum! Kávalótir tykkara eru hjartaskerandi og rørandi! So nú skal probat terapi til! Skuldu tit tessvegna ver­ ið hugaðir at fingið heilt persónliga leiðbeining, skal tað ikki standast á – og er tað tí okkurt álvarsamt, tit vilja tosa um, eri eg altíð fusur til ein óformellan terapeutiskan fund við tykkum! Men so leingi sum fundar­ siður tykkara er so ekseptionelt løgin, fari eg at leggja eina beinharða treyt á! Og tað er, at eg fari frammanundan at vissa meg um, at menn hittast í mikrofonfríum høli og uttan nøkur bond, so tit mugu leggja tykkum undir stranga visitatión av øllum tí skurvuta tjóðveldiskrovinum! At enda sendi eg tær og øllum tínum húski tær allarbestu javnaðarkvøður um gott nýggjár! virgar1@hotmail.com Góði søti Skaale, søgusmiður og bandsneytari Lærari virgar t. dalsgaard Hvis Færøerne kommer ind på at vandre i ulydighed med ukristelig ondskab og ugudelige kirker med nye ubibelske ritualer, der skal blåstemple »homoseksuelle forhold« og vantro og be­ kendende ikke troende ate­ istiske præster, så tror jeg ikke, Gud vil give olien til Færøerne, sigur Mogens Tilsted Christensen, prestur m. a. Det færøske folk har funda­ mentet, og herfra er det fær­ øske folk kommet videre ind i det 21. århundred i det globale internet-samfund. Verden er blevet mindre, og »Færøerne er blevet større«. Jeg er blevet meget pos­itivt overrasket over ud­dannelsesniveauet i for­ hold til indbygger­antallet. For eksempel fra den lille bitte by Saksun, hvor der bor ca. 34 menn­esker er der opfostret vel­udannede mennesker som bl. a. 6 læg­er over de sidste 100 år. Færøerne har uddannet lærere, styr­­mænd, kaptajner, arki­­tekter, ingeniører, præst­ er, musikere, sang­ere, jour­nalister, dygt­ige for­ retningsfolk, hånd­værkere, kontorfolk og andre ar­bejdere som alle trækker læsset sammen med fiskerne og fåreavlere der jo reelt er dem, der tjener pengene til Færø­erne endnu. Præster, lær­ere, læger, arkitekter, ing­ eni­ører og kontorfolk tjener jo ikke penge til landet, men vi bidrager alle med vore talenter. Men indtægter kommer nu engang kun ved eksport og så ved gaver. Alle færinger arbejder stille og roligt men sikkert med det, som de er gode til. Hvis Færøerne kan be­vare dette princip »bøn og arbejde«, så tror jeg Gud vil give det færøske folk adgang til andre ind­tægtskilder end dem, vi kender i dag. Jeg tænker helt konkret på den »sorte guld«, der skal op gennem den hårde havbund. Olien ligger lige under, den skal bare op og sælges, mens den er tilstede. Fisk og olie er gudgivne naturgaver til det færøske folk. Hvis havbunden var af jern, så måtte man anvende jernbor for at komme igennem. Men nu er bunden af »hård lavasten«, går jeg ud fra, og så må der anvendes diamantbor. Men færinger har jo god erfaring med at bore igennem klipper, når de bygger tunneller. Boret skal nu blot drejes 90 grader. Derimod tror jeg, at hvis Færøerne kommer ind på at vandre i ulydighed med ukristelig ondskab og ugudelige kirker med nye ubibelske ritualer, der skal blåstemple »homoseksuelle forhold« og vantro og bekendende ikke troende ateistiske præster, så tror jeg ikke, Gud vil give olien til Færøerne. I denne tid, hvor verden går af lave, så tror jeg, at Færøerne kan gå videre hånd i hånd med Jesus Kristus i Guds kærlighed med fortsat velstand, vækst og tilfredshed som en kristen bastion i verden. Gud velsigne Færø­ erne! Velkommen til en kristen surf på www.teologen.dk prestur@post.olivant.fo Gud bevare Færøerne som en kristen bastion! Sognepræst Nordstrømø mogens tilsted christensen Seinastu tíðina eru roykj­ ar­ar farnir at hosta upp­aftur meira. Ikki av tubbakinum, men av for­kølilsi, forvoldað av tvungna uttanduralivinum. Roykjarar hava fingið negativa serviðgerð, heldur Tønnes Mikkelsen Kjakið um markið fyri tali- og skrivifrælsi, fram­provokerað av rock-bólkinum 200, fekk størri breidd, tá ein av Harrans hirðum yvirhálaði høgra um. Síðani kom ein listamaður og gav kjakinum størri pers­pektiv – sprongdi kjak-karmin tos- skriv við at leggja list aftrat. Skuldi ein listamaður fyri 50 árum síðani gjørt ein lítlan fittan figur av mr. Føroyum, tilætlað turistum, høvdu vit sæð ein veðurbardan fiski­ mann við keppi og sigaret- stubba í kjaftinum. At roykja var ein góður gamalur før­oyskur siður, sum við einum pennastroki hálv- kriminaliseraðist. Hvat verður tað næsta? Sjálvandi at taka hond um tey feitu og yvirvektigu. At síggja feit fólk er deprimerandi fyri normal-vektig, sálarliga niðurbrótandi. Tey feitu stytta teirra egna lív og be­lasta okkara sjúkrahúskerv so nógv, nógv meira enn ein borgari við ideal-vekt. Tí hoyrir tað onga staðni heima, at handlar lýsa við at 2 kg. av sukur fáat fyri 8 kr. Ella at bakaríum er loyvt at stilla út leskiligar kaloriubumbur og freista veikar sálir. Ótólmaða kaloriunýtslan er størsta hóttanin móti fólkaheilsuni og skatta­borg­ aranum. Løgtingið eigur at banna køkuetan í almenna rúminum. Eitt annað problem er javn­ støðulógin. Hví skulu allir almennir stovnar hava hvør síni ves til menn og kvinnur? Hvat er argumentið fyri at oyðsla við skattaborgarans peningi? Høvdu ymisk ves til kvinnur og menn so verið góður gam­ al­ur føroyskur siður – men hetta er jú ikki tilfeldið. Løgtingið átti at sett ein bólk av sálarfrøðingar at útgreina, hvat fyri lívsvirði, hvat fyri kvinnusýn og mannasýn liggja fjald handan apart­heit­ vespolitikkin. Happing millum tey vaksnu 438 Langasandur Tønnes Mikkelsen og at ferðahámarkið er 80 km um tíman á øllum teininum. At smáar broytingar skulu gerast er eyðsæð, men tað er ikki neyðugt við ógvusligum tiltøkum. Ein heilt annar møguleiki er sjálvandi at velja loysnina við einari sundurgreining á havsins botni, har ein grein fer upp á strandalandinum og ein fer upp í Rók. Henda loysn sær áhugaverd út, tí hon hevði avlastað báðar armarnar á fjørðinum. Vit ganga øll út frá, at tann ætlanin verður vald, sum kostar minst, er stytst og sum passar best inn í framtíðar ferðslumynstrið. Alt annað vildi verið fullkomin ørskapur, og eg vóni inniliga, at hetta mál ikki verður partur av nøkrum politiskum rossahandli, tá loyvini skulu gevast. Lat okkum halda okkum til tað skilagóða í hesum føri og lata lokalpatriotismuna liggja. Tað førir okkum longst fram á leið. sonni@post.olivant.fo Framhald av síðu 10