Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 13 - 18. januar 2006 Tíðindaskriv Fríggjadagin 27. januar, verður stjóraskifti hjá Esmar Simonsen á Kambsdali. Martin Simonsen sum alt sítt tilkomna lív hevur rikið hesa familjufyritøku, leggur nú frá sær og í hansara sess kemur Petur Jacob Langgaard, Klaksvík. Petur Jacob er 41 ára gamal, er giftur og eigur tvey børn. Hann hevur starv­ ast sum sølumaður á J.F. Kjølbro Heilsøluni í nógv ár, har hann fimm tey seinastu árini hevur verið sølustjóri. Í samband við stjóraskifti verður móttøka á Kambsdali fríggjadagin 27. januar millum kl. 15 og 17. Esmar Simonsen fær nýggjan stjóra Petur Jacob Langgaard í Klaksvík verður nýggjur stjóri hjá fyritøkuni Esmar Simonsen á Kambsdali Dagurin í morgin 19. januar. Pontianus. Úr Spoleto í Italia. Doyði um­leið ár 160 fyri trúgv sína. Gamli Knútur hertogi er eftir juli­anska kalendaranum sami sum nevndur er 7. januar. Kyndilsmessuknútur sipar til gamlar danskar veðurspádómar á hesum degi. Í Føroyum varð sagt: Sum veðrið er kyndilsmessuknút skal tað vera kyndilsmessu út Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaða mamma, omma, vermóðir, systir og svigarinna Elin Maria Knudina Joensen Oyri andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 17. januar, 56 ára gomul. Farið verður úr kapellinum fríggjadagin 20. januar kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr kirkjuni við Norðskála leygardagin 21. januar kl. 13.00. Familjunnar vegna Børnini, Anna og Jóannis Tey, ið vilja minnast Knudinu, kunnu lata eina gávu til Føroya Felag móti Krabbameini, konto í peningastovnunum Mánadagin 16. januar 2006 var innanhýsis mót­tøka á skrivstovuni hjá borg­ar­ stjóranum í Havn í samband við at eitt av starvsfólkunum hjá býráðnum, Ole Clausen, hevði 30 ára starvsdag. Røður vórðu hildnar av Boða Haraldsen, býar­ verk­frøðingi, og Heðini Mortensen, borgarstjóra. Teir flestu av starvsfeløgunum hjá Ole vóru eisini við til móttøkuna. Ole er 48 ára gamal, havnarmaður, og býr á Argj­ um. Hann byrjaði tann 15. januar 1976 í grótbrotinum, sum tá var við Oyggjarvegin, oman fyri Havnina. Síðan hevur hann arbeitt á fleiri ymiskum deildum hjá bý­ ráðnum. Hann var í nógv ár í asfaltinum og vegdeildini, eisini hevur hann arbeitt í reinhaldinum og hjá býar­ gartnaranum. Síðan januar 2004 hevur hann arbeitt á deildini fyri vatn og gøtu­ljós, sum heldur til í Torfinsgøtu. Borgarstjórin nevndi í røðu síni, at Ole er kendur fyri at vera røkin og fyri at halda bilar o.a. sum hann hevur ábygdina av, sera væl og í góðum standi. Ole sigur, at býráðið er eitt gott arbeiðspláss, og á øllum deildunum hann hevur arbeitt, hevur samanhaldið millum starvsfólkið vera sera gott og tað sama við teir ymisku formenninar, hann hevur arbeitt undir. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Ole Clausen, Argir: 30 ára starvsdag hjá býráðnum Ole Clausen saman við starvsfeløgum og leiðslu á deildini fyri vatn og gøtuljós Mynd: Magnus Gunnarsson Mánadagin var móttøka á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í Havn í samband við at Ole Clausen hevði 30 ára starvsdag hjá býráðnum. Her handar Heðin Mortensen, borgarstjóri, honum eina gávu frá Tórshavnar býráð Mynd: Magnus Gunnarsson Seinnapartin í gjár gjørdi løgtings­for­ maðurin, Edmund Joensen klárt at fara á flot í Sundalagnum. – Hetta er eitt gott fiskipláss. Ein fær altíð okkurt, sigur hann Útróður Snorri Brend Mynd: Jens Kr. Vang Oyrarbakki: – Hetta er ein fittur Sundalagsbátur, sum eg havi. Stak væl egn­ aður at fiska við herinni í fjørðinum. Báturin, ið Edmund tosar um er hansara egni – 18 fót báturin Oddbjørg, ella bara Óli Gubbi, sum Edmund sjálvur nevnir hann. – Hetta er so avgjørt ikki ein havgangandi bátur, sum ein skal keypa fiskiloyvi til. – Og tað verður so avgjørt ikki hesin sum fiskar nakran fiskastovn upp, sigur Ed­mund og smílist við. Sundalagið er gott seiða­ pláss. Onkutíð fær ein eisini berggyltu og fer ein longur suður á fjørðin, so kann ein fáa nakað av gráum fiski, onkra hýsu og onkran hvíting. – Men skrubbur, - tað fær ein allastaðni, sigur hann. Tað er serliga stuttligt hjá familjum at fara á flot um sumrarnar við smábørnum. – Ein er altíð vísur í at fáa okkurt. Her er sikker fangst! Tað stóra og tað lítla Í gjár var kalt í veðrinum, og higartil í ár hevur ikki viðrað so væl. So tað er gingin nakað av tíð, síðani Edmund var seinast við bátinum. – Vit hava etið gæs, dunnu og ræstan fisk um jólini. Nú skal verða gott at fáa bæði feskan seið og livur aftur, sigur Edmund. Honum dámar sera væl at fara í bátin, ikki minst eftir loknan arbeiðsdag sum tingformaður. – Tað er so gott at vera einsamallur eina løtu soleiðis umborð á bátinum. Tá kobli eg ordiliga frá – einsamallur í verðini. – Her kann ein í friði hugsa um ta stóru verðina, sam­stundis sum ein fisk­ar nakrar smáseiðir!, sig­ur tingformaðurin úr Sam­ bandsflokkinum. Um summarið er sjáldsama vakurt í Sundalagnum og leingi ljóst. Og tá er Edmund mangan á floti við Óla Gubba. – Eg veit ikki, - teir siga her í bátahylinum, at tann størsti maðurin hevur tann minsta bátin, og sum verður mest drivin. – Tað er kanska eitt sindur yvirdrivið. Men mær dámar í øllum førum væl at fara í bátin, sigur Edmund við einum stórum brosi á kinn. Gott at fáa seið og livur – Samstundis sum ein er á floti fær ein fríska luft og eitt sindur av motión, sigur Edmund Joensen, sum ger seg kláran at fara á flot seinnapartin ígjár Internet Sosialur www.sosialurin.fo in