mikudagur 18. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Astrid Samu
elsen av Tvøroyri, fer
úr sjúkrahúskapellinum
í kvøld kl. 18 í Salem.
Jarðarferðin verður úr
Salem hósdagin 19.
januar kl. 13. Tey, ið
vilja minnast Astrid
kunnu lata Zarepta eina
peningagávu, konta í
peningastovnunum.
Knudina
Joensen,
Oyri, andaðist týsdag
in 17. januar á Lands
sjúkrahúsinum, 56 ára
gomul. Farið verður úr
kapellinum fríggjadagin
20. januar kl. 17. Jarð
arferðin verður leyg
ardagin 21. januar
kl. 13 úr kirkjuni við
Norðskála. Tey ið vilja
minnast Knudinu, kunnu
lata Føroya felag móti
krabbameini eina gávu.
Lydia Mohr, Tórshavn,
fer til gravar úr Havnar
kirkju mikudagin 18.
januar kl. 13.
Rosia Vestergaard,
Sumba, búðsitandi í
Keypmannahavn, and
aðist mánadagin 16.
januar, 82 ára gomul.
Jarðarferðin verður 24.
januar úr Jesukirke í
Valby kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Sunnudagin 25. desember
2005
fylti
Svenning
Reinert í Norðradali 70 ár.
Føðingardagurin varð hildin
dagin eftir, annan jóladag, í
heiminum í Norðradali og
um kvøldið á Hotel Føroyum
fyri familjuni og nærmastu
vinfólkunum.
Svenning er ikki hvør
sum helst. Tað sást best,
tá ein stórur rossaskari við
gamla Grana hjá Svenningi
sjálvum, og beiggjanum
Anfinn á baki, á odda við
flaggi komu ríðandi inn í
túnið í Norðradali 2. jóladag
til æru fyri Svenning. Yvir
50 rossafólk, ung og gomul,
komu í føðingardag. Hans
Vilhelm Lützen helt røðu og
handaði Svenningi silvurnál
við búmerkinum hjá Føroya
Ríðingafelag. Á veitsluni
um kvøldið vórðu nógvar
góðar røður hildnar, og
onkur sangur varð gjørdur
til høvið.
Ein stórur partur av frí
tíðini hjá Svenning hevur
altíð snúð seg um ross og
ríðing, sum framvegis er
eitt av hansara fremstu frí
tíðarítrivum. Hóast hann
er nú er vorðin 70 ár, ætlar
hann sær ikki at gevast við
ríðingini. Annars dámar
honum væl at fara á flot,
eisini hevur hann ross, gæs
og seyð.
Svenning er ættaður úr
Norðadali, og hann hevur
altíð búð har. Foreldrini
vóru: Astrid, f. Johannesen,
úr Leynum, og Albert Reinert
úr Norðradali. Systkini hjá
Svenning eru: Svanhild,
Anfinn og Rólant .
Lívsstarvið hjá Svenningi
var annars sum vegformaður
í Mjørkadali hjá Flyvestation
Thorshavn og Færøernes
Kommando. 11. mars 2003
var hátíðarhald og móttøka
hjá Færøernes Kommando í
Mjørkadali, í sambandi við
at Svenning hevði arbeitt har
í 40 ár.
Svenning var 27 ára
gamal, tá hann 11. mars í
1963 byrjaði at arbeiða hjá
Flyvestation Thorshavn, og
hann gavst, tá hann var 67
ár. Fríggjadagin 28. mars
2003 var hansara seinasti
arbeiðsdagur í Mjørkadali.
Í hesum sambandi var hann
heiðraður við „Fortjen
estemedaljen i sølv“ frá
Margrethu Drotning. Med
aljan bleiv handað honum
mikudagin 2. apríl 2003, og
mánadagin 28. apríl 2003
møtti hann á Christiansborg
Slot til móttøku. Svenning
fekk eisini medalju frá
drotningini, tá hann hevði
25 ára starvsdag.
Áðrenn Svenning varð
settur í starv í Mjørkadali,
hevði hann arbeitt upp á
Oyggjarvegin í 1959/60,
síðan arbeiddi hann hjá
skógfútanum í eitt styttri
tíðarskeið. Í 1961/62 arbeiddi
hann hjá SEV við el-linjuni
millum Vestamanna og
Havnina.
Síðan 1976 hevur Svenn
ing havt postin í Norðradali,
sum konan í dag stendur
fyri.
Svenning er giftur Minu, f.
Lauritsen, úr Sørvági, dóttir
Kitty May og Eli Lauritsen,
urmakara. Eli andaðist í
1977, 62 ára gamal, og Kitty
May er í dag 79 ára gomul.
Mina og Svenning eiga
tveir synir, sum báðir búgva
í Danmark: Heini, sum býr
á Falster, og Tórhallur, sum
býr nærhendis Vojens í Suð
urjútlandi. Barnabørnini eru
tvey í tali, tveir dreingir.
Svenning Reinert 70 ár
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
við gávum, telegrammum, vitjanum og
uppringingum gjørdu mær 70 ára føðingar
dagin so minniligan. Ein serstøk og heit tøkk
til øll tykkum, sum á rossabaki í skrúðgongu
komu út eftir vegnum í Norðradali við Merk
inum og gamla Grana á odda, umframt tykk
um, sum komu koyrandi og fyltu okkum
húsini við glaðum og minniligum reiðfólki.
Tað var ein stór løta! Eisini tøkk til tykk
um, sum gingu til handa og stákaðust í
Norðradali, umframt tykkum, sum tóku
myndir og flaggaðu fyri mær.
Gott og eydnuberandi nýggjár til tykkum
øll.
Svenning í Norðradali
70 ár
Í dag, 18. januar verður Anna Saltá, Saltnes, 70 ár.
Dagurin verður hildin heima leygardagin tann 21. januar
frá kl. 15.00-20.00.
80 ár
Í dag, 18. januar verður Valdemar Midjord, Runavík, 80
ár. Dagurin verður hildin á Svangaskarði kl. 19.00. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Svenning Reinert við gamla Grana á Leynavatnsstevnu í 2005
Stórur rossaskari við gamla Grana hjá Svenningi sjálvum, og beiggjanum Anfinn á baki, á odda við flaggi á veg í føðingardag hjá
Svenning í Norðradali