Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 13 - 18. januar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Hóast bæði stjórnin og teir tamilsku loysingar­ menn­inir í Sri Lanka taka undir við at leingja vápna­ hvíldina, eru samanbrestir at kalla hvønn dag. Í gjár doyðu tvey sivilfólk og ein hermaður, tá ein bumba brast tætt við ein hermannabuss, og mynd­ ug­leikarnir ivast ikki í, at tað vóru tamilskir upp­ reistrarmenn, sum løgdu bumbuna. Tað eru skjótt fýra ár, síð­ ani partarnir samdust um at binda frið, men vápna­ hvíldin hevur víst seg at vera svikalig. Tað vóru norskir semingsmenn, sum fingu vápnahvíldina í lag, og teir royna nú at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið fyri at fáa enda á saman­brest­ unum. Í gjár hittu norsku umboðini politiska leiðaran hjá tamilunum, og í næstu viku fer Erik Solheim, menningarmálaráðharri, til Sri Lanka at tosa við partarnar. Hann hevur fyrr verið semingsmaður har. Teir tamilsku loysingar­ menn­inir hava stríðst fyri egnum ríki síðani 1983, og meiri enn 65.000 fólk hava latið lív í bardøgum ímillum loysingarmenninar og stjórnarherin hesi árini. Tað hevur verið av ring­ asta veðri í pørtum av Norð­urnoregi í gjár og í dag. Nógv hús hava fingið skaða, og umleið 50 bilar fingu skaða av leysum smá­gróti, sum feyk í vind­ inum. Fólkaskaði var tó eingin. Í Hammerfest stóðu bussarnir stillir, og foreldrini fingu boð um at koma í skúlan eftir børnunum. Flogferðslan lá eisini still. Norsku veðurmenninir siga, at veðrið verður upp­ aftur verri í morgin. Teir vænta einar 45 metrar um sekundið í hvirlunum. Tað fer at elva til húsaskaðar, bátar slíta og fara á land, og samferðslan verður nógv darvað. Veðurmenninir hava eisini ávarað um vandan við ísi. Hann verður lands­synningur í ættini, og um veturin er tann ætt­in sum oftast køld. Tí vænta veðurmenninir eini 25 kuldastig inni í landinum og umleið 10 kuldastig fram við sjónum. Tí hevur tilbúgvingin biðið bátaeigarar binda bátarnar betur, skrivar Aftenposten. Ódnarveður í Norðurnoregi Arabiska sjónvarpið Al- Jazeera vísti í gjárkvøldið myndir av amerikonsku tíð­ indakvinnuni Jill Carroll, sum hvarv í Bagdad tann 7. januar. Saman við mynd­unum var eitt bræv frá burturflytarunum, sum krevja, at allar kvinnur, sum sita fangar í Irak, skulu latast leysar. Ger USA ikki sítt til, at kravið verður eftirlíkað, verður Jill Carroll tikin av døgum, stóð í brævinum. – Tann 28 ára gamla tíð­ indakvinnan hevur arbeitt sum sjálvstøðug, men var farin til Irak at skriva fyri The Christian Science Moni­tor. Tann 7. januar varð hon burturflutt í ein­ um býarparti í Bagdad. Ein irakskur tíðindamaður, sum varð saman við henni, bleiv eisini burturfluttur, og hann varð seinni funnin myrdur. – Síðani hevur eingin frætt nakað frá Jill Carroll fyrr enn nú, men Al-Jaze­ era vil ikki siga, hvør gav støðini myndirnar og brævið. Vístu mynd av gísla Tingið í meksikanska lands­partinum Baja Cali­fornia boðaði í gjár frá, at guvernørurin í tí amerikanska Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, er ikki vælkomin suður um markið, tí hann hevur tosað niðurlátandi um meksikanskar innflytarar. – Terminator tykist hava gloymt, at hann kom eisini til USA sum innflytari, og nú styðjar hann eina rac­ist­ iska hugsjón, sum er vend ímóti innflytarum, sum fara til Kalifornia at søkja sær arbeiði, sigur ein av tinglimunum, Arturo Pena Valle, við AP. Herfyri havnaði Schwar­­zenegger einum upp­skoti um at geva inn­ flytarum, sum ikki hava uppihaldsloyvi í Kalifornia, eitt fyribilskoyrikort. Vilja ikki vita av Arnold Vápnahvíld í klønum tráð Arabiska sjónvarpsstøðin Al-Jazeera vil vera við, at George W. Bush, forseti, og Tony Blair, forsætisráðharri, umrøddu eitt uppskot um at bumba støðina, tá teir báðir hittust í Hvítu Húsunum í apríl í 2004. Al-Jazeera sigur, at tað var Bush, sum kom við hugskotinum, men at Blair sýtti fyri at taka undir við tí. Hetta sama skrivaði bretska blaðið Daily Mirror fyri tveimum mánaðum síðani. Bretska stjórnin sigur, at einki hald í í tí, sum sjón­varpsstøðin sigur, men leiðslan í Al-Jazeera hevur sett fleiri kendar løg­ frøðingar at taka sær av mál­ inum. Teir skulu royna at fáa fatur á einari útskrift av tí, sum varð sagt á fundinum millum Bush og Blair. – Vit vilja bara hava fatur á teimum tíggju reglunum, sum snúgva seg um hugskotið hjá Bush at bumba høvuðsstøð okkara í Qatar. Hitt hevur ongan áhuga, sigur leiðslan í Al-Jazeera. Mehmet Ali Agca, sum royndi at beina fyri Jóhannesi Páll páva, var til reiðar at finna bin Laden, um hann slapp leysur afturfyri Yvirgangur Árni Joensen fartekst@mail.dk Í síðstu viku varð Mehmet Ali Agca latin leysur, eftir at hann hevði sitið 25 ár í fongsli fyri at hava roynt at myrða fyrrverandi pávan Jó­hannes Páll Annan á Pæt­ urs­torginum í Rom í 1981. Nú avdúkar turkiska blað­ ið Hurriyet, at Mehmet Ali Agca beyð sær til at finna yvirgangsleiðaran Osama bin Laden fyri góðum fimm árum síðani, um hann kundi sleppa úr fongslinum afturfyri. Í einum hondskrivaðum brævi til turkisku fregnar­tæn­ astuna, sum er dagfest tann 1. september í 2000, sigur Ali Agca seg vera sinnaðan at fara til Afghanistan og at koma sær upp í yvir­gangs­ felagsskapin al-Qaeda, so hann kann fáa fatur á bin Laden. – Eg eri til reiðar at átaka mær hesa søguligu upp­ gávuna, sjálvt um tað skal kosta mær lívið. Kann eg gerast hetja í USA, hevði tað tænt turkiska fólkinum og Turkalandi, skrivar hann í brævinum. Við hesum sein­ asta sipar hann til, at nógvir turkar vóru í øðini inn á hann, tá hann royndi at beina fyri pávanum, tí teir hildu hann hava vanærað turkar og Turkaland. Hurriyet vil ikki siga, hvussu tað hevur fingið fatur á brævinum hjá Mehmet Ali Agca. USA hevur lovað 25 milli­ ónir dollarar í finn­ing­ar­løn, verður bin Laden funn­in, men enn hevur eingin av­dúkað, hvar hann fjalir seg. Bara 14 dagar eftir at teir myrdu eina bretska kvinnu, eru tveir teilendskir fiskimenn dømdir til deyða fyri morðið. Teiland Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fyri tíggju døgum síðani tók teilendska løgreglan tveir ungar fiskimenn og skuldsetti teir fyri at hava beint fyri bretsku kvinnuni Katherine Horton sjálvan nýggjársdag. Kanningar vístu, at tann 21 ára gamla kvinnan var vorðin neyðtikin og síð­ani myrd, og teir báðir menn­ inir viðgingu, at tað vóru teir, sum høvdu framt brots­ verkið. Í gjár vórðu teir dømd­ir til deyða. Tað hevur vakt ans, at tei­ lendsku myndugleikarnir hava borið so skjótt at í hesum mál­inum, og summi vilja vera við, at myndugleikarnir royna at vísa, hvat hendir teimum, sum gera seg inn á fremmand ferðafólk. Ferða­vinnan hevur alstóran týdn­ing fyri teilendska bú­skapin, og dagarnar eftir morðið vildu fjølmiðlar vera við, at slíkir tilburðir kunnu fáa ferðafólk at fara aðrastaðni. Teilendski forsetin, Thak­ sin Shinawatra, kravdi bein­anvegin, at teir báðir menninir skuldu dømast til deyða, men mamma Kath­ erine Horton bað rættin døma teir lívlangt fongsul. Katherine Horton varð jarð­ að í heimbygdini utt­an fyri Cardiff í Wales fyrradagin. Ætlaði Bush at bumba Al-Jazeera? Beyð sær til at finna Osama bin Laden Fyri fimm árum síðani var Mehmet Ali Agca til reiðar at finna Osama bin Laden Skjótur deyðadómur 23 ára gamli Bualoi Posit og 24 ára gamli Wichai Somkhaoyai eru dømdir til deyða fyri at hava neyðtikið og myrt Katherine Horton