mikudagur 18. januar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2006
15
Ein av bestu donsku
troubadurunum
Sebastian kemur
í mars til Føroyar
at spæla konsert í
Norðurlandahús
inum. Á pallinum
verður bara Seba
stian, ein mikrofon,
ein gittari og ein
lagaskattur, sum er
vorðin ein stórur
partur av sjálvari
donsku fólkasálini
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eftir at Sebastian í 10 ár
ikki hevði verið á palli
sum einstaklingur, fór
hann í 2003 aftur á eina
konsertferð, ið gjørdist
ein brakandi success. Tá
konsertferðin almnet var
av, var eftirspurningurin
enn størri enn áðrenn
hon byrjaði, tí hevur hann
higartil spælt 42 útseldar
konsertir sum einstaklingur.
Nú kemur konsertferðin
til Føroyar. Allastaðni
hann hevur spælt, eru
áhoyrarar streymaðir til
fyri uppliva kanska tann
besta trubadurin, ið danir
nakrantíð hava havt. Hann
er einsamallur maður á
pallinum við gittara og
sangum, ið hann hevur
skrivað seinastu 30 árini.
Konsertin í Odense varð
tikin upp og er at fáa á
fløgu og DVD.
Lagaskattur
Seinastu 30 árini hevur
Sebastian givið út fleiri enn
30 útgávur, so lagaskatturin
er stórur, millum nútímans
klassikararnar eru løg sum
Når lyset bryder frem,
Rose, Vårvise, Du er ikke
alene, Romeo, Måske ku’
vi, Sangen om Langfart,
Sørøver Jenny, Ostesangen,
Sommerfuglen og Den lille
malkeko, Hodja fra Pjotr
og sjálvandi tónleikurin úr
Ronju Ránsmannadóttir.
Sebastian var í Føroyum
í sambandi við bæði venj
ingarnar og framførsl
una av Ronju í Norður
landahúsinum.
Nógv mentur
Ummælini av konsert
ferðini vóru sera góð.
Ummælararnir hildu hann
vera búnaðan nógv av
tí langa steðginumHann
var mentur undirhaldari á
sín egna serstaka hátt við
sjálvironi og eini rúgvu av
hita. Lens Kryger í Fyns
Stiftidende skrivaði t.d.
um evnini hjá Sebastian at
fáast við kenslur: „ Strofer,
der genkalder lyde, dufte
og følelser og konfronterer
én med minder, man troede
længst var glemt ... Det
kræver en poet af en ganske
særlig kaliber at turde være
romantisk, skrøbelig, ja
næsten pinagtig inderlig
- vel at mærke uden at det
bliver tæerkrummende. Og
sådan en poet er Sebastian -
måske den bedste vi har.”.
Nógv virdur
Sebastian starvast annars
í gerandisdegnum innan
danska sjónleikaheimin.
Hann arbeiðir nú við at
skriva ikki minni enn
tveir nýggjar sangleikir,
ið væntandi hava frum
framførslu komandi ár.
Hann eigur ein stóran
leiklut í nýggjari danskari
mentanarsøgu, og hetta er
hann eisini heiðraður fyri.
Hann fekk í mars 2003
“Danish Folk Award” í
Tønder, og nakrar mánaðir
seinni i juni fekk hann
heiðursprísin frá Skagen
Festival fyri sítt “unikke
bidrag til den danske
sang” og í 2004 fekk hann
heiðursprísin frá IFPI
til árliga Danish Music
Awards 2004.
Atgongumerkini eru
enn ikki sett til sølu, men
lýst verður við hesum
í Kringvarpinum og á
heimasíðuni hjá Norður
landahúsinum, verður sagt
úr Norðurlandahúsinum.
Sebastian spælir
í Føroyum
Við fleiri enn 30 útgávum gjøgnum árini, er Sebastian ein av
fólkakærastu troubadurunum í danska tónleikaheiminum
Aftur í dag eru nýggj
tilboð at heinta
hjá íløguhugaðum
føroyingum.
Sparikassin hevur í tíðinda
skrivi booða frá, at tey nú
kunnu bjóða føroyingum
at keypa part í danska
KapitalPleje A/S.
Í tíðindaskrivi verður
sagt, at saman við Føroya
Sparikassa
standa
17
danskir peningastovnar aft
an fyri KapitalPleje A/S,
og Sparikassin er einasti
peningastovnur í Føroyum,
ið hevur partabrøvini í
KapitalPleje A/S til sølu.
– Sum lógin er í løtuni, fáa
privatpersónar ikki skattligan
frádrátt fyri rentur av lánum
til íløgur og kunnu heldur ikki
mótrokna hesar í møguligum
vinningi, hóast vinningurin
er skattskyldugur. Hendan
trupulleikan sleppa fólk
undan, um tey keypa parta
brøv í Kapitalpleje A/S, tí
tað er felagið, sum tekur lán
til íløgur, og ikki íleggjarar
sum privatpersónar. Avkastið
verður skattaða netto
avkastið, eftir at útreiðslur
til rentur, umsiting v.m. eru
drignar frá í felagnum.
Føroya Banki er sam
stundis komin við tilboði
um tryggar íløgur, soleiðis
at teir nú eisini kunnu bjóða
somu vøru, sum Kaupthing
hevur havt í fleiri ár, og sum
Sparikassin eisini kom við í
farnu viku.
Hjá Føroya Banka er
talan tó um íløgur í japansk
virðisbrøv.
– Lánsbrævið er knýtt at
japanska TOPIX-vístalinum.
Hækkar vísitalið javnt í 5 ára
gildistíðini, kastar lánsbrævið
upp í 30 prosent í rentu av
sær árliga. Tilsamans kann
íløgan geva 150 prosent í
rentu. Lánsbrævið gevur í
minsta lagi 1 prosent í rentu
um árið. Vinningur er sostatt
tryggjaður við íløguni, verður
staðfest í tíðndaskrivinum frá
Føroya Banka.
TOPIX-vísitalið er eitt
partabrævavísital, ið er sett
saman av fleiri enn 1.600
fyritøkum á virðisbræva
marknaðinum í Tokyo.
Fyritøkurnar eru í 33
vinnugreinum, og vísitalið
umboðar tí væl gongdina í
japnaska búskapinum.
-mørk
Tryggar íløgur og skattafyrimunir
Stríðið í SEV tykist
nú enda við, at
stýrið verður valt av
nýggjum, og eisini er
sannlíkt, at umboðs
nevndarformaðurin,
Hans Tausen Olsen,
verður koyrdur frá.
Leivur Hansen kemur
ivaleyst at halda fram
sum stýrisformaður
SEV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í farnu viku bendi alt á, at
innanhýsis stríðið í SEV
fór at enda við, at Klæmint
Weihe fór at verða koyrdur
frá sum stjóri, og at Leivur
Hansen misti sessin sum
stýrisformaður. Men nú
hevur stríðið tikið eina aðra
gongd.
Hava tryggjað
sær neyðugu
undirskriftirnar
Leivur Hansen, stýrisfor
maður, sigur, at minnilutin
í SEV-stýrinum - tað eru
umframt Leiv sjálvan,
Kristian Fríðrik Olsen
og Poul Arne Jacobsen,
hevur tryggjað sær tær
neyðugu 24 undirskriftirnar
í umboðsnevndini, sum
skulu til fyri at krevja nýval
av stýrinum.
– Fyri at krevja nýval
av SEV-stýrinum, skal
ein triðingur av limunum
í umboðsnevndini skriva
undir hetta krav. Vit hava
í øllum førum tryggjað
okkum tær neyðugu 24
undirskriftirnar, og tær fari
eg at handa umboðsnevndar
formanninum, Hans Tausen
Olsen, fríggjadagin, sigur
Leivur Hansen, sum enn
ikki dugir at siga, um teir
hava tryggjað sær avgjørdan
meirilut í umboðsnevndini.
Leivur verður
vinnarin
Fríggjadagin var fundur í
SEV-stýrinum, og eftir tann
fundin handaði minnilutin í
stýrinum Hans Tausen Olsen
eina áheitan um at kalla inn til
eykafund í umboðsnevndini
beinanvegin.
Dagsskráin, sum minni
lutin vil hava til eykafundin
í nevndini, inniheldur mill
um annað viðurskiftini hjá
umboðsnevndarformann
inum yvir fyri stýrinum.
Somuleiðis er eitt punkt
á dagsskránni, ið snýr
seg um, hvørt nýggjur
umboðsnevndarformaður
skal veljast. Tað er eisini sett
á dagsskránna, um nýtt stýri
skal veljast.
Um Leivur Hansen og
hinir í minnilutanum í
SEV-stýrinum tryggja sær
meirilutan í umboðsnevndini,
so er ógvuliga sannlíkt,
at Hans Tausen Olsen
verður koyrdur frá sum
umboðsnevndarformaður.
Eisini er tað sannlíkt, at
stýrið síðani verður valt av
nýggjum, og tá fær Leivur
Hansen kanska meirilutan í
einum nývaldum stýri.
Á henda hátt kann stað
festast, at Leivur Hansen
við taktiskum snildi hevur
tryggjað sær formanssessin
í SEV-stýrinum, og sam
stundis sleppur hann av við
summar av teimum, ið hann
hevur havt mesta stríðið av.
SEV-stýrið fer á fund
aftur komandi fríggjadag,
og tá verður hildið fram
við tí dagsskrá, sum var á
fundinum farna fríggjadag.
Hetta fundarvirksemi er tó
til fánýtis, um so er, at SEV-
stýrið verður koyrt frá á næsta
umboðsnevndarfundi.
Ridlar undir Hans Tausen Olsen
Leivur Hansen á veg á stýrisfund í SEV seinasta fríggjadag. Tá bendi nógv á, at stýrisnevndarformaðurin bleiv koyrdur frá, og at
Klæmint Weihe fekk uppsagnarskriv.
Mynd: Jens Kr. Vang