Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 13 - 18. januar 2006 Føroysku royndirnar at bjóða út øki til oljuleiting og framleiðslu skulu nú koma íslendingum til hjálpar. Seks umboð fyri íslendskar orku- og vinnumyndugleikar sita í hesi løtu á skúlabonki á Oljufyrisitingini. Fyrsta loyvirunda í Íslandi verður í 2007 Kunningartiltak Jan Müller jan@sosialurin.fo Millum luttkararnar á oljuráðstevnuni í Norður­ landa­húsinum týsdagin, “Offshore Faroes” vóru eisini seks umboð fyri íslendskar orku- og vinnumyndugleikar. Ein teirra helt fyrilestur um íslend­ska orkupolitikkin. Men høvuðsørindini hjá íslendsku grannum okkara í Føroy­um í hesum døgum eru at kunna seg um føroyskir roynd­irnar í oljuvinnuni, her fyrst og fremst hvussu føroy­ingar hava sett sam­an útbjóðingina av land­grunn­ inum. Teir seks íslendingarnir fara allan mikudagin og hósdagin at sita á skúlabonki á Oljufyrisitingini, har ein hópur av føroyskum ser­ frøðingum og fakfólki fara at greiða frá okkara royndum á oljuøkinum. Petur Ørn Sverrisson, sum starvst í íslendska handilis- og ídnaðarmálaráðnum er sera fegin um, at føroyingar hava tikið so væl ímóti teim­um. Endamálið við hesi kunningarferðini er rætt og slætt at skapa sær eitt gott grundarlag undir teirri fyrstu útbjóðingini av landgrunninum til oljuleiting. Fólkini koma úr ídnaðar­ mála­ráðnum, orkustýrinum og umhvørvismálaráðnum. -Vit eru komin higar fyri at læra frá tykkara royndum í útbjóðing til at leita eftir olju. Vit hava gott samstarv við føroyskar orkumyndugleikar og hetta er so eitt framhald av tí samvinnuni, har vit kunnu lata hvørjum øðrum kunnleika og royndir. Uppá fyrispurning hví teir ikki heldur fara til lond, sum hava rikið oljuvinnu í mong ár so sum Ongland og Noreg sigur Petur Sverrisson, at føroyingar hava eina rætti­ liga nýggja skipan, og landið er heldur ikki so stórt. Tað ger, at tørvurin á fólki til at taka sær av hesum er ikki so stórur heldur. -Vit hava eisini lagt merki til, tykkara máti at handfara hesi málini Íslendingar á skúlabonk í Føroyum Fýra av umboðunum fyri íslendskar orku-vinnu- og umhvørvismyndugleikar her stødd á oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Mynd Jan Müller Petur Ørn Sverrisson frá íslendska ídnaðarmálaráðnum her saman við Súsonnu Sørensen frá Oljufyrisitingini á Oljuráðstevnuni týsdagin. Mynd Jan Müller