mikudagur 18. januar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2006
17
Geysir Petroleum hevur gjørt seismiskar kanningar við Jan Mayen. Felagið satsar uppá Atlantsmótið og metir líkheitirnar í jarðfrøði,
mentan, máli og søgu í Íslandi, Noregi og Føroyum vera so áhugaverdar, at hetta er gott grundarlag fyri at virka í øllum hesum
trimum londunum.
Kort: Geysir Petroleuum.
er skilagóður, men møguliga
fara vit eisini aðrastaðni at
kunna okkum, so vit hava
nakað at samanbera við.
Útbjóðing í 2007
Ísland miðjar móti at hava
fyrstu útbjóðingina til bæði
leiting og framleiðslu klára
í 2007. Men hvørjar vónir
hava íslendingar so til, at
olja finst í undirgrundini!
Petur Sverrisson sigur, at
tað eru feløg, sum hava
gjørt kanningar í Íslandi og
her kanska serstakliga á Jan
Mayen rygginum. -Íslendska
stjórnin hevur avgjørt at fara
undir at fyrireika loyvisum
før. Um olja finst her hjá
okkum vil bara tíðin vísa
sigur oddamaður í íslendsku
sendinevndini, sum vísir til,
at økini tey helst fara at bjóða
út, eru langt til havs, har tað
er harðbalt veðurlag.
Ørindini
í
Føroyum
vóru so eisini at kunna
um íslendska orkulóggávu
og orkupolitikk. Petur
Ørn Sverrisson sigur, at
vónandi kunnu íslendingar
geva føroyingum nøkur góð
ráð, hóast tað ikki ber til
uttan víðari at samanbera
viðurskiftini í báðum lond
unum.
Geysir gjørt kanningar
Eitt av feløgunum, sum hevur
gjørt eitt nú seismiskar kann
ingar í Íslandi er Geysir, sum
hevur sítt høvuðssæti í Oslo.
Hetta er sama Geysir, sum
er fyristøðufelag fyri loyvini,
sum Atlantic Petroleum
fekk tilluttað í 2. útbjóðing
í Føroyum. Oddamenninir í
Geysir vóru eisini til steðar
í Norðurlandahúsinum týs
dagin. Teir halda tað vera
sera spennandi, at íslendska
stjórnin nú fyrireikar eina
loyvisrundu og dylja ikki
fyri, at Geysir fer at liggja
framvið, tá henda letur upp.
Felagið situr longu inni
við týðandi upplýsingum
um undirgrundina við Jan
Mayen. Terji Hagevang,
stjóri í Geysir útilokar ikki,
at møguleikar er fyri at finna
kolvetni í íslendsku undir
grundini og byggir hann
hetta m.a. á teirra kanningar,
sum vísa, at jarðfrøðin í
Íslandi og Føroyum líkist
nógv. Ein virkin kolvetnis
skipan er longu staðfest í
Føroyum. Tað er so eisini
eina slíka, sum íslendingar
vilja hava vitan um við eini
útbjóðing.
Hjá Geysir eru tey annars
í ferð við at leggja seinastu
hond á fyrireikingarnar til at
skjóta seismikk á føroyska
landgrunninum í summar.
Geysir og Atlants Kolvetni
fingu tillutað tvey leitiloyvi
í 2. útbjóðing í fjør.
Terji Hagevang, Dag O Larsen frá Geysir Petroleum her saman við umboðmanni teirra í Føroyum, Høgna Mohr á oljuráðstevnuni
í Norðurlandahúsinum.
Mynd Jan Müller