Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 13 - 18. januar 2006 Nr. 13 • Mikudagur • 18. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Annika gevst í Neistanum Annika Ljósstein hevur í vetur verið ein av spæl­ ar­unum, sum hava stykt um besta kvinnuliðið hjá Neistanum. Ivaleyst høvdu tey í felagnum vónað, at klaks­víkarkvinnan eisini kundi vera ein av berandi kreftunum, nú avgerandi dystirnir í lands- og steypa­kapping standa fyri framman. Men tað verður so av ongum. Í morgin fer Annika nevnliga av landinum, og komandi tríggjar mán­aðirnar verður hon stødd í Viborg í útbúgvingarørindum. Sjálv harmast Annika nakað um, at hon soleiðis noyðist av liðnum í ótíð, men hinvegin leggur hon afturat, at hetta illa fær bíðað. Serliga tí skúlin, sum hon skal á, bara tekur næmingar inn einaferð um árið. -mørk Birminham víðari í FA Cup Liðfelagarnir hjá Inga Højsted í Birmingham spældu seg týskvøldið víðari í størru ensku steypa­kappingini Birmingham megnaði ikki at basa Torquay Uni­ ted í fyrru royndini, og tí varð neyðugt við einum umdysti. Hesuferð hevði Birmingham heimavølli, og tað eydnaðist eisini at vinna á Torquay í aðru syftu. Støðan var tó 0-0 í steðg­inum, men í seinna hálvleiki tók Birmingham sær um reiggj. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skor­ aði Jiri Jarosik, og finn­in Mikael Forssell. Birmingham er sostatt tilreiðar til fjórða umfar í steypakappingini, har Birmingham skal møta Reading á útivølli. Ingi Højsted eigur fram­ vegis sín fyrsta til fyri Birmingham til góðar. -SíS Liðkappingin í Bridge fyri 1, 2 og 3.deild byrjaði síðsta vikuskiftið í skúlanum í Sørvági.Eftir at trý tey fyrstu umførini eru leikt má sigast at kappingarárið 2006 kann gerast sera spennandi. Einans í 3.deild hevur eitt lið lagt seg klárt á odda Bridge Bogi Simonsen Í 1.deild eru trý lið farin av­stað frá hinum. Tað eru liðini hjá Allan Dal- Christiansen, Boga Simonsen og liðið hjá Símin Lassaberg. Hesi liðini vóru eisini mett sum greiðir favorittar undan kappingina. Støðan í 1.Deild 1 Símin Lassaberg 66 2 Bogi Simonsen 62 3 Allan Dal-Christiansen 61 4 Jóna Grunnveit 31 5 Eyðun Jacobsen 24 6 Óli Holm 23 Multihold er ein útrokning, ið áleið sigur, hvussu tey einkultu pørini á einum liðið hava klára seg. Multihold 1.Deild Fýra tey bestu 1) Marner Joensen - Dia Jacobsen 20,06 (4) 2) Allan Dal- Christiansen - Robert Langaard 19,75 (4) 3) Bogi Simonsen - Hallberg Arnfríðsson 19,63 (4) 4) Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen 17,38 (4) Í 2.deild er kappingin eisini sera jøvn og stríðið um at vinna sær sess í bestu deildini kann gerast sera hart. Liðið hjá Marjun Restorff hevur lagt seg á odda eftir trý tey fyrstu umførini, men liðini hjá Hallur Ellingsgaard og Jórun Johannesen líka í hølinum. Støðan í 2.Deild 1 Marjun Restorff 59 2 Hallur Ellingsgaard 57 3 Jórun Johannesen 51 4 Marita Krosstein 37 5 Jákup Egholm 35 6 MBM 30 Multihold 2.Deild Fýra tey bestu 1 Hans Egil Joensen - Edmund Joensen 17,13 (6) 2 Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen 17,03 (6) 3 Oddmar Danielsen - Einar Ellingsgaard 16,67 (6) 4 Hallur Ellingsgaard - Páll Hansen 16,03 (6) Spenningurin í 3.deild er ikki so stórur, her hevur liðið hjá Jens Paula G. Nolsøe lagt seg klárt á odda eftir tey fyrstu umførini. Liðið hjá Knút Nygaard er á øðrum plássið meðan liðið hjá Súsonnu Dam er á triðja plássið. Á liðinum hjá Jens Paula G. Nolsøe eru umframt Jens Paula G. Nolsøe og Danny Danielsen, eis­ ini tvær ungar damur, ið luttaka í liðkappingini fyri fyrstu ferð. Tær eru Eva Berg og Anna Olsen. Støðan í 3.Deild 1 Jens Pauli G. Nolsøe 67 2 Knútur Nygaard 49 3 Súsanna Dam 33 4 EyB 3 29 Multihold 3.Deild 1 Jens Pauli G. Nolsøe - Danny danielsen 20,89 (6) 2 Knútur Nygaard - Áki Dimon 16,50 (6) 3 Eva Berg - Anna Olsen 16,17 (6) 4 Jóhan í Smiðjuni - Petur Gærdbo 14,06 (6) Næstu umførini í liðkappingini verða leikt leygardagin 4. februar í Eysturoynni. Javnt í 1.Deild Sleppur føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti við til Challenge- Trophy í Bosnia, verður neyðugt at framskunda Sunset- finalurnar tvær vikur Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í Hondbóltssambandinum bíða tey í spenningi eftir boð­ unum, hvørt føroyska kvinnu­ landsliðið í ár sleppur upp í part í Challenge-Trophy kappingini, sum hesa ferð verður hildin í Bosnia. Átta lið sleppa við hvørja ferð, og Føroyar hava biðið um at verða partur av hesum. Útlitini mugu eisini sigast at vera góð, eftir framúr væl eydnaðu luttøkuna í Mezzocorona í Italia fyri tveimum árum síðani, og tí er væntandi, at Europeiska Hondbóltssamgongan tekur Føroyra við í pottin. Freistin at bíleggja atgongu­ merki til kappingina var úti sunnudagin, og væntandi skuldi HSF fáa svar um hetta í dag. Einki er at ivast í, at bæði HSF og spælarar í spenningi bíða eftir svarinum. Men hjá teimum, sum leggja kapp­ ingina tilrættis, er spenn­ing­ urin eisini stórur. Eftir ver­ andi skipan, so verður ein møgulig triða og seinasta finala spæld 12. apríl. Men tá Challenge-Trophy byrjar longu 2. apríl, gevur hetta sjálvsagdar trupulleikar. Ikki minst, tí venjararnir hjá kvinnulandsliðnum sjálv­andi hava vónir um, at spælararnir kunnu venja saman nakrar ferðir áðrenn fráferðina. Broyta kappingina Jógvan Martin Mørk, kapp­ ingarleiðari hjá HSF, sigur, at tey hava vitað av hesum spurninginum, tá kappingin varð løgd, og at tey eisini eru til reiðar at broyta kappingina, um hetta verður neyðugt. – Tá kappingin er sett at enda 8. ella 12. apríl, so er hetta gjørt, tí vit á tann hátt kunnu hava sutt skot­bráð millum næstu og møguliga triðu finaluna. Hetta tí 8. apríl er dagurin fyri pálmasunnudagin, og tá kunnu vit so flyta seinasta dystin til mikudagin fyri páskir. Ella kanska til skír­is­ dag, sigur Jógvan Martin. – Men samstundis hava vit rúm fyri flytingum, um hetta verður neyðugt, leggur hann afturat. – Vit hava sum er nøkur dystarfrí vikuskifti, sum uttan hóvasták kunnu takast í nýtslu. Og verður onnur hálvfinalan sett á skránna mikudag, so er møguleiki at hava seinasta finaludystin 26. mars. Altso 19. mars, um FM-heitið er avgjørt eftir tær báðar fyrstu finalurnar. Og tá skuldi størsti parturin av trupulleikanum verið loystur, sigur Jógvan Martin. Venjararnir bíða Vit hava spurt annnan av landsliðsvenjarunum, Rógva Nielsen, hvørt hann metir tað vera nóg góð fyrireikingartíð, um spælararnir fáa frí tann 26. mars – bara eina viku undan fráferðini til Bosnia. Rógvi sigur seg tó ikki vilja gera nakrar sum helst viðmerkingar um hetta, fyrr enn tað er staðfest, hvørt føroyska kvinnulandsliðið verður partur av Challenge- Trophy ella ikki. Afturat Rógva er Flemming Raben eisini venjari hjá kvinnulandsliðnum. Challenge-Trophy broytir kappingina Spælararnir vóna sjálvandi, at Føroyar aftur í ár verður partur av Challenge-Trophy kappingini. Men ein føroysk luttøka krevur, at endaspurturni í landskappingini verður umlagdur