mikudagur 18. januar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2006
19
Nr. 15 • Fríggjadagur • 21. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Hóast tann fullkomni
bilurin enn ikki er
uppfunnin, verða
bilarnir alt meira
intelligentir. Nakrir
av nýggjastu bilunum
eru so framkomnir,
at teir aktivt hjálpa
bilføraranum
at umgangast
ferðsluvanlukkur
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Visiónin um at bilarnir
sjálvir kunnu bremsa og
kanska eisini koyra uttan
um, tá ein samastoytur er
óumgongiligur, kom eitt
stig nærri í 2005. Nakrir av
nýggjastu bilunum eru so
framkomnir, at teir aktivt
hjálpa bilføraranum at
umgangast ferðsluvanlukkur.
Bilførarin hevur tó fullu
ábyrgdina av sínum bili.
Bæði Toyota/Lexus og
Mercedes-Benz hava longu
nú bilar á marknaðinum,
sum kunnu varnast ein
vanda, gera bilin kláran
til ein samanstoyt og í ein
vissan mun bremsa sjálvir.
Volvo eru eisini komnir
langt á hesi leið.
Mercedes-Benz
hava
eitt system, ið kallast
“Presafe”, ið virkar soleiðis
at um bilurin við hjálp av
ABS- og ESP-skipanunum
registrerar at nakað er áfatt,
verða t.d. strammararnir í
trygdarbeltunum aktiveraðir,
opnir rútar latast aftur og
bremsurnar verða settar
í tilbúgvingarstøðu. Á
nýggjasta S-klassanum hjá
Mercedes-Benz er skipanin
víðkað við einum radara, so
bilurin sjálvur kann boða
frá, at ein samanstoytur
nærkast og geva føraranum
eina ávarðing. Um bilførarin
ikki traðkar fast nokk á
bremsupedalin, økir bremsu
skipanin sjálv um bremsu
trýstið.
Toyota hava eitt líknandi
system á nýggjastu Lexus-
bilunum, og á modellum ið
einans verða seld í Japan,
eru teir farnir eitt stig víðari
við tað at um bilførarin í eini
tilbúgvingarstøðu byrjar at
bremsa hóvliga, vil bilurin
taka yvir og bremsa við full
ari megi. Um bilførarin als
eini ger, vil bilurin til síðst
bremsa av sær sjálvum, men
tá kann tað sjálvandi vera ov
seint.
Brúktir dieselbilar
skulu hava
partikkulfiltur sett
í útstoytið áðrenn
teir verða seldir.
Tað skjóta átta
danskir heilsu- og
umhvørvisfelagskapir
upp
Bilar
Rani Nolsøe Johannessen
Poul Hallur Davidsen
Miðskeiðis í desembur
mánað 2005 fekk danski
statsministarin Anders
Fogh Rasmussen eitt skriv
sendandi, ið heitti á hann
um at gera okkurt við
partikkuldálkingina frá bæði
bilum og brenniovnum.
Hesar serliga vandamiklu
ultrafínu partikklarnir føra
árliga við sær fleiri túsund
tilburðir av lungnabruna og
hjartasjúkum. Eisini veksur
nýtslan av dieselbilum og
brenniovnum alsamt, siga
felagskapirnir.
Astma-Allergi Forbundet,
Kræftens Bekæmpelse,
Danmarks Lungeforening,
Dansk Cyklist Forbund,
Greenpeace, Danmarks
Naturfredningsforening og
Det Økologiske Råd hava
lagt fram sjey upskot við
víkjandi pariklum í ferðs
luni. Eitt teirra er - at allir
brúktir dieselbilar skulu
hava partikkulfiltur ísett tá
teir verða seldir - .
Svarið frá politikk
arunum
kemur
frá
umhvørvisministaranum,
Connie Hedegaard, tá
Fólkatingið tann 20. januar
viðgerð uppskot frá fýra
av andstøðuflokkunum um
eitt átak ímóti dálking av
partikklum í ferðsluni.
ES - kommisiónin kom
við einum uppskoti beint fyri
jól, um at myndugleikarnir
ganga undan við einum góð
um fyridømi og avseta ein
fjórðing av teirra árligu inn
keypum av bilum til minni
dálkandi akfør.
Intelligentir bilar
Nýggjasta S-klassanum hjá Mercedes-Benz hevur eina skipan við einum radara sum boðar frá
um ein samanstoytur nærkast
Nakrir av nýggjastu Lexus-bilunum hava eina skipan, har bilurin bremsar sjálvur
Mercedes-Benz S hevur eitt system, ið kallast “Presafe”, sum við hjálp frá ABS- og ESP-
skipanunum registrerar um nakað er áfatt
Krevja filtur
á brúktar
dieselbilar