mikudagur 18. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 13 - 18. januar 2006
Hóast ein heilt
nýggjur Grande
Punto er komin á
marknaðin, verður
núverandi Fiat Punto
ikki tikin av skánni,
men verður framvegis
á marknaðinum.
Grande Punto er ein
tann størsti í sínum
klassa
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Smáir bilar hava altíð verið
tað, sum Fiat eru kendir
fyri, og Punto hevur í fleiri
ár verið ein tann mest seldi
bilur í Evropa í sínum
klassa.
Eftir at hesin nýggi Grande
Punto er komin á marknaðin,
verður núverandi Fiat
Punto ikki tikin av skánni
men verður framvegis á
marknaðinum. Hann er
bíligari enn tann nýggi
og skal eftir ætlan hjálpa
til í kappingini við bíligu
koreansku bilarnar, sum
taka alt meira av evropeiska
bilmarknaðinum.
Við sínum 403 cm er
Grande Punto heilar 20 cm
longri enn núverandi Punto,
og aksilfrástøðan er økt við
5 cm. Hetta ger, at Grande
Punto er ein tann størsti bil
urin í sínum klassa. Hann
verður gjørdur við bæði
trimum og fimm hurðum.
Kabinan er flott og rúmlig,
og bilurin er góður og
lættur at koyra við, bæði til
býkoyring og til longri túrar.
Elektriska servstýringin er
sera løtt at handfara og stútt,
eisini tá ferðin er nógv.
Bildesignarin Giorgetto
Guigiaro frá Ital Design hev
ur teknað bilin, sum líkist
italska luksus sportbilinum
Maserati framman, ið hann
eisini hevur teknað.
Grande Punto fæst við
tveimum bensin og tveimum
dieselmotorum: 1,2 litur
bensin við 65 hk, og 1,4 litur
bensin við 77 hk, 1,3 JTD
Multijet diesel við 75 hk, og
1,9 JTD Multijet við 130 hk.
Bilurin fæst í útgávunum:
Active, Dynamic og Sport.
Bilurin fekk fimm stjørn
ur og fult stigatal, tá hann
varð trygdartestaður hjá
EuroNCAP. Hann er væl
útgjørdur við nógvari trygd
arútgerð sum standard.
Grande Punto kann síggj
ast og roynast hjá Nordcar.
Bíligasta útgávan: 1,2 Active
við trimum hurðum kostar
139.000 krónur.
Kabinan er flott og rúmlig, og
bilurin er góður og lættur at
koyra við, bæði til býkoyring
og til longri túrar
Fiat Grande Punto er størri enn Punto
Fiat Grande Punto 1,4 Active 5/h
Motorurin
1,4 litur bensin 77 hk
0-100 km/t
13,2 sek
Bensinnýtsla
16,4 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
175/65-15
Stødd og vekt
Longd
403,0 cm
Breidd
168,7 cm
Hædd
149,0 cm
Eginvekt
1.060 kg
Viðførisrúm
275 litrar
Prísur
kr. 166.000,-
Søluumboð
Sp/f Nordcar
Smiðjugerði 4
FO-100 Tórshavn
Tel. 308080
FAKTA
Bildesignarin Giorgetto Guigiaro hevur teknað bilin, sum líkist italska luksus sportbilinum Maserati framman
Fiat Grande Punto verður
gjørdur við bæði trimum og
fimm hurðum og er ein tann
størsti í sínum klassa