Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. januar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 13 - 18. januar 2006 Pedagogur Søkt verður eftir einum pedagogi 35 tímar um vikuna, at byrja 1. mars 2006 ella eftir nærri avtalu. Á stovuni eru 17 børn í aldrinum 3-5 ár. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur. Børnini eru í aldrinum 3-7 ár. Í okkara arbeiði leggja vit dent á: • Trivnaðin • Menning • Opinleika • Samarbeiði Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni. • Er røkin, nærlagdur og álítandi. • Nýhugsandi og ígongdsetandi. • At tú heldur tað verða spennandi og mennandi. Løn sambart sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Føroya. Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við leiðaran Elsebet Bolstad ella varaleiðaran Eyðvør Jensen tlf. 317878 Umsókn við avriti av prógvið og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 10. februar 2006. Barnagarðurin á Konmansmýru Skipaeftirlitið FAROESE MARITIME AUTHORITY MINISTRY OF FISHERY AND MARITIME AFFAIRS Málsviðgeri/ skrivstovufólk Skipaeftirlitið lýsir eftir einum málsviðgera/skriv- stovufólki. Starvið inniber m.a. hesar upppgávur: • málsviðgerð av sjóvinnumálum • uppfylging • journal og arkiv • fyrifallandi skrivstovuarbeiði • bókhaldsarbeiði • telefonavgreiðsla Førleikakrøv: Til starvið krevst viðkomandi útbúgving sum t.d.: • Skrivstovuútbúgving • FSH- ella HH-prógv, merkonomprógv ella líknandi saman viðkomandi starvsroyndum • góð evni at samskifta á føroyskum, norður- lendskum og enskum máli • telduførleika á brúkarastøði Í starvinum er møguleiki at fáa eftirútbúgving innan viðkomandi arbeiðsøki. Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, um- framt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tæn- astustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið í Miðvági. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2006, kl. 14.30. Umsóknir skulu sendast til: Skipaeftirlitið Postsmoga 26, 370 Miðvágur Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 355600 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra Vágs kvøldskúli Treytað av góðkenning og nóg góðari undirtøku, ætla vit at fara undir at geva frálæru í »Lógarkravda SRC/ROC-VHF skeiðið« Byrjað verður ætlandi uml. 1. februar 2006. Tilmelding innan 29. januar 2006 á tlf. 591196 (Don). Luttøkugjald á 200,- kr í Suðuroyar Sparikassa (kvøldskúlin). Kvittan skal havast við fyrsta kvøldið. Undirvísari verður don Petersen. Undirvíst verður í Vágs skúla. Køkshjálp! Barnagarðurin á Konmansmýru søkir eina køks- hjálp. Arbeiðið umfatar, at gera millummála til børnini og nakrar praktiskar uppgávur. Tímatalið er 10 tímar um vikuna. So ert tú ein sum vil hava eitt ískoyti til arbeiðsdagin er hetta kanska nakað fyri teg. Send eina umsókn til Barnagarðin á Konmansmýru innan 10. februar 2006 Lærarar til HT, SIT og Yrkisútbúgvingar Sóknast verður eftir undirvísarum til lærugreinirnar: • Handverkslæra innan timbur- og snikkarayrki. Førleiki sveinabræv. • Stødd-, alis- og evnafrøði á B-, C- og E-stigi. Førleiki, t.d. verkfrøðingur. Málkunnleiki í føroyskum og enskum er ein fyrimunur. Lutvís er talan um tvørfakliga undirvísing og samstarv í toymi. Setanartreytir eru eftir sáttmála í millum FTL og Fíggjarmálaráðið. Tikið verður við starvinum frá 1. mars ella so skjótt, sum tilber. Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast skúlanum innan 4. februar. Àhugað kunnu venda sær til Rúna Heinesen, skúlastjóra. Tekniski Skúlin í Klaksvík Postboks 20 · 700 Klaksvík Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og vinnuskúli. À skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og skúlagongd fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og timburyrki. Aðalmál skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi og fakliga og námsfrøðigliga menning Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Sosialurin Lýsingar Bilar