mikudagur 18. januar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 18. januar 2006
25
Søkt verður eftir løgfrøðingi til Toll- og skattstovu Føroya,
Stýrið at seta 1. apríl 2006 ella eftir nærri avtalu.
Høvuðsuppgávur hjá fulltrúanum verða:
• Løgfrøðiligir spurningar innan meirvirðisgjald, skatt, toll
og onnur avgjaldsumráði, herundir eisini innkrevjing av
almennari skuld
• at ráðgeva Toll- og skattstovuni kring landið í løgfrøði-
ligum spurningum innan umsitingarumráði stovnsins,
• at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi
ásetingar á skatta- og avgjaldsøkinum,
• at gera ummælir í kærumálum, dómsmálum og
• at luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði.
Førleikakrøv
Tann, sum settur verður, skal hava cand. jur. útbúgving, við
skattarætti ella selskabsrætti sum speciali. Viðkomandi
skal hava áhuga í at arbeiðað innanfyri skatta-, avgjalds-
og innkrevjingarøkið, góð samstarvsevni, vera fyrikom-
andi og arbeiðssamur/-som. Dentur verður eisini lagdur
á arbeiðsroyndir innan løgfrøðina á skatta- og avgjalds-
økinum.
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum
samstundis er fakliga krevjandi. Møguleiki er fyri
eftirútbúgving.
Setanartreytir
Lønar- og setanarviðurskifti, sum eru treytað av starvs-
royndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Búðskapar- og Løgfrøðingarfelagið.
Setanarøki
Núverandi setanarøkið er Stýrið, men fevnir annars um
Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Nærri frágreiðing um starvið
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birtu
Biskopstø tlf. 352600.
Umsóknir
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum,
ummælum og upplýsingum um starvsroyndir, skal vera
Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi
2. februar 2006 kl. 12.00.
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Postrúm 2151
FO-165 Argir
Toll- og
Skattstova
Føroya
Starv sum
løgfrøðingur
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðrnum,
hvørs uppgáva er at
fyrisita toll-, mvg-,
kolvetnisskatta- og
avgjaldslógirnar,
inntøkuskattalógina
v.m. og alla
skuldarinnkrevjing hjá
landinum.
Stovnurin hevur 140
starvsfólk.
Økisskrivstovurnar
røkja raksturin.
Stýrið tekur sær
av yvirordnaðari
planlegging,
stýrings-, eftirlits- og
menningaruppgávum,
av sambandinum við
Toll- og Skattaráðið,
aðalráðini og
landsstýrið, og virkar
sum ráðgevi hjá
økisskrivstovunum í
løgfrøðiligum og øðrum
fakligum spurningum
um toll, skatt,
meirvirðisgjald, onnur
avgjøld og innheinting.
Í Stýrinum starvast 25
fólk.
Lýsingin sæst eisini á
heimasíðu okkara
www.tollskatt.fo
E-mail:
tollskatt@tollskatt.fo
Grannskoðaravirki
til sølu
Væntaður umsetningur er 700.000 kr.
Viðskiftafólkini eru úr øllum landinum og kunnu
býtast í bókhalds- og grannskoðaraviðskiftafólk.
Nærri fæst at vita við at skriva til
Sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
Bill.mrk. 121
Sosialráðgevi
til barnaverndartænastuna í Norðoyggjum
Í samband við at ein av okkara sosialráðgevum ferð í barnsburðarfarloyvi, er eitt
starv á Sosialu Deild í Klaksvík leyst at søkja til setan skjótast gjørligt.
Um barnaverndartænastuna í Norðyggjum:
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um Svínoyar, Fugloyar, Kunoyar og
Klaksvíkar kommunu. Umsitingarliga er barnaverndartænastan ein eind undir
Sosialu deild í Klaksvíkar kommunu.
Uppgávan hjá barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir
viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og
umsorgan.
Á Sosialu deild starvast, umframt leiðarin, tveir sosialráðgevar, ein
barnaansingarsamskipari/stuðulsráðgevi, ein dagrøktarleiðari, eitt skrivstovufólk
og ein skrivstovunæmingur.
Starvið:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við sosialdeildarleiðaran og starvsfólk á deildini, at
taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og
øðrum uppgávum sum Barnaverndarumsitingin tekur sær av.
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
• at fyrireika mál til nevndarviðgerð
• at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum við serligum tørvi
• at ráðgeva barnaverdarnevndini í barnaverndarlógini
• at seta í verk og fylgja upp fyriskipanir
• at virka sum samskipari í málum har fleiri myndugleikar eru við
• at samstarva tvørfakliga
• at arbeiða fyribyrgjandi í samstarvi við fakpersónar og stovnar á barna- og
ungdómsøkinum
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
• er útbúgvin sosialráðgevi
• hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir
• hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna og ungdómsfamiljum við serligum
tørvi
• megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
• megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum, og hjálpa teimum út frá
hesum
• hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
Vit bjóða tær:
• Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
• Góðar samstarvsfelagar
• Supervisión
Setanarviðurskifti:
Starvið, sum er fulltíðarstarv, verður sett skjótast gjørligt sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið
Fleiri upplýsingar
Fáast við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðara ella Tonju
Ziskason, sosialráðgeva á telefon 410000.
Søk starvið
Við at senda okkum eina umsókn í seinasta lagi hósdagin tann 2. februar 2006.
Umsóknin skal sendast til:
Klaksvíkar Kommunu
Nólsoyar Pállsgøta
Postboks 2 · 700 Klaksvík
Tlf. 410000 · Fax. 410001
Lesið Sosialin - so eru tit við