Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2006 11 Lat okkum fáa sannleikan um, hvar bandupptøkurnar blivu av, á borðið, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður í viðmerking til Høgna Hoydal. Hann heldur, at slík framferð als ikki tænir føroysku skipanini Sum táverðandi varaløg­ mað­ur og havandi embætis­ fólkini sum tín forlongdi armur í samband við sam­ ráðingarnar, sum fóru framm millum føroysku og donsku politikarar og embætisfólk í samband við fullveldismálið, er tað eisini tín uppgáva at hava tamarhald og eftirlit við hesum fólkum. At embætisfólk, sum hava fingið at vita innan samráðingarnar byrjaðu, at bandupptøka av sam­ ráð­ingunum ikki bleiv góð­tikin og kortini gera tað – av ókendari orsøk? hoyra ikki heima í politiska embætisheiminum. Slík tápulig og ikki sørt barnslig framferð tænir ikki álitinum á føroysku politisku skipanina og politikarum tess til tað betra. Spurningur er settur til Høgna Hoydal, um hann kann siga, hvat bleiv av hesi bandupptøkuni ‒ bleiv hon tilonkisgjørd ella er hon arkiverað. Enn er onki greitt svar komið upp á henda spurning, og tað haldi eg, at Høgni Hoydal skyldar føroyingum at svara uppá. Høgni veit, hvør embætis­ mað­urin, (menninir) sum framdu hesa tápuligu gerð, eru og eigur at fáa greitt at vita, hvat bleiv av hesum upptøkum. Lat okkum fáa sannleikan, um hvar bandupptøkurnar blivu av, á borðið . faromar@post.olivant.fo Kortini á borðið viðvíkjandi »Frank Jensen bandupptøkuni« Løgtingsmaður Johan dahl VIÐMERKINGAR Ognartøkulógin frá 10. mars 1994, ið ásetti, at liv­ andi tilfeingið á føroysku landleiðini er ogn Føroya Fólks, hevur riðið føroyska fiskivinnu sum ein marra. Skal nøkur meining vera við slíkari ognartøku, má hon vera, at ognin skal verða vard móti týning, og at livandi tilfeingið skal vaksa og verða so fjølríkt, sum tað nú letur seg gera. Tann føroyingur, sum heldur Kjakið í Føroyum um til­ feingisrentu og gjald fyri kvotur tykist ikki detta burt­ur. Tað er ikki eiti á tí týdningi, sum slíkar rentur og gjøld fara at fáa á virknið og lønsemið í føroyskum fiskiskapi. Summir vilja, at landsstýrið skal standa fyri slíkari sølu, meðan aðrir halda, at skipað átti at verið fyri einum kvotabanka, óheft­ ur av politikarunum. Tað kann ikki bara vera meg, tað undrar, at somu leikir endurtaka seg, og at vit í Føroyum ikki læra av ringum royndum. Í níti-árunum ogn­ artóku vit føroysku flaka­ vinnuna og løgdu hana undir Framtaksgrunnin, ið varð skipaður óheftur av før­ oyskum myndugleika. Síðan tá hava vit keglast um tað góða og tað ringa í, at politiski myndugleikin ikki hevur ræði á hesi felags ogn. Grunnurin fekk í sínari skipan álagt at selja flaka­ virkini innan ávíst áramál. Hin vegin var tað helst ikki ætlanin, at fiskiríkidømið skuldi »seljast«. Hvussu er og ikki, so eru tey flestu flakavirki enn landsogn, meðan fiska- og alitilfeingi eru latin. Fáur tykist nøgdur við »ein­skiljingina« av før­ oyska fiskiríkidøminum, men annar háttur var illa vænt­andi. Skipini vórðu ikki ognartikin, og ongin hevði helst ætlað, at tey ikki skuldu fáa loyvi at fiska. At brúka tíð og orku nú at kjakast um tilfeingisrentu, kvotugjald og kvotubankar er tíðar- og orkuspill. Tað er sum at royna at steðga kavabólti á ferð. Vilja vit, at føroyingar skulu stýra fiskiveiðuumsitingini, mugu vit royna at fáa hana inn í eitt heilt nýtt spor. Tað gerst ikki í einum, men tað kann gerast fyri teir partar av fiskivinnuni, sum ikki longu eru heilt uttan fyri landsins ræði. Fordømi í landbúnaðinum Føroysk búnaðarjørð er býtt upp í hagar, ið verða stýrdir eftir reglunum í hagalógini. Lógin virkar uttan mun til, um talan er um ognarjørð, festijørð ella hagar við ogn­ ar- og festijørð. Eitt hagastýri verður á haga­stevnu valt millum eig­ ara­rnar av haganum, á sama hátt sum nevnd verður vald í partafelag. Tað skipar seg sjálvt og setir stjóra, røkt­ ingarmann, at taka sær av dagliga rakstrinum. Innan fyri tey mørk, ið lóg­in setir, taka eigararnir allar avgerðir um røktina av haganum. Munur er ikki á ávirkanini hjá festijørðini og ognarjørðini, og í flestu førum samvirka eigararnir upp á stás. Føroyska festijørðin er ongantíð lógarliga lýst at vera ogn Føroya Fólks. Men sum yvirtikin fyrst frá katólsku kirkjuni og síðan kongi er ongin ivi um, at landið er verji av hesari fel­ ags­ogn. Formliga verður hon í stórum enn umsitin eftir gomlum siði og lóg frá 1937. Men sum aðrir hava víst á, er tað almenna so vánaligur umsitari av felagsogn, at vinnur fara fyri bakka av hesi umsiting. Eg skal lata hetta evnið liggja her. Vinnuligan landbúnað hava vit so ikki, men landbúnaðarjørð, sum verður rikin í samogn (feli), er væl røkt uttan stuðulskipan av nøkrum slagi. Føroya banki sum feli Rættiliga stórt tal av fiski­ skipum og útróðrar­bátum hava og kunnu eftir umsókn fáa loyvi at fiska á Føroya banka. Teir, sum eiga og nýta henda rætt, munu hava tann egináhuga í felag, at hvør túrur, teir gera, verður ein góður túrur. Hugsaðu vit okkum, at teir einsamallir áttu livandi tilfeingið á bankanum, sótu teir eisini einsamallir við ábyrgdini av røktini av bankanum og ráddu fyri, at túrarnir altíð vórðu góðir. Teir høvdu verið leysir av Fiskimálaráðnum og pol­it­ik­ arunum. Bankin lá tá í samogn (feli), og kundi verið skipaður eftir nakað somu reglum, sum í hagalógini við teimum til­ lagingum, sum krevjast í einari bankalóg; men kort­ini við grundleggjandi reglunum um bankastevnu; hvar stevnan verður hildin, og um hvussu avgerðir verða tiknar. Avbjóðingar Nógvar verða avbjóðing­ar­ nar, um ein slík skipan varð gjørd fyri Føroya banka. Hvørjir skuldu átt í, og hvussu stóran part skuldi hvør átt í bankanum? Ein háttur hevði verið at býtt ognarrættin millum teir, ið hava roynt á Føroya banka, síðan bankin varð latin upp aftur fyri fiskiskapi, og lutað teimum ognarrætt til, ið svarar til teirra part av skrásettu veiðuni hesi árini. Hesin lutur varð so tann partur, ið teir áttu hvørt ár av heildarveiðuni, ásett á bankastevnu, áðrenn veiðuárið byrjar. Tað bar eisini til at latið teimum, ið, tá skipanin verður sett í verk, høvdu ætlað at biðið um loyvi at fiska á bankanum. Hesir kundu so fingið ein minsta brotpart. Øll, sum kundu fingið ognarrætt, eru longu heima­ hoyr­andi í Føroyum, og ong­ in orsøk er til at gera broyt­ ing í hesum. So slepst eisini undan trupulleikum sum í smáum høgum við uttan­ bíggjarjørð. Skulu eigarar hava rætt at selja sín part? Hetta átti at verið gjørligt, bæði at keypt og selt, men í skipanini kundi eisini verið kravt, at verandi eigarar høvdu fyrsta rætt at keypa. Avgerðir um býti av fiski­ skap­inum taka eigararnir sjálvir á bankastevnu. Teir kundu sostatt sjálvir valt, um teir býttu kvotur ella fiskidagar millum sín í mun til teirra ognarlut. Ein serlig avbjóðing er eftir­litið við, at ongin roynir ella fiskar meira enn tað, hann hevur ognarrætt til. Við kvotubýti kann verða kravt, at øll veiða verður løgd upp í Føroyum, meðan skipanir eru, sum gera tað lætt at hava eftirlit, hvussu leingi skip og bátar liggja á bankanum og royna. Bankastýrið fer við sínari umsiting at hava eftirlit við fiskiskapinum, og í øllum førum fara eigararnir at ansa eftir, at ongin teirra fer út um tað, hann hevur rætt til. Onnur avbjóðing er, hvat kann fiskast hvørt árið. Hetta kann sum nevnt verða avgjørt á árligu bankastevnuni, og ongin fiskiskapur eigur at byrja, fyrr enn henda avgerð rættarliga er tikin. Náttúrliga kann verða kravt, at Fiski­ rann­sóknarstovan hevur gjørt eina meting av, hvussu stovnarnir á bankanum eru fyri, men eigararnir eiga av­gerðina um, hvussu nógv kann verða fiskað, og í hvønn mun teir taka við metingini hjá fiskifrøðingunum. Teir svíða sjálvir fyri skeivum avgerðum. Bankastevnan kann verða hildin ásettan dag í Tórshavn ella á øðrum plássi, har val av bankastýri og avgerðir verða tiknar sum á hagastevnum – partvíst eftir ognarluti og partvíst eftir tali á eigarum. Ásett kann eisini verða, at til stórar broytingar krevst kvalifiseraður meiriluti, eitt nú um árlig veiða skal økjast ella minkast munandi, ella um annar veiðiháttur enn lína og snella skal verða loyvdur. Trúliga eru aðrar avbjóð­ ing­ar at taka upp, um ein slík skipan skal verða roynd, men hesar kunnu greið­ast í fyrireikingini, sum átti at verið framd í samráði við felagsskapir, skip og fiskimenn. Sjálvt um tað hevur skund at fáa lagt føroyska fiskivinnu í nýggjar karmar, eigur ein slík skipan ikki at skrumblast í gjøgnum. Ogn Føroya Fólks Ognartøkulógin frá 10. mars 1994, ið ásetti, at liv­ andi tilfeingið á føroysku landleiðini er ogn Føroya Fólks, hevur riðið føroyska fiskivinnu sum ein marra. Skal nøkur meining vera við slíkari ognartøku, má hon vera, at ognin skal verða vard móti týning, og at livandi tilfeingið skal vaksa og verða so fjølríkt, sum tað nú letur seg gera. Tann føroyingur, sum heldur tað liggja til grund fyri røktini av felagsognini í dag, má vera starblindur, og hann, sum trýr, at røktin tryggjar besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, hev­ ur ikki betri sjón. Tá munu búskaparfrøðingarnir, sum nú halda upp á, at lands­ kassin skal hava inntøku av felagsognini, vera nærri sannleikanum. Hann eigur, ið brúkar. Føroya Fólk kann tí ikki eiga livandi tilfeingið við Føroyar, tí tað brúkar ikki hetta tilfeingið. Men tað kann og hevur eina skyldu at verja hetta tilfeingið. Teir, sum fiska ella brúka tilfeingið, eru røttu eigararmenninir. Soleiðis hevur tað altíð verið – eisini uppi á landi. Føroya Fólk sum verji av tilfeinginum eigur og kann skipa karmarnar um ognarrættin, eins og hetta er gjørt fyri jørðina á landi. Tað hevur meining at royna at skipa t. d. Føroya banka sum samogn. Men tað er meiningsleyst – og tilfeingisoyðandi – at brúka tíð og kreftir upp á tilfeingisrentur og uppboðssølur. kjkr@trade.fo Einskiljið heldur Føroya Banka Kjartan Kristiansen Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið