Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 14 - 19. januar 2006 Dagurin í morgin 20. januar. Brøðramessa. Hildin til minnis um teir báðar Fabianus og Sebastianus. Teir eru ikki brøður, men vórðu fyri trúar sakir tiknir av døgum sama dag í árinum, Fabanus, sum var pávi, umleið ár 250, og Sebastianus – kristin hermaður – umleið ár 288. Tað sigst, at teir báðir eru jarðaðir undir tí núverandi kirkjuni San Sebastian í Róm. Fabianus er rómverskt ættarnavn. Sebastianus er upprunaliga grikst navn, ið merkir heiðurverdur. Mest umtalaði før­ oyski presturin sein­astu vikunar, hvalvíkspresturin Mogens Tilsted Christensen, verður hóskvøldið gestur hjá Jenis av Rana í beinleiðis sending í Lindini Útvarp Súsanna L. Olsen Byrjað verður kl. 21.00, og í 2-3 tímar fara teir báðir at tosa um ymisk viðkomandi evni. Sum vant verður høvið hjá lurtarum at ringja inn við viðmerkingum og/ella bønarevnum. Mogens Tilsted Christ­ en­sen er føddur 10 apríl 1944. Er giftur við donsku sjúkrasystirni Anna Christensen, eigur 3 børn og 3 abbabørn. Í 1967 fekk hann HH-studentsprógv á handilsskúlanum í Århus og hægri handilsskúla. Hann bleiv søluráðgevi í 1967-69. Í 1969-2002 var hann ogn­arseljari og ognar­ráð­ gevi, meðan hann gekk á bíbliuskúla og læs gudfrøði frá 1991. Seinni bleiv hann innskrivaður á lærdan há­skúla í Århus í 1992. Frá 1996-98 var hann samskiftistøknikur fyri tað Kristiliga Dagblaðið. Í 2002 fekk hann Cand. theol. (t.v.s. at hann fekk prestaútbúgving) á Fróðskaparsetrinum í År­hus. Í 2003 bleiv hann sókn­ ar­prestur í Tjørnuvík, Hald­ órs­vík, Saksun, Hvalvík, Hós­vík, Kollafirði, Kvívík og Vestmanna kirkjum í Føroyum. Kendur prestur gestur í Lindini Hvalvíksprestur verður í Lindini hóskvøldið Í morgun kl. 9.00 byrjaði ráðsetvnan „Lívsnetyðug ráð­ stevna - RFF 30 ár“ í Norður­landa­ húsinum, har fyrilestrahaldarar úr bæði Føroyum, Danmark og Svøríki luttaka Ráðstevna Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ráðstevnan er tann fyrsta í Føroyum av sínum slagi. Hetta er eisini fyrstu ferð í søguni, at Ráðið fyri Ferðslutrygd í Føroyum skipar fyri eini ráðstevnu. Vegna Ferðslutrygd beyð Rúna Sivertsen, formaður í Ferðslutrygd, øllum at verða hjartaliga vælkomin til ráðstevnuna. Hon segði m.a. Tað var við bjartskygni og góðum vónum tey tíðliga í fjør fóru undir at leggja hendan dagin til rættis. Vit hava lagt okkum eftir at gera ráðstevnuna so viðkomandi og fjølbroytta sum møguligt. Framvegis hava vit onga politiska endamálsorðing á ferðslutrygdarøkinum Og tískil hava vit heldur onga politiska virkisætlan fyri ferðslutrygdini í Føroyum. Í ferðslutrygdarhøpi kunnu vit tí ikki samanbera okkum við okkara grannalond. Tað er ikki av tilvild at vit hava hægri ferðsluvanlukkutøl enn grannalond okkara. Tað er ikki bara her og í grannalondum okkara at miðað verður ímóti Null­hugsjónini. Við slag­ orðunum, “Ferðslutrygd er Null vanlukkur”, var ferðslutrygdin evnið á al­heims heilsudegnum hjá WHO í 2004. Í set­ an­arrøðuni segði franski for­setin, Jacques Chirac: “Ferðsluvanlukkur eru ein vanlagna, sum heimsøkir tann modernaða heimin.” Hetta var fystu ferð í søguni hjá WHO, at alheims- heilsudagurin var halgaður ferðslutrygdini, segði Rúna Sivertsen. Á ráðstevnuni verða fleiri fyrilestrar av bæði føroyskum og norðurlendskum fyrilestrahaldarum, eins og filmsklipp og kjakpanel. Ferðslutrygdarráðstevnan í Føroyum Í fyrilestri sínum á ráðstevnuna um ferðslutrygd í Norður­ landa­húsinum, hevði Thomas Carlson, fjøl­miðla­leið­ari hjá NTF í Svøríki, nakrar viðmerkingar til føroyska vega­kervið Ferðslutrygd Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyrsti fyrilesturin á ráð­ stevnuni í Norður­landa­ húsinum var „Nollvisionen - utopi eller verklighet“. hjá Thomas Carlson, fjøl­ miðlaleiðari hjá NTF í Svøríki (Nationalföreningen för Trafiksäkerhetens Främj­ ande). Í fyrilestrinum kom hann eisini inn á føroyska vegakervið. Thomas Carlson hevur nú í nakrar dagar koyrt kring landið og hugt eftir vegakervinum í Føroyum. Hann legði til merkis, at vit hava alt ov lítið av autoverju á høvuðsvegnum. Serliga har vandi er fyri at bilurin rennur inn í bergið oman fyri, har mangla vit autoverjur, eisini nógvastaðni er eingin vegøksl og eingin autoverja. Um ein bilur fer út av vegnum, er stórur vandi fyri, at hann t.d. endar á sjónum. Eisini heldur heldur hann at við vegamótini á landsvegnum, har tveir síðuvegir koma inn á landsvegin, skuldi ferðin verið sett niður frá 80 km/t til 50 km/t, tí um ein bilur rennur inn í síðuna á einum øðrum bili við meira enn 50 km/t, er stórur vandi fyri at tey, sum verða ákoyrd frá síðuni, kunnu lata lív. Eisini hevur hann eina viðmerking til ferðsluna inni í býunum, har nógv fólk ganga og nógv ferðsla er. Har áttu ferðin at verið avmarkað til 30 km/t, tí um fólk vera yvirkoyrd við meira enn 30 km/t, er stórur vandi fyri at tey kunnu lata lív. Vegakervið er eitt tað mest ófyrigevnadi tekniska systemið í samfelagnum, tí tað er næstan treytað av lýtaleysum brúkarum - eitt menniskjanligt mistak kann verða straffað við deyðanum. Thomas Carlson, NTF, í Norðurlandahúsinum: Føroyska vegakervið ikki nóg trygt Thomas Carlson, fjølmiðlaleiðari hjá NTF í Svøríki, hevði sínar viðmerkingar til vegakervið í Føroyum í Norðurlandahúsinum Mynd: Jens Kristian Vang