Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Knudina Joensen, Oyri, andaðist týs­ dagin 17. januar á Lands­sjúkrahúsinum, 56 ára gomul. Farið verður úr kapellinum fríggjadagin 20. januar kl. 17. Jarð­arferðin verður leygardagin 21. januar kl. 13 úr kirkjuni við Norðskála. Tey, ið vilja minnast Knudinu, kunnu lata Føroya felag móti krabbameini eina gávu. Rosia Vestergaard, Sumba, búðsitandi í Keypmannahavn, and­ aðist mánadagin 16. janu­ar, 82 ára gomul. Jarðarferðin verður 24. januar úr Jesukirke í Valby kl. 13. Andlát og jarðarferðir Í dag, mikudagin 19. janu­ ar, verður Jákup Pauli Strøm í Havn 50 ár. Hann er umsitingarleiðari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Jákup Pauli er ættaður úr Vági. Foreldrini eru Solveig og Harry, sum bæði vóru ætt­að úr Vági. Harry var bátsmaður við Tjaldrinum, tá ið hann brádliga andaðist í 1987. Solveig, sum er 76 ára gomul, býr í Vági. Tey bæði - Solveig og Harry - búðu fyrst úti í Toftum og síðani við Kráir. Tey fingu trý børn: Any í 1954, Jákup Paula í 1956 og Torkil í 1962. Systkini hjá Jákup Paula búgva bæði í Vági. Any arbeiðir í Suðuroyar Sparikassa, og Torkil siglir úti sum maskinmeistari. Sum so mangir aðrir suð­uroyingar, so fór Jákup Pauli heldur til Danmarkar enn í Hoydalar at ganga í studentaskúla. Hann leyk prógv frá studentaskúlanum í Åbenraa í 1976. Síðani fór hann undir hægri lestur á lærda háskúlanum í Århus, har hann tók prógv í søgu og samfelagsfrøði. Fyri 20 árum síðani – í januar 1986 –– varð Jákup Pauli settur í vikarstarv í Hoydølum fyri Hans Jacob Debes, sála, sum avloysti Erlend Patursson, sála, í Løgtinginum. Síðani hevur Jákup Pauli arbeitt á Føroya Studentaskúla, har hann hevur verið væl umtóktur lærari og starvsfelagi. Í tólv ár var hann ein av lestr­ar­vegleiðarunum, og tey seinastu árini hevur hann verið fyrisitingarleiðari og næsti maður hjá rektaranum. Fyri ikki so langari tíð síðani leyk Jákup Pauli mast­er prógv í leiðslu og fyrisiting frá Robert Gordon universitetinum í Aberdeen. Jákup Pauli legði í 1990 saman við Claus Rejstrup hefti til rættis um útbúgvingar í Føroyum. Í 1998 gav Skúla­ bókagrunnurin út bókina Tit bygdu hetta land. Bókin snýr seg um føroyska ar­beiðsmarknaðin, og tað var Jákup Pauli Strøm, sum skrivaði bókina. Jákup Pauli er giftur Beintu Danielsen, sum er ættað úr Havnini. Foreldrini hjá henni eru Angelika og Hilmar Danielsen. 6. mai í fjør fylti Beinta 50 ár. Eftir at Beinta í 1975 hevði lokið studentsprógv í Hoydølum, flutti hon til Århus, har hon fór undir útbúgving sum fysioterapeutur. Beinta eigur og rekur fysio­ terapeutfyritøkuna Stimbur, sum nú heldur til í hølunum, sum bakaríið hjá Gunnleivi nógvu tey fyrstu árini helt til í. Beinta og Jákup Pauli eiga eina dóttur. Hon eitur Eyð, og hon er fødd í 1984. Beinta hevur fingist nógv við fimleik og serliga í Havnar Fimleikarafelag, har hon hevur verið fimleikari, venjari og eisini dómari. Hon er onnur teirra, sum leggur fimleikaløtuna í Útvarpinum til rættis. Jákup Pauli hevur góð­an hug og gott hegni til hand­ verk. Hann hevur fingist nógv við at smíða og innrætta og at prýða um bæði inni og úti, og honum dámar sera væl at diskast í bátinum og at flóta. Fleiri ferðir hevur familjan verið uttanlands og siglt á egnum kjøli. 50 ára føðingardagin er Jákup Pauli burturstaddur. J Í dag, hósdagin 19. januar, verður Johan Dahl Müller í Vági 60 ár. Hanneman kom­ ast fótbóltsáhugað, sum er komin eitt sindur upp í árini, væl við, tí hann var í mong ár ein av stuðulsspælarunum hjá VB. Hanneman er vágbingur. Foreldur hansara vóru Borghild fødd Christiansen og ættað úr Havnini og Johannes Müller úr Vági. Hanneman var eitt ár til skips, áðrenn hann fór á Nørre Nissum Seminarium, har hann tók prógv í 1968. Síðani hevur hann verið lærari við skúlan í Vági. Skúlaárið 1988-89 var hann á ársskeiðið á DHL ella Danmarks Lærerhøjskole í eingilskum og alis- og evnafrøði. Ítrótt hevur Hanneman al­tíð havt stóran áhuga fyri, og tað hevur ligið væl fyri hjá honum í fótbólti. Hann fór at spæla við dreingjaliðnum hjá VB í 1960. Fyrrapartin av seksti árunum var VB ikki við í meistaradeildini. Hanneman var á VB liðnum sum í 1964 var føroyameistari í meðaldeildini. Hanneman var við, tá ið VB aftur bjóðaði seg fram í bestu deildini. Meðan hann lærdi í Danmark, hjálpti hann barndómsfelagnum í summarfrítíðunum, og tað varð altíð mettur sum serligur styrkur fyri VB liðið, tá ið Hanneman kom heim. Hanneman helt fram at spæla við VB langt upp í sjeyti árini. Hann var mið­ vallari, og hann hevði góðan bóltførleika, og hann hevði gott máltev. Fyri Hanneman og hansara ættarlið í VB er serliga minnið, tá ið teir í 1974 bæði vunnu kappingina um Ísafjarðarsúluna og Fel­ agssteypakappingina, sum bara var hetta eina árið. Tvær ferðir vóru landsboð eftir Hanneman. Hann varð skiftur inn í landsdystunum á útivølli móti Orknoyggjunum og Hetlandi í 1970. Hanneman giftist 15. febru­ar í 1969 við Connie fødd Jacobsen og ættað úr Vági. Tey eiga ein son, Jan Allan, sum eisini er kendur frá fótbóltinum, og sum nú er vinnulívsmaður í Danmark. Mikudagin 18. januar varð Valdemar Midjord í Runavík 80 ár. Dagurin varð hildin á Svangaskarði, har omanfyri tvey hundrað fólk mikukvøldið heiðraðu 80 ára føðingardagsbarninum. Valdemar er ættaður av Høvdanum í Fuglafirði. Foreldrini hjá honum vóru Niels Petur Midjord, sum var ættaður úr Fuglafirði, og Jóhonna fødd Jacobsen og ættað av Glyvrum. For­­eldrini hjá henni vóru Marin og Venzil Jacobsen. Jóhanna og Niels Petur fingu sjey børn: Valdemar, Karl, Henny, Nelly, Judith, Magda og Hanna. Jóhanna doyði á barsilssong, tá ið hon hevði átt Honnu. Systir hennara, Margretha, kom av Glyvrum og inn til Fuglafirðar at halda hús hjá svágrinum. Tey bæði giftust, og tey fingu ein son, Niels Midjord, sum býr í Fuglafirði. Har búgva eisini Karl, Henny og Hanna. Valde­mar býr í Runavík, Nelly í Saltangará og Judith og Magda búgva niðri. Valdemar lærdi til málara hjá Herlufi Johannesen í Havnini. Hann hevur okkurt skifti fingist við okkurt annað – eitt nú koyrdi hann buss hjá svágrinum á Toftum Arnholdi Davidsen –– men nógv tann størsta partin av tíðini hevur hann málað. Ofta hevur tað verið saman við svágrinum í Fuglafirði Jákup Paula Joensen. Valdemar hevur verið ógvuliga arbeiðssamur, og hann hevur víst stórt hegni. Umframt at mála, so hevur eitt nú ligið væl fyri hjá honum at smíða, og tað er komið væl við hjá so mongum, at tey í einum og sama persóni ikki bara hava fingið málara, men fjøltáttaðan handverkara á vitjan. Fyri einari hálvari øld síð­ ani setti Valdemar gamla prestagarðin á Nesi í góðan stand. At hann framvegis er væl fyri sást eitt nú aftur í, at hann fyri heilt stuttum aftur hevur verið úti á Nesi og sett prestagarðin í góðan stand við at mála og tapetisera. 27. februar í 1955 giftist Valdemar við Annie fødd Davidsen og ættað av Kvíggjarheyggi á Nesi. For­ eldrini hjá henni vóru Helena og Niclas Davidsen. Tey giftust inn á Kvíggjarheyggi. Har búðu tey í nøkur ár, og síðani fluttu tey í nýggj hús í Runavík. Har eiga tey gott og fjálgt heim, og Annie hevur við sínum ljósa lyndi og síni blíðu medferð verið miðdepulin. Annie og Valdemar eiga tveir dreingir. Niels er giftur við Jóngerð, sum er ættað úr Haraldsundi. Tey eiga fýra børn og búgva í Klaksvík. Árni er giftur við Petsy, sum er ættað úr Hoygarðinum á Toftum. Tey eiga trý børn. Í nøkur ár hava tey búð í Danmark, og nú búgva tey á Toftum. Valdemar er langabbi fýra ferðir. Sama dag sum Annie og Valdemar høvdu gull­ brúdleyp fyri einum knøpp­ um ári síðani, høvdu Jóngerð og Niels silvurbrúdleyp. Mikukvøldið var familjan saman við nógvum vinum savnað á Svangaskarði og gleddust um lívið og alt tað, sum tey hava havt saman. Tað var hugaligt at síggja, at Annie og Valdemar framvegis eru væl fyri. Valde­ mar dámar best, tá ið hann hevur nógv at takast við, og hóast hann nú er farin um tey áttati, so tykist hann framvegis at hava góðan før­ leika. Tað er nógv at takka fyri. N Jákup Pauli Strøm 50 ár Valdemar Midjord 80 ár Johan Müller 60 ár