Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 14 – 19. januar 2006 ‒ Tú skal verða ómetaliga sterkur sálarliga og hava eitt sterkt hjúnarlag. Tað siga Krista og Fríðbjørn Poulsen úr Vestmanna, sum hava verið fosturforeldur í sjey ár. Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Higartil hava tey havt tíggju børn búgvandi, og beint nú býr ein lítil eitt ára gamal drongur hjá teimum. – Við byrjaðu við at hava børn til umlætting nøkur viku­skiftið um mánaðin, men nú eru vit farin yvir til at hava hendan drongin búgvandi heima hjá okkum. Hann hevur verið hjá okkum í 10 mánaðar higartil. Krista lesur til pedagog og Fríðbjørn arbeiður hjá SEV. Tey hava tvey biologisk børn frammanundan, sum nú eru ávíkavist 23 og 17 ár. Eitt av teimum fyrstu børn­ unum, vit høvdu búgvandi, var eitt hálvt ár yngri enn son­ur okkara. Tað riggaði fínt, men nú hava vit valt at ikki hava so javngomul børn eftirsum vit ikki vilja, at børnini hjá okkum skulu føla eina ábyrgd av fosturbørnunum. – Tað er jú vit, sum skulu uppala barnið og ikki okkara børn. Orsøkin til at Krista og Fríðbjørn byrjaðu við fostur­ børnum 1998 var, at Krista hevði búð niðri í Danmark og komið í kontakt við eina familju, sum hevði fosturbørn. – Vit hava eisini altíð verið áhug­aði fyri teimum, sum ikki hava tað so gott, sigur Fríðbjørn, og so kennist tað fínt at gera mun. Fólk rundan um tey spyrja ofta, hvussu tey orka, men tað tykist ikki at verða nakar trupulleiki hjá teimum báðum. Hóast tað, so viðganga bæði, at tað kann verða øgiliga hart at lata eitt barn frá sær sum man er blivin góður við. – Tað er hent, at vit ikki eru samd við systeminum um, nær eitt barn skal aftur til foreldrini, og tá er tað sera hart, sigur Fríðbjørn. Bæði vóna, at nýggja barna­verndarlógin skal verja barnið betur enn gamla lógin. Tey meina, at ov stórur dentur hevur verið lagdur á rættin hjá foreldrunum og ov lítið hugsað um barnið. Biologisku foreldrini – Sum fosturforeldur er tað sera týdningarmikið at hava góða kontakt við tey biologisku foreldrini. Tað hevur virkað sera væl hjá okkum, og vit hava kontakt við níggju av teimum tíggju børn­unum, sum hava búð hjá okkum. – Ein dagin møtti eg einari mammu, sum vit hava haft børnini hjá, í SMS. Hon fór og keypti okkum eina flotta samanplanting, fortelur Krista. Hvussu leingi tey skulu fortseta sum fosturforeldur, vilja tey ikki fara inn á, Krista er nú 46 ár og Fríðbjørn er 49 ár. » Vit eru líka góð við tey sum Krista og Fríðbjørn Poulsen úr Vestmanna hava verði fosturforeldur í sjey ár