Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 – 19. januar 2006 15 Umleið 50 børn í Føroyum búgva hjá fosturforeldrum. 30 av teimum búgva fast og restin er til umlætting viðhvørt. – Hetta er ein trupulleiki sum vindur upp á seg, sigur Hallbjørg Lamhauge, leiðari á Fostur­foreldra­ skipanini. Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Ì samband við at nýggja barna­verndarlógin kom í gildi 1 januar 2006 er ein Fosturforeldraskipan sett á stovn. Fyrr var tað barna­ verndin í teimum ymiskum kommununum, sum tók sær av børnunum. Men nú er tað broytt, so at ábyrgdin liggur á Fosturforeldraskipanini. Tí verður eisini lýst í fjøl­ miðlunum eftir fleiri fostur­ foreldrum, so at skipanin skal hava nøkur at velja ímillum, tá tørvur er á tí. – Trupulleikin er størstur í Tórs­havn, men eisini á bygd eru tað børn, sum hava tørv á fosturforeldrum, sigur Hallbjørg Lamhauge. Oftast er tað rúsevni og manglandi foreldraførleiki, sum eru grundirnar til, at eitt barn ikki kann verða búgvandi heima. Ongi hagtøl eru sum vísa á, hvussu gomul børnini eru, men Hallbjørg sigur, at oftast handlar tað um børn í skúlaaldri. – Nógv halda, at tað hand­ lar um pinkubørn, men tað er ógvuliga sjálsamt. Ofta er tað tá børnini gera vart við seg sjálvi, at tørvurin verður sjónligur, sigur hon. Um børnini eru smærri, er tað ofta onkur rundan um tey, sum hevur gjørt vart við, at barnið ikki hevur tað gott og ikki mennist sum tað skal. Tá barnið verður flutt frá heiminum, er tað oft­ ast í samtykki við tey bio­ logisku foreldrini, og tað er eisini tá, at tíðin hjá fosturforeldrunum verð­ ur mest gevandi. Ì summ­ un førum ber ikki til at fáa samtykki, og tá verða børnini tikin frá foreld­run­ um við tvangi, men tað er ikki vanligt í Føroyum. Hvør er munurin á børn­um sum búgva á barnaheiminum og teim­ um, sum búgva hjá fostur­ foreldrum? – Tey sum búgva á barna­ heiminum eru ofta verri fyri og meiri við­gerðarkrevjandi, enn børn sum eru hjá fostur­foreldrum, sigur Hallbjørg. Hørð krøv Nógv krøv verða sett teim­ um, sum eru fosturforeldur. Tey skulu hava eina reina revsi­váttan, góða heilsu, góðar bústaðarumstødur og helst hava royndir sum upp­alarir millum annað. Eisini skal ein hugsa um, hvussu tað ferð at ávirka tí egnu familjuna at fáa eitt nýtt fólk inn í húsarhaldið. Hvat eru tað fyri fólk sum eru fosturforeldur? – Tað eru øll møgulig fólk, men tey hava til felags, at tey vilja gera mun. Samsýningin tey fáa er 96 krónur um dagin, sum so kann faldast upp til sjey ferðrir, atl eftir hvussu uppgávan sær út. – Summi kunnu hava eitt heiltíðarstarv og verða fostur­foreldur, meðan onn­ ur mugu hava farloyvi, tí barnið er so lítið og krevj­ andi. Duga at samstarva At verða fosturforeldur er eisini at duga at samstarva við tey biologisku foreld­ rini. Børnini skulu varð­veita sambandið við foreld­rini, og hóast at umstøðurnar ikki eru broytt­ar í heiminum, so skulu børnini heim at vitja foreldrini. – Tað kann verða eitt sind­ur torført at sleppa barn­ inum til eitt heim, sum ikki er dugnagott, men tað mugu fosturforeldrini gera, sigur Hallbjørg Lamhauge. Í uppgávuni hjá Fostur­ foreld­raskipanini er eis­ini at stuðla teimum bio­log­ isku foreldrunum, so at barnið kann flyta heim aft­ ur. Tað kann handla um at senda tey til avvenjingar, í familjuviðgerð og geva sál­ arligan stuðul. – Tey foreldur sum missa børn­ini síggja tað ofta sum eina stóra sorg. Øll vilja vit jú verða góð foreldur, og tí er tað eitt niðurlag at ikki eydnast við tí, sigur Hall­ bjørg. Fyri at barnið skal flyta heimaftur, skulu um­støðurnar heima verða broyttar til tað betra. Um ikki verður barnið búgvandi hjá fosturforeldrunum til tað er 18 ár ella í summ­ un førum til tað er 21. Tað hendur eisini, at fostur­ fam­iljan ættleiðir børnini, men tað hoyrir ikki til tað vanliga. m okkara egnu« – Tað veldst um, hvussu leingi hesin lítli verður búgv­andi hjá okkum, sig­ur Fríðbjørn. Men tey síggja ikki aldurin sum nak­ran trupulleika heldur tvørtur­ ímóti. – Tá tú er so gomul sum vit, so hevur tú uppalt tíni egnu børn og hevur lívssoyndir, sum eru góðar at brúka nú, sigur Krista. Tann lítli drongurin, sum býr hjá teimum nú, er annaðhvørt vikuskiftið, og ein dag um vikuna hjá mammu síni. Hann kallar bæði Kristu og Fríð­bjørn og tey biologisku foreldrini fyri mammu og pápa. – Vit hopa sjálvandi, at hann verður leingi hjá okk­ um eftirsum vit eru líka góð við hann sum okkara egnu børn, men soleiðis ber ikki til at hugsa, um tú skal arbeiða sum fosturforeldur. Eg kann ikki bara hava eitt barn, tí eg vil, uttan tað er tað, sum er best fyri barnið, er týdningarmiklast, sigur Krista. – Eg síggi fram til tann dagin, har hon hevur fingið nóg góðar umstøður at taka sær av barninum sjálv, sigur Fríð­bjørn og heldur fram, at hóast eitt barn fer aftur til biologisku familjuna at búgva, so merkir tað ikki, at vit missa kontaktina hana hava vit kortini bara á ein annan hátt. Eg kann ikki bara hava eitt barn, tí eg vil, uttan tað er tað, sum er best fyri barnið, er týdningarmiklast ” »Hetta er ein trupulleiki sum vindur uppá seg« Hallbjørg Lamhauge er leiðari fyri Fosturforeldraskipanini. Mynd. Jens Christian Mynd: Álvur.