hósdagur 19. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fyritøkan, Haraldsen
í Fuglafirði, hevur í
mong ár veitt tænastu
til skip við proviant-
ering og kunning um
smiðjur, el-fyritøkur
og onnur viðurskifti,
tá ið skip hava havt
brúk fyri hesum
TÆNASTA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er Kristian Suni Jen-
sen, vanliga róptur Bassi,
sum eigur og rekur Harald-
sen-fyritøkuna í Fuglafirði.
Aftrat stóra matvøru-
handlinum miðskeiðis í
Fuglafirði, eigur felagið
eisini bygningin, har Toy-
stovan var áður. Í hesum
bygningi hevur Haraldsen
kioskina, sum áður var í
sama bygningi sum mat-
vøruhandilin.
Samdøgurtænasta
Umframt vanliga handils-
virksemið, hevur fyritøkan
eisni eina samdøgurtæn-
astu, sum eitt nú proviant-
erar skip, bæði føroysk og
útlendsk.
Er talan um útlendsk
skip, sum felagið hevur ser-
viserað í mong ár, veitir
fyritøkan eisini aðrar tæn-
astur enn proviantering.
Kristian Suni Jensen sig-
ur, at tey eisini hjálpa skip-
um at finna smiðjur og el-
fyritøkur, um brúk er fyri tí.
- Skulu skipini hava eina
nýggja vaskimaskinu, upp-
vaskimaskinu ella kulda-
skáp, eru ráð eisini fyri tí.
Hevur onkur brúk fyri ein-
um sjókorti, syrgja vit eis-
ini fyri, at skipini fáa tað,
sigur hann.
Hann vísir á, at føroysku
reiðaríini vita, hvar eitt nú
verkstøðini og el-fyritøk-
urnar eru, og hvørjir møg-
uleikarnir eru við keypi av
øðrum vørum enn provi-
anti.
– Samdøgurtænastan hjá
Haraldsen er virkin bæði
gerandisdagar og halgi-
dag-ar, allan sólarringin.
Vit proviantera skip í allari
Eysturoynni og meira enn
tað, og vit eru til reiðar at
hjálpa skipum við kendum
og ókendum uppgávum,
sigur Kristian Suni.
Hann sigur, at hesin
partur av virkseminum hjá
Haraldsen-fyritøkuni
er
vorðin størri og størri, sum
árini eru liðin.
Gomul fyritøka
Haraldsen í Fuglafirði er
ein gomul fyritøka.
Tað var langabbi Bassa,
Jákup Haraldsen, sum í
1914 stovnaði fyritøkuna.
Eftir Jákup, tók abbi Bassa
yvir, og hann rak fyritøku-
na fram til 1969.
Navnið Kristian Suni og
kelinavnið, Bassi, er ikki
eitt navn, sum núverandi
Bassi hevur "átt" einsa-
mallur.
Abbin kallaðist nevniliga
Kristian Suni og varð eisini
róptur Bassi. Sama er við
Bassa, Kristiani Suna, sum
nú eigur og rekur Harald-
sen-fyritøkuna.
Í Haraldsen-fyritøkuni í
Fuglafirði starvast eini 30
fólk, og felagið samstarvar
við ketuna, Samkeyp.
– Vit hava gott fólk í fyr-
itøkuni, staðfestir Kristian
Suni Jensen.
16
Nr. 14 - 19. januar 2006
VIÐMERKINGAR
GERHARD
LOGNBERG
løgtingsmaður
– Um ein lærari ella
pedagogur skrivaði í
umsóknini, at hann
var samkyndur, hevði
eg sagt nei at sett við-
komandi í starv, sigur
Gerhard Lognberg,
løgtingsmaður
Tað vakti stóran ans, tá løg-
tingið feldi málið, sum
Annita á Fríðriksmørk og
Finnur Helmsdal løgdu fyri
tingið.
Sjálvur var eg so ovur-
honds fegin, at eg ikki havi
havt hug at koma upp í
blaðskrivingina, tí hetta var
ein sigur fyri Føroya land,
er mín meining, um onnur
ikki eru samd, tað mugu tey
um.
Nú hevur so kjakið flutt
seg nakað, síðani Hvalvíks-
presturin tordi at siga sína
hjartans meining, sum hann
ikki er einsamallur um.
Tað hevur fleiri ferðir
verið spurt, um Ole Wich
skuldi verið meiri varin, tí
hann er danskari. Eg vil
næstan siga ja, tí tað fellur
okkum føroyingum fyri
brósti at síggja okkara
krossmerki, sum vit allir
føroyingar eru so góðir við,
verða háðað av einum
manni, sum er fluttur inn í
okkara land at búgva.
Um tað var eg sum var
fluttur í annað land, so
hevði eg ikki viljað háðað
flaggið, har eg var komin.
Eg minnist væl sum 17 ára
gamal. Eg keypti flagg og
stong. Hevði mist bróður,
22 ára gamlan á sjónum, og
høvdu vit báðir eitt gott for-
hold til hvønn annan, og
hevði eg verið til skips við
honum.
Eg vildi sleppa at flagga í
hálvari stong 1/11-1967.
Eg minnist tann morgunin
eg heysaði flaggið, at móð-
ir mín segði, »lat nú ikki
flaggið koma niður í veg-
in«. Hví, spurdi eg. »Tí
góði, flaggið er nakað ser-
ligt fyri okkum, og má
handfarast hareftir.«
Misskiljið meg ikki við
vilja. Ole Wich er hjartaliga
vælkomin til Føroya og er
líka væl føroyingur sum vit,
men
man
skal
kenna
grensur.
Síðani tosar mann um
listaverk. Hvat, er hatta eis-
ini list, at háða flaggið og
bíbliuna. Nei, einki kann
hatta vera list. Onkur
nevndi makkaverk, nei
handan listin fær ikki so
høgan status sum makka-
verk.
Hví skulu nógvir nútíðar
listamenn velja at uppføra
seg á løgnan hátt?
Jú, nakrir veruligir lista-
menn eru, men so eru helst
fleiri sum royna at billa sær
inn, at teir eru eisini lista-
menn. Vit kenna jú søguna
um Keisarans nýggju klæð-
ir.
Fyri at venda aftur til
Hvalvíksprestin og hansara
úttalilsi.
So skal eg siga til hansara
fyrimun. Sum er, siti eg í
einum skúlastýrið. Um ein
lærari ella pedagogur skriv-
aði í umsóknini, at hann var
samkyndur, ofta siga fólk
eitt sindur um seg sjálvan í
eini umsókn. Hevði hann
ella hon einki sagt, ja so
visti mann ikki hvat og
hvussu. Eg hevði sagt nei at
sett viðkomandi, um eingin
annar søkti.
Tí at verða samkyndur er
ikki náttúrligt, og um við-
komandi segði sjálvur, at
hann var samkyndur, so
hevði eg hildið hann ella
hon kundu fingið børnini at
hildið, at tað at verða sam-
kyndur ella samkynd var
náttúrligt, tí børn er lætt
móttakilig.
Um kynsliga orientering
Haraldsen veitir samdøgurtænastu til skip
Haraldsen-fyritøkan í
Fuglafirði hevur eini 30 fólk í
starvi og umframt
matvøruhandil og kiosk,
hevur felagið eisini eina
samdøgurtænastu til skip við
proviantering og øðrum
Mynd: Vilmund Jacobsen