hósdagur 19. januar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2006
17
Javnaðarmaðurin
Gerhard Lognberg
er ímóti, at samkynd
skulu arbeiða sum
lærarar og pedagog
ar. Jóannes Eides
gaard, formaður
Javnaðarfloksins, sigur,
at hetta als ikki er
sosial-demokratiskur
politikkur, og at avleið
ingin av, at Løgtingið
feldi uppskotið um at
seta diskriminatión av
kynsligari orientering
í revsilógina er, at nú
ber til at siga alt um
samkynd
FLOKSÓSEMJA
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Kjakið um rættindini hjá
samkyndum í Føroyum
gongur enn heitt, og hevur
í seinastuni eisini ment
seg til at fevna um talu- og
skrivifrælsi, men eisini um
rættindini hjá samkyndum
til at arbeiða í ávísum
vinnum.
Stutt fyri jól skrivaði
Mogens Tilsted Christensen,
prestur í Hvalvík, í lesara
brævi:
“Det menneske, som
ønsker at udøve sin homo
seksualitet, må påtage
sig andet arbejde end at
være lærer eller pædagog.
Mennesker er normalt
udstyret med evner til at kunne
arbejde med mange ting.
Man sætter jo ikke ræven til
at vogte høns”.
Presturin varð meldaður,
men fútin metti ikki, at
grundarlag var fyri at reisa
ákæru.
Í lesarabrævi skrivar ting
limur Javnaðarfloksins í
Sandoynni, Gerhard Logn
berg, at hann tekur undir við
hvalvíkarpresti.
”Sum er, siti eg í einum
skúlastýri. Um ein lærari
ella pedagogur skrivaði
í umsóknini, at hann var
samkyndur, ofta siga fólk
eitt sindur um seg sjálvan
í eini umsókn. Hevði hann
ella hon einki sagt, ja,
so visti man ikki hvat og
hvussu. Eg hevði sagt nei at
sett viðkomandi, um eingin
annar søkti”, skrivar Gerhard
Lognberg m.a.
Relevant at spyrja,
um floksdisciplin
er undanførsla
Jóannes
Eidesgaard,
løgmaður, hevur í sínari
starvstíð sum løgmaður
hildið røðu á tiltaki hjá
Friðarboganum og nevnt
samkynd í síni seinastu
nýggjársrøðu.
Spurdur, hvat hann sum
formaður Javnaðarfloksins
heldur um sjónarmiðini hjá
sínum partamanni, sigur
hann, at vit í føroyskum
politikki hava sum siðvenju,
at geva teimum einstøku
tinglimunum frælsi til at
taka persónliga støðu í
sonevndum etiskum og
moralskum spurningum.
Tá hann síðani verður
spurdur, um tað í longini
ikki er ov bíligt í longdini
at hava sum undanførslu, at
føroyskir politikarar skulu
hava frælsi í sonevndum
etiskum spurningum, og at
ein á hendan hátt sleppur
undan at taka støðu í
flokkunum, sigur løgmaður,
at hann metir spurningin
vera relevantan, men at hetta
verður praktiserað í flest øllum
flokkum, og sipar m.a. til
sambandsmenninar Kaj Leo
Johannesen og Alfred Olsen,
og tjóð-veldismenninar Høgna
Hoydal og Karsten Hansen,
sum eins og hann sjálvur og
Gerhard Lognberg ikki eru
samdir innanfloks um, hvørji
lógarfest rættindi samkynd
skulu hava í Føroyum.
– Men eg eri eins og øll
onnur noyddur til at taka
avgerðina hjá Løgtinginum
til eftirtektar, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Ímóti at avmarka
vinnumøguleikarnar
Javnaðarformaðurin sigur
hinvegin, at avleiðingarnar
av, at Løgtingið ikki vildi
útbyggja antidiskriminatións
paragraffina, so at hon eisini
kom at umfevna kynsliga
orientering, er, at nú ber til
at siga, hvat ein hvat hevur
hug til um samkynd, og
at tað eisini bleiv ávarað
ímóti hesum, áðrenn hval
víkarprestur byrjaði at
mótmæla, at samkynd
fáa størv sum lærarar ella
námsfrøðingar.
– Hevði tað sama verið
sagt um ein asiat ella afrik
anara, hevði tað fingið
avleiðingar, men tað fær
tað ikki í hesum førinum,
sigur Jóannes Eidesgaard
um útsagnirnar hjá Mogens
Tilsted Christensen og
Gerhardi Lognberg.
– Persónliga eri eg ímóti at
avmarka vinnumøguleikarnar
hjá fólki, og sæð út frá ein
um sosialdemokratiskum
sjónarmiði, er hetta púra í
andsøgn við tað.
– Vit hava ikki viðgjørt
hetta í flokkinum, men eg
meti, at floksins støða sum
heild liggur nærri at mínum
sjónarmiðum enn teimum
hjá Gerhardi, sigur Jóannes
Eidesgaard
Hvalvíkarprestur varð
meldaður fyri síni orð,
men um Gerhard Lognberg
verður meldaður, skal
Løgtingið, har meiriluti
feldi uppskotið um antidis
kriminatiónsparagraffina,
fyrst
taka
órinið
frá
honum sum tingmanni.
Spurningurin er eisini, um
grundarlag er hjá fútanum
at reisa ákæru, av tí at sama
løgting ikki vildi samtykkja
at skoyta diskrimination av
kynsligari orientering upp í
revsilógina.
Gerhard førir ikki
sosialdemokratiskan politikk
Klaksvík: Seint í gjárkvøldi
rendi ein bilur inn í veggin
í
Árnafjarðartunlinum.
Bilurin fekk stóran skaða,
men førarin slapp við smærri
snuddum.
Maðurin var einsamallur í
bilinum ávegis til Klaksvíkar,
tá óhappið hendi, upplýsir
vakthavandi á Politistøðini
í Klaksvík.
Bilurin er farin av vegnum
og niður í ta einu grøvina í
tunlinum, og koppaði síðani
á takið og koma at liggja
tvørt fyri í tunlinum.
Hetta steðgaði ferðsluni í
1 1/2 tíma, inntil ein lastbilur
við krana hevði togað bilin
úr tunlinum aftur.
Aftaná komu menn frá
Landsverki at rudda vegin,
og síðani gekk ferðslan aftur
sum vanligt.
sb.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins er ikki samdur
við tingliminum Gerhard Lognberg.
Smávegis snuddir í tunlinum
Ebeneser, Havn: Hóast
stórar umbyggingar fara fram
í hesum samkomuhúsinum,
so er kortini nógv virksemi í
húsinum. Kvøldið í kvøld er
einki undantak í so máta.
Í kvøld verður nevniliga
serligur dentur lagdur á
Suðuramerikanska landið,
Venesuela.
Á ungdómsmøtinum í
kvøld verður luttøka av
Bill og Sheila Meerstra
úr Canada. Tey virka
sum
umboðsfólk
fyri
missiónsfelagsskapin New
Tribes Mission í Canada.
Bill og Sheila hava verið
á skúla saman við fleiri
føroyskum trúboðarum,
m.a. Símun í Túni, trúboðara
í Venesuela og Ragnar
Niclasen,
trúboðara
á
Filipsoyggjunum. Bill hevur
eisini undirvíst í mong ár á
venjingarskúlanum hjá NTM
í Canada.
Tey ferðast runt í landinum
í hesum døgum, og greiða
frá virksemi sínum.
Samstundis við hetta møtið
hittast kvinnurnar í sama
bygningi til eitt kvinnumøti,
har Venesuela eisini er á
skránni. Her fer føroyski
trúboðarin, Erla Petersen í
Venesuela at luttaka.
sb.
Venesuela í miðdeplinum
Í næstum verður
farið undir at gera
eina stóra útstykking
á Velbastað. Tað er
velbastaðmaðurin,
Jógvan Hans Østerø,
ið fer at stykkja út
ikki færri enn 29
grundøki til sethús.
Útstykking
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á fundi í byggi- og
býarskipanarnevndini
hjá Tórshavnar Býráð
mánakvøldið
samtykti
nevndin at geva loyvi til
at fara undir útstykkingina
av Jákupstrøð, sum økið
eitur, har útstykkingin skal
gerast.
Klárt móti sumri
Tað er Jógvan Hans
Østerø, sum eigur trøðna,
og hann sigur seg vænta,
at væntandi fer arbeiðið
í gongd um hálvanannan
mánað ella so.
– Nú verður arbeiðið
bjóðað út, og eg vænti, at
um ein ella tveir mánaðar
verður klárt at fara í gongd
at útstykkja. Í fyrstu atløgu
verður tað tann niðari
parturin av útstykkingini,
i8ð verður gjørdur og
kanska eisini tann ovasti.
Tað vil siga, at í fyrstu
atløgu snýr tað seg um
eini tíggju grundøki, sum
væntandi verða tøk út móti
sumri, greiðir Jógvan Hans
Østerø frá.
Tá
ið
grundøkini
verða seld, eru tey ikki
byggibúgvin, men alt annað
verður gjørt, sigur Jógvan
Hans Østerø.
– Alt verður lagt til.
Felagstangi verður, og
kloakk, vatn og streymur
verður lagt til. Ein vegur er
til økið í løtuni við atkomu
frá Gerðisbreyt, men
Tórshavnar Kommuna fer
eisini at gera ein vegastubba
upp á umleið 100 metrar,
so at útstykkingin verður
bundin í Stórheygg, sigur
Jógvan Hans Østerø at
enda.
Stór útstykking á Velbastað
ì næstum verður farið undir útstykkjan á Velbastað av ikki færri enn 29 grundøkjum.
Savnsmynd