hósdagur 19. januar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 14 - 19. januar 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Ein 40 ára gamal norskur
sjómaður man iðra seg um,
at hann tók í so nógv til sín
umborð á einum flogfari í
síðstu viku.
Maðurin var komin í land
í USA og skuldi við einum
flogfari úr Minneapolis til
Amsterdam. Men hann
var dekan ov íðin at keypa
av tí váta slagnum, og tað
endaði við, at fleiri av ferða
fólkunum ræddust hann.
Hóast fleiri ávaringar
gavst maðurin ikki, og tað
endaði við, at flogskiparin
gjørdi av at koyra mannin
úr flogfarinum, tá tað
millumlendi í Goose Bay
í Ný Funnalandi.
Kanadiska løgreglan tók
sær av norðmanninum.
Fyrradagin varð hann latin
leysur, men fyrst mátti
hann gjalda 60.000 krónur í
bót. Flogfelagið Northwest
Airlines hevði annars hótt
við, at hann skuldi gjalda
120.000 krónur í bót
fyri ólátaðu framferðina
umborð á flogfarinum.
Á hvørjum ári doyggja
tríggjar milliónir fólk av
malaria, men nú koma tvey
nýggj sløg av heilivági,
sum fara at bjarga teimum
flestu sjúklingunum.
Tað eru serfrøðingar hjá
Drugs for Neglected Dis
eases Initiative, sum hava
ment nýggja heilivágin,
og tað áhugaverda við
honum er, at hann kostar
bara helmningin av tí, sum
malariaheilivágur nú kostar.
Tað ger, at í framtíðini fer
tað at kosta 15 krónur at
lekja eitt vaksið fólk og sjey
krónur at lekja eitt barn.
Felagsskapurin Læknar
uttan Landamark hevur
staðið fyri arbeiðinum, og
felagsskapurin væntar, at
tað fer at bera til at lekja 24
milliónir sjúklingar um árið
við nýggja heiliváginum.
43 lond hava játtað at brúka
tann nýggja heilivágin, og
15 lond hava longu tikið
hann í brúk.
Malaria ger serliga um
seg í londunum sunnan
fyri Sahara. Læknar uttan
Landamark sigur, at har
doyggja tvey børn um
minuttin av sjúkuni.
Heilivágur kann
bjarga milliónum
Fyri tveimum árum síðani
fekk norðmaðurin Jon
Gjedebo eitt hugskot um at
smíða smáar bátar í Kina.
Eitt ár seinni var ætlanin
veruleiki, og nú hevur
bátasmiðjan í Shanghai
smíðað fleiri bátar úr træ,
plasti og glastrevju.
Henning All, sum stendur
fyri tí dagliga virkseminum,
sigur við Aftenposten, at
kinesarar eru sera namir
og arbeiðssamir. Hann vísir
á, at tá norðmenn smíðaðu
bátar í Eritrea í Afrika,
tók tað eitt ár at smíða
tann fyrsta bátin. Í Kina
eydnaðist tað at smíða
tíggju plastbátar eftir fýra
mánaðum.
Eitt gamalt kinesiskt
orðatak sigur, at gevur tú
einum kinesara ein bát,
sært tú ikki mannin aftur.
Eftirspurningurin eftir
teimum norsku bátunum
hevur eisini víst seg at
vera so stórur, at fyritøkan
hevur verið noydd at leiga
eyka høli, og nú er ætlanin
at byggja eina nýggja og
størri smiðju. Tað merkir
eisini, at arbeiði verður til
fleiri bátasmiðir afturat.
Smíða bátar í Kina
Løgreglan í svenska býn
um Umeå leitar eftir
einum manni, sum verð
ur settur í samnband við
fleiri neyðtøkur og neyð
tøkuroyndir. Løgreglan
hevur DNA-spor, sum vísa,
at gerningsmaðurin er tann
sami, men hon veit ikki,
hvør maðurin er.
Tann ókendi brotsmaðurin
gjørdi fyrstu ferð vart við seg
í 1998, tá hann neyðtók eina
kvinnu í býarpartinum Haga
í Umeå. Tey bæði næstu
árini neyðtók hann tvær
kvinnur afturat nærhendis
Haga, og hann verður
eisini settur í samband
við tríggjar miseydnaðar
neyðtøkuroyndir í hesum
sama tíðarskeiði. Síðani
frættist ikki frá manninum
fyrr enn í desember í fjør.
Tá neyðtók hann aftur eina
kvinnu í Umeå. Í síðstu
viku vórðu tvær kvinnur
álopnar í býnum, men her
var kortini ikki talan um
neyðtøkuroynd, og løgreglan
veit heldur ikki, um talan var
um neyðtøkumannin.
Løgreglan í Umeå hevur
almannakunngjørt eina
andlitstekning av manninum
eftir frágreiðingunum hjá
teimum álopnu kvinnunum,
og hóast næstan 3.000 fólk
hava gjørt vart við seg, veit
løgreglan framvegis ikki,
hvør maðurin er.
Dýrt at flúgva fullur
Leita eftir neyðtøkumanni
Randal McCloy var
tann einasti, sum
bleiv bjargaður upp
úr kolanáminum
í West Virginia 4.
januar. Nú hevur
hann fingið vitið
aftur
Vanlukka
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Trettan mans vóru í náminum,
tá ein spreinging stongdi teir
inni um morgunin 2. januar.
40 tímar seinni eydnaðist tað
bjargingarliðunum at sleppa
niður til menninar. Men tá
var bara tann 26 ára gamli
Randal McCloy á lívi.
Síðani hevur hann ligið
uttan vit á sjúkrahúsinum
Ruby Momorial, men í gjár
lat hann eyguni upp, skrivar
AP. Sambært læknunum
gjørdi hann eisini vart við
seg, tá onkur nevndi hann
við navni.
Læknarnir siga, at enn er
ov tíðliga at siga, um Randal
McCloy fær varandi mein
av vanlukkuni. Teir vísa
á, at tað er sjáldsamt, at
nakar sleppur livandi frá so
drúgvari karbonmoniksid-
dálking, men at teir kortini
hava góðar vónir.
Vanlukkan í náminum í
West Virginia fekk drúgva
umrøðu. Í fyrstani segði
felagið, sum eigur námið, at
allir menninir vóru funnir á
lívi, men fáar tímar seinni
mátti felagið ásanna, at
tað hevði mistikið seg, og
at tólv av teimum trettan
monnunum vóru deyðir.
Fingið vitið aftur
Mótstøða úr Ísrael,
Evropa og USA endar
helst við, at Hamas
vinnur palestinska
valið í næstu viku.
Stjórnin hevur slept
endanum
Palestina
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
– Eg vóni, at tað nývalda
tingið megnar at leggja tað
demokratiska støðið undir
okkara politisku skipan,
segði Rawhi Fatuh, ting
formaður, tá hann endaði
seinasta fundin hjá pal
estinska tjóðartinginum und
an valinum næsta mikudag.
Fyribils er ikki nógv,
sum bendir á demokratisk
viðurskifti í teimum pal
estinsku økjunum. Í Gaza
berjast vápnaðir bólkar og
myndugleikarnir um valdið,
og á Vestara Áarbakka hava
vápnað lið eftirlitið við teim
um flestu býunum. Stjórnin
hjá Mahmoud Abbas, for
sætisráðharra, virkar at kalla
als ikki og tykist eisini hava
slept endanum. Hon fær eftir
øllum at døma heldur einki
gjørt við kravið frá teimum
vápnaðu bólkunum um, at teir
útlendsku valeygleiðararnir
skulu sleppa sær burtur
innan valdagin.
Í hesum ruðuleika er tað
ein stórur spurningur, hvønn
leiklut tað komandi tingið
fær, skrivar tíðindamaðurin
Roger Hercz skrivar í Dags
avisen. Atfinningar úr Ísrael,
Evropa og USA hava gjørt,
at tann víðgongdi Hamas-
flokkurin kann fáa eini 35
prosent av atkvøðunum ella
kanska uppaftur meiri, tí tær
útlendsku atfinningarnar
hava fingið fleiri at stuðla
flokkinum. Tað kann tí enda
við, at Hamas verður størri
enn Fatah-flokkurin hjá
Mahmoud Abbas.
Innanhýsis er Hamas mun
andi sterkari enn Fatah, og
vinnur flokkurin valið, er
tað lítið hugsandi, at hann
fer at gera eftir kravinum
frá forsætisráðharranum
um at lata vápnini frá sær.
Talsmenn hjá Hamas hava
longu sagt, at flokkurin fer
at varðveita síni vápnaðu lið
eftir valið, sama hvat úrslitið
verður.
Týsdagin drupu ísraelskir
hermenn ein hernaðarligan
leiðara hjá Hamas í býn
um Tulkarem á Vestara
Áarbakka, og palestinskir
eygleiðarar ávaraðu alt
fyri eitt um, at álopið fer
at styrkja teir víðgongdu á
valdegnum.
Vinnur Hamas, er tað
enn eitt tekin um, at tær
víðgongdu kreftirnar eru í
ferð við at taka seg fram í
Miðeystri, skrivar Roger
Hercz. Hann vísir á, at í
Egyptalandi fekk muslimnski
bróðurflokkurin, sum Hamas
er sprottin av, heili 88 umboð
í tingið á valinum herfyri,
og at Hizbollah hevur 20
prosent av tingmanningini
í Libanon. Hendan gongdin
kann gera, at Vesturheimurin
noyðist at endurskoða sín
politikk í Miðeystri, heldur
Roger Hercz.
Ruðuleiki undan palestinska
valinum í næstu viku
Hendan tekningin vísir, hvat Hamas heldur um ísraelska forsætisráðharra