hósdagur 19. januar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 14 – 19. januar 2006
17 ára gamla Joanne
Mak visti lítið
um Føroyar fyri
hálvum ári síðani.
Eftir at hava búð
hjá eini familju á
Skála er hon komin
væl inn í føroyska
gerandisdagin – og
sigur eisini noy!
Útiseti
Orð/myndir: Snorri Brend
Skála: Kunnleiki okkara til
kinesiska málið sigur okkum
greitt, at tað er eitt trupult
mál at læra, bæði til at tosa
og lesa.
Í málinum finnast túsund
tals orð og vendingar, sum
siga tað, ið ein vanligur
kinesari hevur brúk fyri í tí
dagliga.
Tað eru tó tær umstøður,
tá ein kinesari ikki kann gera
brúk av øllum hesum túsund
tals orðum og vendingum.
Hetta fekk hin 17 ára gamla
Joanne Mak úr Hong Kong
at sanna seinasta leygardag
í Skála skúla.
Hon er AFS–næmingur hjá
eini familju á Skála. Henda
leygardagin hitti hon allar
útlendsku næmingarnar,
sum eru í somu støðu um
hon.
Sum ein part av skránni
henda dagin skuldu næm
ingarnir arbeiða við ull
og tøving. Og júst hetta
við tøvingini er neyvan
nakað, sum finst í nøkrum
kinesiskum alfabeti.
Hetta tók kortini hvørki
mótið ella áhugan frá
Joanne at læra seg hetta
føroyska arbeiðið. Tí, sum
hon sigur:
– Mær dámar væl at takast
við handaligt arbeiði. So
hetta var sera áhugavert og
bara stuttligt at vera við til!
Saman við henni vóru aðrir
AFS’arar í Føroyum, eins og
føroyingar sum hava verið
við AFS í útlandinum.
Eitt felags ynski
Tað er sjálvandi langur
teinur millum Hong Kong
í Fjareystri og Føroyar í
Norðurhøvum.
Men tá ein hevur nútíðar
hentleikar sum alnet og
telefon, er ikki langur vegur.
Heldur ikki fyri ein ungan
AFS–student á gøtunum
í milliónabýnum Hong
Kong.
Júst, hvussu hon kom í
samband við AFS, verður
einki sagt um. Men so
skjótt Joanne lærdi henda
felagsskapin at kenna, var
avgerð hennara greið: – Eg
vil sleppa avstað! Eg vil
sleppa til Danmarkar!
Í Danmark eru helst mong
húski sum kundu ynskt
sær eina so fryntliga unga
kvinnu sum Joanne í heim
teirra í eitt ár.
Tað
vóru
tó
eisini
føroyingar á vøllinum í
somu ørindum, men tað visti
Joanne sjálvandi einki um
júst tá.
Í einum heimi á Skála
hevði húsfólkið tosað um
júst hetta sama: At fáa ein
AFS’ara í húsið.
AFS í Føroyum hevur
leingi sóknast eftir fleiri
familjum, sum vildu taka ein
útlendskan næming í heim
teirra í eitt skúlaár.
Og við Joanne gekk tað
hvørki betri ella verri enn
so, enn at familjan á Skála
ynskti at fáa júst hana til
Føroyar.
– Ja, pápi mín – í hesum
førinum
Hans
Jákup
Johannesen – vildi hava meg
í teirra heim.
– Og soleiðis bleiv tað
bara, hóast eg ongatíð hevði
hoyrt um Føroyar fyrrenn tá,
sigur Joanne.
Keðir seg ikki
Fyrstu ferð hon setti føtur
sínar á føroyska jørð var í
august mánaði í fjør.
Hóast hon ikki skilti eitt
føroyskt orð tá, so kom hon
rættiliga væl og skjótt inn í
føroyska gerandisdagin.
Joanne byrjaði á Studenta
skúlanum á Kambsdali sum
málsligur studentur. Og
hóast alt hevur verið øðrvísi,
so hevur hon trivist kortini.
Ein fyrimunur hennara í
skúlanum er, at hon hevur
einki heimaarbeiði fyri. Og
hon skal heldur ikki upp til
royndir í summar.
Hetta gevur henni so aftur
nógva frítíð. Men hvussu
– er frítíðin ov long? Situr
hon bara og keðir seg heima
við hús á Skála?
– Noy, sigur Joanne
avgjørd á málinum.
Henni dámar væl at vera
heima við hús og hugna sær
saman við húsfólkunum.
Henni dámar somuleiðis
væl at binda, og hon fer
ofta heim at vitja vinir sínar
í bygdini.
Vinfólkini og Joanne
finna uppá alt møguligt.
Tey práta saman, lurta eftir
tónleiki, hyggja eftir film
um. Og so fara tey eisini á
ungdómslegur, m.a. nýggj
ársleguna sum varð hildin í
leguhúsinum í Nesvík fyrr í
mánaðinum.
– Saman við familjuni
fari eg ofta í kirkju ella til
møtir í missiónshúsinum. Eg
má bara siga sum er, at eg
havi ikki havt trupulleikar at
finna mær vinir.
– Ja, her á Skála hava øll
bara verið so vinarlig móti
mær, sigur hon.
Úr kinesiskum stórbýi inn á Skála
Øll sum hava búð uttan
lands
vita,
hvussu
týdningarmikið tað er at
læra seg tað lokala málið.
Og tað hevur Joanne eisini
lagt stóran dent á.
Hon viðgongur tó, at
fleiri av vinfólkum hennara
vilja fegin tosa enskt við
seg, men at hon sjálv roynir
at tosa føroyskt.
Hini síggja hetta sum eitt
gylt høvi at læra seg meiri
enskt, men fyri Joanne er
tað týdningarmiklari at læra
seg enn meiri føroyskt.
Hon hevur lært seg
føroyska málið rættiliga
væl, – so væl at meginpart
urin av hesi samrøðuni er
á føroyskum máli. Hóast
húsfrúgvin, Sólbjørg er úr
Vágum, so er tað eystur
oyar–dialektin sum er hon,
ið skarar framúr.
Eitt sum uttan iva hevur
hjálpt henni væl í mál
læruni er kvøldskúlin
á Strondum. Eitt kvøld
um vikuna er hon einasti
næmingurin í flokkinum,
tá føroyskt fyri útlendingar
er á skránni.
– Tað føroyska málið
er ikki lætt at læra.
Tað er so øgiliga stórur
munur á kinesiskum og
føroyskum.
– Eg haldi, at tað er ring
ast at úttala f og r. Eg veit
ikki, – tit rulla so nógv við
r’unum, sigur hon og bros
ar um alt andlitið.
Teir føroysku AFS’ararnir hugna sær saman við teimum útlendsku í skúlanum á Skála. Tey er øll
í somu støðu, og hava tørv á at tosa saman um felags upplivingar
AFS í Føroyum
AFS arbeiðir fyri friði við at styrkja tilvitskuna um tað,
sum bindir okkum menniskju saman, við at fremja
størri fatan fyri tær mongu mentanirnar í heiminum
og við at virka við í felags trupulleikum, sum ávirka
heimssamfelagið.
AFS er ikki bundið at handilsligum, partapolitiskum
ella átrúnaðarligum áhugamálum.
AFS Interkultur í Danmark fevnir yvir Danmark,
Grønland og Føroyar.
Fólk, ið ynskja at hýsa einum útlendskum AFS’ara ella
ynski fleiri upplýsingar um henda felagsskapin, kunnu
venda sær til føroysku umboðskvinnuna Elisabeth
Holm á tlf. 312991 ella við telduposti eholm@post.
olivant.fo
FAKTA
Tær báðar Sólbjørg og Joanne koma væl út av tí. Her er Joanne í ferð við at læra seg at tøva ull,
sum seinni skulu gerast til ullskógvar
Ringt at siga r!