hósdagur 19. januar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2006
23
Nr. 14 • Hósdagur • 18. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Eyðun Samuelsen,
sum vegna dómara
felagi hevur lagt
donsku dómara
vitjanina tilrættis,
harmast um vantandi
kunningina í hesum.
Men hann sigur seg
samstundis ikki heilt
skilja argumentini hjá
Kyndilsvenjaranum
Hondbóltur
Jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
– Tað er sjálvandi sera
beklagiligt, at feløgini ikki
eru kunnað nóg væl um
hetta. Og tað hava vit eisini
sagt Kyndli.
Soleiðis staðfestir Eyðun
Samuelsen, tá vit spyrja um
ónøgdina, sum Kyndil hevur
sýnt um dysarflytingina, nú
donsku topp-dómararnir
koma til Føroya at døma
dystin millum VÍF og
Kyndil.
Men hann staðfestir sam
stundis, at hann hevur eitt
sindur ilt við at skilja, hví
ónøgdir skal vera somikið
stór, sum hon er.
– Tað eigur ikki at vera ein
trupulleiki, at eitt lið í bestu
deildini skal spæla tríggjar
dystir innan eina viku.
Sjálvir hava vit júst verið í
Íslandi, har Haukar spældu
krevjandi Europa-Cup dystir
leygar- og sunnudag. Og
longu mikudagin spældu teir
aftur í íslendsku kappingini,
og tað segði eingin nakað
um, heldur Eyðun.
Spurdur, um tað var neyð
ugt at gera broytingar í
kappingini, sigur hann, at
hetta er tað, sum teir halda
vildi givið so nógv tí bestu
nyttuna úr donsku vitjanini.
– Hetta er ein fantastiskur
møguleiki. Bæði fyri okkum
dómarar og fyri føroyskan
hondbólt. Hetta er besta
danska dómaraparið, sum nú
kemur hendanvegin, og tað
í sjálvum sær er ein fongur.
Sjálvandi kundu teir dømt
KÍF-Neistan, og eg ivist ikki
í, at tað eisini vildi verið ein
fínur dystur hjá teimum.
–
Men
føroyskur
manshondbóltur
hevur
í mannaminni fyrst og
fremst snarað um VÍF og
Kyndil. Tey bæði liðini eru
aftur í ár partur av avgjørda
oddinum, og uttan at traðka
á nakran, so er hetta tann
dysturin í Føroyum, sum
hevur flottasta karmarnar.
Kunnu vit við hesum vísa
gestunum, hvussu føroyskur
hondbóltur er, tá hann er
bestur - og her hugsi eg ikki
bara um spælið á vøllinum
- so kann tað geva okkum
fantastiskar møguleikar, og
tí hava vit valt júst hendan
dystin.
– Og so kann eg bara
leggja afturat, at vit als ikki
hava hugsað um hálvfinalur
og dystarskrá annars í so
máta. Tað er sjálvandi okk
ara ábyrgd, at kunningin
um hetta ikki hevur verið
nóg góð, men eg haldi ikki,
at hetta skal gerast til ein
størri trupulleika, enn tað í
veruleikanum er, sigur Eyð
un Samuelsen at enda.
Í Kyndli vilja tey ikki
finna seg í, at strævna
dystarskráin er
vorðin enn strævnari,
nú danskt dómarapar
kemur til Føroya
at døma brakið í
Vestmanna
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
StÍF í landskappingini
sunnudagin. Aftur StÍF –
hesaferð í steypakappingini
– mikudagin. Og so brakið
móti VÍF leygardagin.
Soleiðis
sær
strævna
dystarskráin hjá Kyndli út
komandi vikuna.
Í sjálvum sær ein sera
strævin skrá, har spælararnir
tríggjar ferðir í seks dagar
skulu til próvtøku við sera
truplum uppgávum. Sum
so er kanska ikki so nógv
at gera við tað, tí kappingin
liggur nú einaferð soleiðis,
men tað er serliga seinasta
uppgávan, sum nú elvir til
ónøgd í Kyndli. Ónøgd, tí
dysturin upprunaliga skuldi
verið sunnudag, men síðani
er fluttur til leygardag, nú
dómarafelagið hevur fingið
eitt av bestu dómarapørunum
í Danmark til Føroya at
døma.
Í øðini um
flytingarnar
Annar av venjarunum hjá
Kyndli, Birgir Hansen,
sigur bart út, at teir eru í
øðini inn á Dómarafelagið
og Hondbóltssambandið um
avgerðina.
– Fyrst og fremst vil eg
siga, at tað er ótrúliga gott
fyri bæði dómararnar og
føroyskan hondbólt sum
heild, at ein slík vitjan kem
ur í lag. Men vit kenna
okkum settar púrasta til
viks í hesum málinum. Vit
vita ikki av nøkrum, fyrr
enn mánakvøldið. Og tá er
avgerðin longu tikin, uttan
at vit á nakran hátt verða
spurdir eftir. Samstundis
finna vit útav, at VÍF hevur
vitað av hesum, tí teir flutt
dystir, soleiðis at høllin er
tøk leygardagin.
– Og sjálvandi kemur ein
slík flyting illa við. Uttan at
eg skal seta niður á onnur lið,
so skerst ikki burtur, at VÍF
hevur eina munandi lættari
skrá í vikuni undan dystinum
í Vestmanna. Teir hava
Neistan komandi vikuskifti
og so eina hálvfinalu móti
næst besta liðnum hjá okk
um. Á pappírinum eru
tað í øllum førum mun
andi lættari uppgávur,
og tí eru fortreytirnar hjá
okkum og VÍF ikki eins til
týdningarmikla dystin annan
leygardag.
Óneyðugar broytingar
Spurdur, hvørt Kyndil í
verandi støðu hevur nakr
an møguleika at broyta
avgerðina, sum er tikin í
málinum, sigur Birgir, at
hava teir kanska ikki.
– Tað einasta, sum vit
kunnu gera, er at argumentera
fyri okkara søk. Higartil
eru okkara argument tó
bara blivin skúgvað til
viks púrasta uttan víðari,
og tað betrar ikki fatanina
av nøkrum samstarvi. Enn
royna vit so at greiða frá, hví
vit halda hetta vera púrasta
burturvið, og so fáa vit at
síggja, hvat víðari hendir í
málinum.
Men hvussu kundu tit so
hugsa tykkum, at hetta málið
varð loyst?
– Í okkara verð er tað
púrasta óneyðugt at flyta
nakrar dystir. Eftir skipanini
skuldu KÍF og Neistin spælt
leygardagin, og tað mátti
eisini verið ein góður dystur
hjá hesum parinum at dømt.
Sum so er tað kanska eisini
at traðka eitt sindur á tey
liðini, um sagt verður, at
eitt altjóða par absolutt skal
døma dystin í Vestmanna.
Vóru ongar flytingar, so var
talan helst ikki um ónøgd
av nøkrum slag, og so
vildu vit als ikki havt hesar
trupulleikarnar, staðfestir
Birgir Hansen at enda.
Kunningin vantaði
Eyðun Samuelsen harmast um vantandi kunningina í
málinum. Men hann heldur samstundis, at trupulleikin er ikki
so stórur, sum tey í Kyndli vilja gera hann
Kyndilsmenn kenna
seg traðkaðar
Í Kyndli eru tey í øðini, nú dysturin móti VÍF er framskundaður ein dag. Enntá í einu viku, har
dystarskráin er ríkiliga strævin
savnsmynd