Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 – 19. januar 2006 31 Til­búgv­ing­ ar­ætlan klár 1. juni 2006 Fyrstu stigini eru tikin til eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar í sambandi við eina møguliga influensu heimsfarsótt Tíðindaskriv Almanna– og Heilsumálaráðið – Í sambandi við, at vit í Før­oyum fyrireika okk­ um til eina møguliga influ­ensuheimsfarsótt, hava vit eins og okkara granna­lond tørv á einari til­ búgvingarætlan á økinum. – Tað týdningarmesta í eini tílíkari ætlan er at tryggj­a tað neyðuga kopp­ ing­­arevnið. Á hesum øki­ num eru føroysku heilsu­ mynd­ug­leikarnir væl fyri­r eikaðir og í tøttum sam­starvi við okkara Norð­ an­lond. Tað eru tó eisini aðr­ ir partar, ið skulu koma upp á pláss í eini til­búgv­ ing­arætlan, sum t. d. greið­ar mannagongdir við­víkjandi kunning, við­ gerð­ arháttir, anti­bio­tika­ við­gerð, isolatión, sótt­ verju­ fyriskipanir v. m. Í hesum sambandi skip­aði Almanna– og heilsu­mála­ ráðið í síðstu viku fyri ein­­um innanhýsis fundi í hesum sambandi. Niðurstøðan á fundinum varð, at tørvur er á at seta ein arbeiðsbólk við fak­fólki til at gera eina til­búgvingarætlan fyri Føroyar í sambandi við eina møguliga influensu heims­farsótt. Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við eina tí­líka tilbúgvingarætlan í seinasta lagi tann 1. juni 2006. Víst verður annars til heimasíðurnar hjá á­víka­vist Almanna– og heilsumálaráðnum: www. ahr.fo og Apotekinum: www.apotek.fo. Finst heilivágur fyri fuglakrím? Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Heilsumyndugleikar kring all an heim eygleiða í hesum døgum, hvussu fuglakrímið breiðir seg. Føroyar eru við í norðurl enskum samstarv i um at menna koppingarevni fyri fuglakrím, um sjúkan fer at smitta mill um menniskju. Fuglakrím Í hesum døgum eru tað mong, sum spyrj a hvat fugla­ krím er. Fuglakrím – ella ’avier influenza’ –  er smitt­ andi virussjúka, ið rakar dýr, serliga flogfenað, og í summum førum eisini svín. Fuglakrímvirus er ógvuliga slag­bundið, so tað bert smitt­ar frá fugli til fugl, men í einstøkum førum er fuglakrím farið yvirum mark, og hevur smittað menniskju.  Sjúkan kann smitt­ a menniskju, ið hava havt samband við flog­ fena smittaður við H5N1 vir­­us. Heimsheilsustovnurin WHO ber ótta fyri, at sjúku­ elvandi virusið ‘muterar’ (broytir arvaeginleikar), so­leiðis at smittan verður bor­in millum menniskju. Fuglakrím hjá flogfenaði kann vera av einum veikari slagi, har sjúkueyðkennini eru fá, og fuglurin verður fjaður­sárur og verpir minni. Hin­vegin kann fuglakrím vera ógvuslig sjúka (há–pato­ gen), sum breiðir seg skjótt millum flogfenað, og kann vera nærum 100% deyðilig eftir 48 tímar. Beinkrímvirus – hvat er tað? Beinkrímvirus hoyrir til fam­iljuna av vira ið rópast Ort­ homyxoviridae. Tey verð­ a flokkaði í tríggjar anti­ gen bólkar: A, B og C. Virus úr bólkunum  A og B eru sjúkuelvandi fyri menni­ skju, og bert virus–bólk­ur A kann elva til pande­miskar sjúkur (heimfarssóttir). Við beinkrím (influensu) verð­­ur sipað til serlig sjúkra­ eyðkenni orsaka av influensa A ella B virus.  Orðið krím hinvegin verð­ ur ofta brúkt brúkt tá ein hostar ella hevur  hálsilsku.  Her kunnu orsøkirnar  vera ymiskar.  Tað slagið av fugla­ krím­virus, ið talan er um í hesum døgum, verður rópt H5N1. Tað eru 16 H– sløg (subtypes) og 9 N–sløg (subtypes) av influenzavirus A. Bert virus av H5 og H7–slagi tykjast at vera herviligir sjúku­elvarir (há–patogen). In­fluensavirus hevur uttast ein kappa av tveim­um proteinum (eggja­ hvíta­evn­ um): Haemag­glutinin (H) og Nerura­ mini­dasu (N). H ger at virusið bind­ir seg til kykn­ ur í mannakroppinum.  N er eitt enzym sum ger tað møguligt hjá vir­ us­inum at treingja ígjøg­ n­um kyknuveggin, og at ný­gjørd vira koma út úr aftur kyknuni, og harvið smitta aðrar kyknur. Finst heilivágur fyri fuglakrím? Trý sløg av heilivági fyri fugla­krím eru bíløgd í størr i nøgd av apoteksverkinum av hava til at taka, um fugla­ krímið fer at smitta millum menniskju og gerst ein heimfarssótt. Hesi trý sløgini av heilivági eru oseltamivir (Tamiflu), zana­mivir (Relenza) og amantadin. Føroyar eru við í norður­ lenskum samstarvi um at menna koppingarevni fyri fugla­krím, um sjúkan fer at smitta millum menniskju. Arbeitt verður við eini ætlan at framleiða koppingarevni til norðurlenska marknaðin www.apotek.fo 1 apríl 2005: Eitt nýtt slag av H5N1 virusi staðfest í flytifugli á Qinghai vatn­in­ um í Kina. Økið kring vatnið er fuglaland fyri flytifugl, sum ferðast suðureftir um veturin til suðureystur Asiu, Tibet og India. 2 Juli 2005: Kazakhstan: Sjúkan staðfest í Pavlodar landslutinum. 22 Juli 2005: Virus av slag­­num H5N1 staðfest í flogfenaði í Sibiria – og breið­ir seg vestureftir til Nov­osibirsk, Altai, Omsk, Tyumen og Kurgan.  1 August 2005: H5N1 virus staðfest í flogfenaði í Tibet (Lhasa). 11 August 2005: Í Mong­olia verður H5–slagið av virus­ inum staðfest í vill­dunnum, gæs og svan­um. 15 August 2005: Í Ruslandi er fuglakrím staðfest í flog­ fen­aði í Ural–fjøllunum (Chelyabinsk). 16 September 2005: Í Indo­ nesia doyr ein 37–ára gomul kvinna  – hetta merkir at av teim­um 117 sum higartil eru smittaði við fuglakrími, eru 64 deyð. 8 Oktober 2005: Fuglakrím stað­fest í flogfenaði í Ru­menia og Turkalandi. Bæði londini seta í verk til­ tøk at fyribyrgja at sjúkan breið­ir seg. Flogfenaður verð­ ur dripin, har  virus er stað­fest. Ikki er staðfest hvat slag av virus talan er um. 13 Oktober 2005: Í Turka­ landi verður herviliga H5N1 slagið staðfest í hønum. Í Rumenia er staðfest at talan er um H5–slagið av virus­ inum, men onki bendir á, at talan er um H5N1. 18–21 Oktober 2005: H5–virus­slagið staðfest í vill­fugli í Grikkalandi og Kroatia. 23 Oktober 2005: Í Bret­ landi verður staðfest, at ein papageykur, sum var í karantenu, doyði av H5N1 virusinum. 12 Januar 2005: Í Turka­ landi eru higartil staðfest 18 sjúkutilburðir av H5N1 fugkakrími hjá menniskjum. Av hesum er trý deyð, øll úr somu familju. Granskingarstovninum MRC National Institute of Medical Research í Lond­on, hevur gjørt gen gen og antigen kanningar av virus­inum funnið í deyðu børn­ unum í Turkalandi. Kann­ingarnar vísa, at tal­an er um H5N1 virus líkt tí sum varð staðfest í flytifugli í apríl mánaði í 2005 á Qinghai vatinum í Kina. Hildið verður, at bæði sløgini av heilivági oselta­mavir (Tamiflu) og amanta­din kunnu brúkast at viðgera sjúkuna við, men kann­ingar verða gjørdar, fyri at kanna mótstøðuførið hjá H5N1 móti hesum heili­ vágssløgum. www.apotek.fo Søguliga gongdin