fríggjadagur 20. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 15 - 20. januar
Hoyvíksvegur 59 · Postsmoga 3118 · 110 Tórshavn
Tel. 31 45 55 · fax 31 80 26 · hestoy@foroyaprent.fo
Føroyaprent fer nú at menna
marknaðar- og søluarbeiðið, og
søkja vit tí eftir søluleiðara. Tú
skalt, saman við tilboðsroknarum
og virkissamskipara, styrkja tey trý
grundleggjandi virðini hjá okkum,
sum eru: rættur prísur, góðska og
levering til tíðina.
Vit hugsa okkum, at tú:
•
helst hevur eina viðkomandi
útbúgving innan sølu og
marknaðarføring
•
hevur royndir við B2B sølu
•
hevur lætt við at samskifta við
viðskiftafólk og starvsfelagar
•
dugir at orða teg í talu
og á skrift
•
hevur lætt við at koma
í samband við fólk
•
hevur áræði, ert álítandi,
nærlagdur og dugir at
arbeiða sjálvstøðugt
•
at títt fremsta mál er at fáa
kundarnar at kenna seg nøgdar
Ábyrgdarøki
Sum søluleiðari hevur tú ábyrgd
av allari sølu og marknaðarføring,
tað verður tín uppgáva at styrka
sambandið við viðskiftafólk okkara,
eins og tú skapar samband við
nýggjar kundar.
Fram um alt skalt tú virka undir
tí grundleggjandi treytini: Eitt orð
er eitt orð.
Arbeiðsviðurskifti
Á Føroyaprent bjóða vit tær eitt
mennandi umhvørvi. Tú fært eitt
avbjóðandi starv, sum er at menna
størsta grafiska virkið í Føroyum.
Málið er sjálvandi ein sunnur øktur
umsetningur. Tú fert at virka undir
stjóranum og í okkara leiðslubólki
Løn sambært avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar
í trúnaði.
Vilt tú vita meira, so ring til Jon
Hestoy, stjóra, á telefon 59 45 55.
Umsóknarfreist 22. januar 2006
Skrivlig umsókn við CV
verður at senda til:
Pf. Føroyaprent
att.: Jon Hestoy
Postsmoga 3118 - 110 Tórshavn
Søluleiðari
Formenninir í fýra
teimum størstu
flokkunum fara
mánakvøldið at
umrøða møguleikan
og útlitini fyri tjóð
skaparligari semju
í stjórnarskipanini,
sum tað nú verður
arbeitt við
TRAPPUTING
Jan Müller
Mánakvøldið verður enn
eitt trapputing í Miðlahús
inum í Vágsbotni. Umboð
fyri fýra teir størstu flokk
arnar eru bodnir at skifta
orð um møguleikan fyri
tjóðskaparligari semju í
stjórnarskipanini, sum tað
verður arbeitt við.
Formenninir í Sam
bandsflokkinum, Javnað
arflokkinum og Tjóðveld
isflokkinum hava boðað
frá, at teir fara at møta á
fundinum. Fólkaflokkurin
hevur boðað frá, at teirra
umboð
verður
Poul
Michelsen løgtingsmaður,
sum umboðar flokkin í
stjórnarskipanarnevndini.
Umframt
politisku
umboðini verður Kári á
Rógvi við í orðaskiftinum.
Kári er í holtur við Ph. D.
lestur við lærda háskúlan í
Reykjavík. Hann granskar
í grundlógum og stjórn
arskipanum. Harafturat
undirvísir hann í Reykjavík,
á lærda háskúlanum á
Akureyri og eisini í skeiðnum
í lóg, sum Fróðskaparsetur
Føroya bjóðar út.
Trapputingið verður í
Miðlahúsinum nú mána
kvøldið. Jóannes Hansen
verður orðstýrari. Tá ið teir
fýra politikararnir hava havt
hvør sítt innlegg á fimm
minuttir verður orðaskiftið,
har tað verður roknað við,
at áhoyrararnir eisini fara
at taka lut. Fundurin ætlast
at vera liðugur umleið
klokkan 21.30.
Trapputing um
tjóðskaparliga
semju
Tíðindini um stóru kurs
broytingarnar á parta
brævinum hjá Atlantic
Petroleum (AP) hava av
álvara sett ferð á handilin
av partabrævinum.
Eftirspurningurin er økt
ur við øgiligari ferð, og so
eru marknaðarkreftirnar
av álvara traðkaðar til. Er
prísurin nóg høgur, vilja
fleiri brádliga selja - og
við hækkandi útboði fellur
prísurin aftur.
Tá
marknaðurin
í
Íslandi læt upp hósdagin,
var kursurin á AP-parta
brævinum oman fyri
800, og fyrra helmingin
av degnum helt hann sær
eisini á hesum støði. Men
stutt eftir døgurða kom av
álvara fall í prísin, soleiðis
at kursurin við dagslok var
komin niður á 639.
Hvørt hetta er eitt meira
veruligt virði á parta
brævinum, fara komandi
dagarnir helst at geva
eina góða ábending um.
Sannlíkt er í øllum førum,
at kursbroytingarnar verða
hampuliga stórar. Hetta
vil kanska skapa nakað av
varsemi millum teirra, sum
handlað á marknaðinum,
men samstundis gevur
hetta eisini góðan gróðr
arbotn
fyri
skjótum
spekulatiónshandlum, og
tí kann talan væl gerast
um nógvar transaktiónir
komandi dagarnar. Hós
dagin setti handilin við
partabrævinum met við 10
mió kr., og hóast kursfallið
seinnapartin, er langt ífrá
víst, at hetta metið verður
standandi serliga leingi.
Ikki minst, tí talan - hóast
kursfallið - framhaldandi
hevur verið um eitt sera gott
avkast hjá størsta partinum
av íleggjarunum.
At hetta er gjørligt,
kemst partvíst av, at
Atlantic Petroleum er fyrsta
oljupartabrævið, sum er
skrásett á ICEX. Tí hevur
kursdannilsið her ikki sama
automatik, sum eitt nú er
galdandi á London Stock
Exchange, har hópin av
oljufeløgum eru noterað.
-mørk
Stórar kursbroytingar
Talvan sýnir kursbroytingar og handlar á
Atlantic Petrolium-partabrævinum í dag